hósdagur 4. oktober 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
J
oanita Zachariassen er
upprunaliga úr Uganda,
men flutti til Danmarkar
sum smágenta, tí har ikki
var verandi í Uganda orsakað av
borgarakríggi. Í Danmark møtti
hon fyri sjey árum síðani føroyska
Daniel Zachariassen, sum hon í dag
er gift við, og tey hava ein fimm ára
gamlan son saman.
Joanita Zachariassen livir í dag av
sínum tónleiki, sum er eyðkendur av
afrikanskum rútmum, og hennara
lívligi afropoppur hevur m.a.
verið nógv at hoyrt í Føroyum í
ár. Hon hevur leingi roynt at sligið
ígjøgnum við sínum tónleiki, og
nú er hon aktuell í nýggju donsku
sangkappingini, LIVE, sum verður
send hvørt fríggjakvøld á DR1.
Fríggjakvøld eftir fríggjakvøld er
hon farin beinleiðis víðari, og tað
sær út til, at hon er sera væl dámd
millum donsku áskoðararnar.
LIVE er avloysarin til X Factor
og fokuserar meira uppá kvalitets
tónleik og framførslur, enn X
Factor gjørdi. Her eru hyggjararnir
eisini størri partur av sendingini og
sleppa at geva øllum luttakarunum
millum 1 og 10 stig fyri hvørja fram
førslu.
Flýddu til Danmarkar
Tá Joanita Zachariassen var smá
genta, herjaði ógvusligt borgara
kríggj í Uganda, sum liggur í eyst
ara partinum av Miðafrika. Hetta
fekk alla familju hennara at leita
sær til Danmarkar, tá Joanita var
9 ára gomul.
- Har var nógv órógv í Uganda,
tá eg var lítil, so tað var best fyri
okkum at flyta til Danmarkar.
Nýggjur forsætisráðharri skuldi
veljast, so tí var nógvur ruðuleiki,
sum endaði við borgarakríggi, for
telur hon.
Familjan hjá Joanitu Zachariassen
varð hart rakt av borgarakrígnum í
Uganda, og tað setti serliga síni spor,
at abbi hennara varð dripin í øllum
rokinum í heimlandinum. Hetta
gjørdi, at tey av álvara valdu at flyta
til Danmarkar.
- Abbi mín varð dripin framman
fyri eygunum á papa mínum. Pápi
mín endaði tí í einari keðiligari
støðu og kláraði ikki at vera í
Uganda longur. Hann valdi tí at
flyta til Danmarkar, har hann
skuldi búgva í fimm ár, áðrenn
hann fekk uppihaldsloyvi. Tá hann
fekk tað, fluttu mamma, lítlasystir
og eg eisini til Danmarkar, fortelur
Joanita Zachariassen, sum eisini
hevur onnur systkin, ið eru fødd
í Danmark.
Fekk gjøgnumbrot
í Uganda
Joanita Zachariassen vaks upp í
Danmark, og seinnu árini hevur
hon
leingi
roynt
at sligið ígjøgnum í
tónleikaheiminum. Fyri at fáa eitt
gjøgnumbrot leitaði hon aftur til
heimlandið fyri at royna seg har.
- Eg havi roynt so leingi at fingið
gjøgnumbrot í Danmark, men tá
har ikki hendi so nógv, so tók eg ein
kjans og fór aftur til heimlandið, tí
eg visti, at í Uganda dámdu teimum
hetta slagið av tónleiki. Tað var
í øllum førum eitt stað at byrja,
sigur Joanita Zachariassen, sum
endaði fremst á fleiri av teimum
stóru hittlistunum í Uganda.
Tá hon fór avstað, hevði hon ikki
droymt um, at tað fór at gangast
henni so væl, at hon skuldi enda
á einum fyrsta plássi við lagnum
Kyoyagala.
- Eg bleiv øgiliga yvirraskað av,
at tað fór at hitta kring alt landið.
Eg hevði slett ikki roknað við tí, tá
eg fór avstað, sigur hon.
Avprøvaði føroyska
marknaðin
Afropoppur er sera vælumtóktur í
Afrika, men Joanita Zachariassen
metir ikki, at Evropa hevur tikið
hetta slagið av tónleiki til sín enn.
Tí var hon eisini í stórum iva um,
hvussu hon skuldi koma víðari úr
Uganda við sínum tónleiki. Hon
valdi so at royna at geva út í Før
oyum fyri fyrst.
- Eg vildi sleppa prøva føroyska
marknaðin av, nú aftaná tað gekk
so væl í Uganda, fortelur hon.
Tann, sum hevur lurtað nógv
eftir útvarpinum hetta árið, hevur
óivað hoyrt sangin Kyoyagala hjá
Joanitu Zachariassen. Sangurin
hevur verið nógv spældur, og tað
hevur eisini gjørt sítt til, at Joanita
Zachariassen við afrikansku tón
unum og rútmunum hevur
verið umbiðin til fleiri tiltøk í
Føroyum í ár.
Góða móttøkan í Føroyum fekk
hana at hugsa, at um føroyingar
kundu rúma hennara tónleiki, so
kundu danir sanniliga eisini. Tí fór
hon beint at gera eina roynd aftrat
í Danmark.
- Tað var ordiliga feitt, at mín
tónleikur varð so væl móttikin
í Føroyum. Eg bleiv ordiliga
motiverað av góðu móttøkuni í
Føroyum, og so hugsaði eg, at eg
mátti prøva Danmark av eisini.
Tá bleiv hon sum tað fyrsta
bjóðað til eina samrøðu í morgun
sendingini Go’ morgen Danmark
á TV2 fyri at fortelja um hennara
yrkisleið og ferð við tónleikinum í
Uganda og Føroyum.
Ætlaði ikki at melda
seg til LIVE
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Joanita
SAMRØDA: Joanita Zachariassen
Joanita Zachariassen klárar seg væl í LIVE
- Eg visti ongantíð, hvat eg kundi
forvænta, men eg visti, at eg
hevði okkurt gott og øðrvísi, sigur
Joanita Zachariassen, sum í løtuni
er við í sangkappingini LIVE á DR1
- HEVUR TÚ
EINA GÁVU,
SO SKALT TÚ
BRÚKA HANA