hósdagur 4. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
7
Z a c h a r i a s s e n
hevur roynt seg í
sjónvarpskappingum.
Hon hevur bæði tikið kjansin
í Talent og X Factor á sinni, men tað
gekk ikki, sum hon ætlaði. Tí var
hon sannførd um, at tíðin við sjón
varpskappingum var søga, og hon
hevði ongar ætlanir um at melda
seg til LIVE, tá har varð leitað eftir
luttakarum.
- Eg hevði roynt meg í so nógv
um sjónvarpskappingum, so tá eg
hoyrdi um nýggju LIVE kapping
inga, hugsaði eg beinanvegin, at
hatta orkaði eg ikki. Eg var troytt
av at melda meg til sovorðið, uttan
at nakað hendi aftaná. So eg helt
meg bara aftur, greiðir hon frá.
Men so knappliga setir ein
av fyrireikarunum av LIVE seg í
samband við hana. Fólk handan
kappingina høvdu lurtað eftir
hennara tónleiki á Soundcloud og
í KarriereKanonen, og tey hildu
Joanitu Zachariassen passaði væl
til LIVE konseptið, og tí eggjaðu
tey henni at melda seg til.
- Vit prátaðu í telefon leingi, og
eg mátti spyrja nógv inn til kapp
ingina, tí um eg skuldi siga ja til at
vera við, so skuldi tað veruliga vera
nakað, sum kundi gagna mær og
mínum tónleiki. Eg havi jú stríðst
nógv fyri at blíva tann tónleikarin,
eg eri í dag, so eg vildi helst ikki
verða hildin fyri gjøldur, fortelur
Joanita Zachariassen.
Eftir at hava hugsað seg um,
varð hon sannførd um, at tað
kanska hevði verið spennandi at
melda seg til kortini.
- Tríggjar dagar seinni ringdi eg
og segði, at eg var við uppá at prøva
tað av.
Í dag gongur væl hjá henni í
kappingini, so hon er glað fyri, at
fyrireikararnir eggjaðu henni at
melda seg til.
- Eg eri so glað fyri, at eg segði
ja. Tí eg hevði ikki meldað meg
til, um tey ikki høvdu sett seg í
samband við meg, sigur Joanita
Zachariassen.
Hevði ikki forvæntað hetta
Tá hon meldaði seg til, tordi hon ikki
at gera sær alt ov stórar vónir. Somu
tankarnir mólu í høvdinum, sum tá
hon skuldi víðari frá Uganda og til
Føroya við hennara afropoppi, sum
føroyingar vanliga ikki lurtaðu eftir.
Tí varð hon púrasta tikin á bóli, tá
hon upplivdi positivu móttøkuna
frá donsku hyggjarunum og
dómarunum í LIVE.
- Eg hevði ikki forvæntað so
nógvan kærleika til mín tónleik.
Eg visti jú ongantíð, hvat eg kundi
forvænta áðrenn, men eg visti, at
eg hevði okkurt gott og øðrvísi. Eg
mátti bara trúgva uppá, at Dan
mark eisini fór at dáma tað, og
tí eri eg so yvirraskað yvir allan
kærleikan frá hyggjarunum, sigur
Joanita Zachariassen.
Kappingin hevur koyrt frá 31.
august, og føroyskt gifta Joanita
Zachariassen er komin víðari
hvørja ferð síðan tá.
Fyrireikingarnar í gongd
Í hesari vikuni hevur hon havt
úr at gera við at fyrireika seg til
komandi sending. Her skal hon
bæði gera introvideo, venja, inn
spæla vokalir í studio, og so skal
hárið og sminkan eisini vera uppá
pláss.
Í LIVE eru tveir dómarar,
og teir eru Line Rafn og Sanne
Salomonsen, sum vit eisini kenna
frá X Factor. Tær hava hvør sínar
luttakarar um hendi, sum tær
eru leiðbeinarar hjá. Joanita
Zachariassen er á liðnum hjá San
ne Salomonsen, og tær báðar finna
væl útav tí saman, fortelur LIVE
luttakarin.
- Eg haldi, Sanne Salomonsen er
ein ótrúliga góður mentor, og eg
læri ordiliga nógv av henni. Hon
hevur so nógva baggagu í sínum
posa, og mann fær brúk fyri øllum
hennara íkasti, og tað skal mann
bara taka til sín, sigur Joanita
Zachariassen.
Í LIVE hava teir flestu luttakar
arnir royndir í tónleikavinnuni, so
leiðbeiningin frá dómarunum snýr
seg mest um at fáa tað mest møgu
liga burturúr framførsluni.
- Vit eru jú øll yrkistónleikafólk,
so tað er heldur ikki so, at leið
beiningin gevur so øgiliga nógv
tónleikaliga. Men Sanne er øgiliga
skrøpp og toppkekkað, so eg sendi
nógvan kærleika til hennara, flenn
ir Joanita Zachariassen, sum skal á
pallin aftur fríggjakvøldið 5. okto
ber.
Nýtt staklag út í
Føroyum skjótt
Seinastu tíðina hevur Joanita
Zachariassen havt úr at gera. Tí
samstundis sum hon er aktuell í
LIVE, arbeiðir hon við at geva eina
nýggja fløgu út. Hon hevur sátt
mála við føroyska plátufelagið
TUTL.
- Beint nú arbeiði eg uppá at
gera eina nýggja fløgu. Vit hava
gjørt sjey sangir, sum nú er, og
eg skal hava 12 sangir tilsamans á
fløguna, fortelur hon.
Hóast fløgan ikki er heilt liðug
enn, fer Joanita Zachariassen at
geva út eitt nýtt staklag í næst
um. Nýggja staklagið eitur Heart
breaker, og tað fer at koma út um
eina viku umleið, sigur hon.
- Mann skal ongantíð
geva upp
Joanita Zachariassen kennir bæði
til lívið við borgarakríggi í Uganda,
har hon mátti flýggja til Danmark
ar, og so veit hon eisini frá tónleik
inum, at mann skal kempa fyri at
koma fram í lívinum. Er tað nakað,
hon hevur lært í lívinum, so er tað,
at mann ongantíð skal geva upp.
- Eg havi gjøgnum lívið lært, at
hart arbeiði lønar seg. Hevur tú
eina gávu, so skalt tú skalt brúka
gávuna, og mann skal ongantíð
geva upp. Har er ein tíð til øll, og
knappliga so kann okkurt óvæntað
henda. Har eru nógv óvæntað ting
hend hjá mær, og hevði eg givið
upp uppá meg sjálva og mína gávu,
so hevði eg ongantíð komið her til,
sigur Joanita Zachariassen.
Hon kennir eisini til tað pressið
uttanífrá, sum kann gera, at mann
missir motivatiónina.
- Familjan hevur onkuntíð
hugsað, at tónleikur ikki er nakað,
mann kann liva av í longdini. Hatta
hevur mann so ofta hoyrt fyrr,
men fyri meg ræður tað bara um
at standa við tað, eg geri, og viður
kenna, at tónleikur er tað, eg kann
og vil.
- Hart arbeiði lønar seg, gev
ongantíð upp uppá tínar dreymar,
sigur Joanita Zachariassen at enda.
PATURE@SOSIALURIN.FO