hósdagur 4. oktober 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Tordur J. Niclasen, Eiði
Ein av stovnarum Miðfloksins
Tordur hevur í sínum virkna arbeiðslívi havt
mong álitisstørv:
• Landsstýrismaður, løgtingsmaður og
borgarstjóri.
• Stovnsleiðari fyri Eysturoyar Røktar- og
ellisheim
• Leiðari fyri eldrasamstarvið í Eysturoynni
- Roðan
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Lívsáskoðanin sæst aftur
Sum ein av stovnarum Miðfloksins fegnist eg um, at flokkurin hevur hildið fast við
grundsjónarmið floksins og ikki latið seg, sum tongul í brimi, skolað higar og
hagar og latið seg stýrt av ”tíðarandanum”.
Ein og hvør flokkur byggir á eina ”lívsáskoðan”. Hvør lívsáskoðanin er, kemur at
síggjast aftur í teim sjónamiðum , ið førd verða fram á politiska pallinum.
At Miðflokkurin vil fjálga um og verja tey veikastu í okkara samfelag er sjón fyri
søgn – og botnar hetta júst í teirri lívsáskoðan, ið Miðflokkurin byggir sín politikk
á. Hetta ger seg eisini galdandi í spurninginum um at verja tað ófødda barnið!
Í hesum døgum hevur flokkur, ella rættari sagt, framstandandi persónar í ávísum
flokki, á ein greiðan hátt gjørt seg til talsmenn(kvinnur), fyri at eingin lóg skal
forða kvinnuni sjálvari at taka avgerð um barnið í móðurlívi. Hetta er ein greið
støða, sum eisini botnar í eini lívsáskoðan.
Søgan hevur prógvað, hvussu ávísar lívsáskoðanir júst hava havt syrgiligar
avleiðingar fyri einstaklingar, fólkasløg og samfeløg.
Í roynd og veru er talan um virði hins einstaka – menniskjavirði - og er tað tí
okkara skylda og ábyrgd bæði at verja og fremja tað, ið fjálgar um hetta virðið.
Ein náttúrlig avleiðing, sum ikki nóg stórur dentur kann leggjast á av hesum er
m.a., at sjúk, gomul og førleikaskerd hava trygg og góð lívskor at liva undir.
Umráðandi er, at vit vilja og tora at tala søk teirra, ið ikki kunnu, orka ella megna
tað sjálvi.
Tordur J. Niclasen
Vangamynd
www.alzheimer.fo
Alzheimerfelagið
skipar fyri kafé.
Mánakvøldið 8.oktobur kl. 19.00
verður kafé í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, fyri fólk við
demenssjúkum, avvarðandi
teirra, starvsfólk innan heilsuøkið,
politikkarar, og onnur áhugað.
SKRÁIN ER HENDA:
•
Ann-Mari Jensen, næstforkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felagsins.
•
Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina.
•
Mourits Foldbo, stýrislimur sigur frá um ætlaðu byggingina av nýggjum heimi til
borgarar, ið hava fingið minnissvinn.
•
Fríða J. Højbro og Unna N. Petersen, sjúkrarøktarfrøðingar og demenssamskiparar,
greiða frá um tilboðið í dagtilhaldinum í Doktarahúsinum og tænastuni út frá húsinum
við ráðgevandi og uppfylgjandi heimavitjan.
•
Lis Zachariassen, heilsurøktari og demenssamskipari, greiðir frá um tilboðið við
búplássi á Gøtubrá.
•
Jastrid Petersen og Sigvør Laksá siga sína søgu sum avvarðandi.
•
Hervør á Torkilsheyggi, tónleikaviðgerði á Gøtubrá, framførir sang og skipar fyri
felagssangi.
Síðan verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum,
hugskotum og hjartasuffum.
Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra
og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki,
at nógv fólk taka av hesum tilboði.
Borðreitt verður við kaffi/te og køkum.
Verið vælkomin
Bussleiðin í Sunda kommunu verður við hesum útboðin í almennari
útbjóðing. Sáttmálin verður galdandi í 5 ár frá 1. januar 2019.
Áhugað kunnu fáa útbjóðingartilfar við at venda sær til Djóna
Thomasen, advokat á tel. 239595 ella djoni@advokat.fo.
Tilboðini kunnu latast inn við telduposti á djoni@advokat.fo ella
í afturlatnum brævbjálva til kommunuskrivstovuna. Merkið
brævbjálvan “tilboð uppá bussleiðina”.
Tilboð skulu vera inni í seinasta lagi 1. november 2018 kl. 12.00, tá
tey verða latin uppá á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.