Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8 BÁRÐUR ER IKKI STOLTUR AV AT FÁA PENGAR ÚR DANMARK – Eg eri ikki stoltur av, at vit fáa ríkisveiting úr Danmark. Men sum støðan er nú, er hon neyðug fyri at varðveita vælferðarstigið, vit hava í Føroyum. Tað stað­festi Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður floksins í gjár, tá Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár. Hann vísti á, at til­sama­ns er tilskotið frá danska statinum til føroyska samfelagið, umleið eina mill­i­ard tilsamans. Sostatt svarar danska tilskotið til føroyska samfelagið Í 1978 byrjaði Holg­er Hansen í starvi hjá P/f Poul Hansen. Her­f­yri gavst hann fyri aldur, eft­ir full 40 ár í starvi í fyr­i­tøkuni Í tí sambandi varð hann heiðr­ aður við at fáa handað Den Konge­lige Belønningsmedalje. Tað var Kristian IX, kongur, sum byrjaði at handað Den Kongelige Belønningsmedalje. Tað er sitandi monarkur, sum ger av, hvør skal fáa hana. Nú á døg­um verður hon fyrst og fremst givin sum eitt tekin fyri langa og trúgva tænastu í vinn­u­lívinum. Medaljan verður van­liga hand­að eftir 50 ára trúgva tæn­ astu, men um arbeiðsforholdið end­ar eftir 40 ár, verður hon eis­ini handað, sum í hesum føri­num. Vanlig arbeiðsfólk fáa eina silv­ur­med­alju, funksj­on­ erar silvurmedalju við krúnu á og leiðarar eina gullmedalju. Á forsíðuni á medaljuni er vanga­myndin hjá Margretu, drotn­ing, við orðunum MARGARETA II og REGINA DANIÆ. Fyri 40 ára drúgva tænastu varð Sofus Debes Johannesen heiðr­aður við »fo­r­tjen­e­s­t­e­ med­alju« frá drotn­ingini Fríggjadagin 28. sep­tem­ber var hátíðarløta í hølunum hjá Taks úti í Kvíggjartúni á Argjum. Høvið var, at Sofus De­bes Jo­hann­e­sen frá Gjógv varð heiðraður við »for­tjen­ es­t­e­med­alje« frá drotn­ingini. 1. august hevði hann 40 ára starvs­dag hjá Taks, og var tað í hes­um sambandi, at hann varð heiðraður. Sofus er føddur í 1960. Eft­ ir skúla­gongd við Gjógv og á Oyr­ar­bakka byrjaði hann 1. august í 1977 hann sum skriv­ stov­u­lærl­ingur á Líkning­ar­ ráð Føroya. Seinni var Líkningarráð Før­oya og Føroya Tollstova løgd sam­an til Toll-­ og Skatt­ stovu Føroya. Hann fór seinni í starv á Menn­ing­ar­ deild­ini, sum seinni hevur broytt navn til KT-­deildin, har hann fram­veg­is arbeiðir. Fyrstu árini hann arbeiddi í Havn – frá 1977 til 1987 – buði hann í Havn, annars hevur hann búð við Gjógv og hevur koyrd ímillum Gjógv og høv­uðsstaðin síðani 1987. Sofus D. Johannesen heiðraður fyri 40 ára tænastu Holger Hansen fekk medalju frá kongshúsinum – Vit gera nógv við ta ó­for­svar­ligu ólógligu prutl­koyringina í mið­bý­num. Bara í hes­um mánaðinum hava vit tikið um 20- 25 prutl, segði Niclas Akr­a­berg Poulsen á pol­i­ti­garðinum við Sos­i­alin fyri 40 á­r­um síðani, 4. ok­ to­ber í 1978. Blaðið skrivar soleiðis: Ein lesari hevur biðið Ferðsl­u­teigin kanna, um nak­að verður gjørt við ta ó­for­svar­ligu prutl­koyr­ing­ina m. a. í miðbýbum í Havn. Um hvat verður gjørt fyri at halda koyr­i­for­boð­ið eftir kl. 21, og hvat verð­ ur gjørt við tey, sum verða tikin fyri ó­lóg­ liga koyring. Har­aft­ur­at spyr lesarin, um nakr­ar ætlanir eru um ferðsl­u­ reg­u­ler­ing í býum. Nógv ólóglig prutl Niclas Akraberg Poulsen sig­ur, at hvørjaferð teir koma fram á eitt prutl, sum koyrir ov skjótt, verður tað tikið. Bara í døgunum frá 1. til 20. sepetember eru um 20-25 prutl tikin fyri at hava koyrt ov skjótt. Av teim­um vóru 17 ólóglig. T. v. s. tað sama sum, at ó­lóg­ lig­ir lutir eru settir á. Er prutlið í lagi, verður einki gjørt. Hinvegin verða teir ólógligu lutirnir tikn­ir av og prutleigarin kem­ur fyri rættin. Verður við­kom­andi dømdur, fær hann eina bót, sum kann koma upp í einar 1200 krón­ur. Í mista lagi kann rokn­ast við 300 kr. Viðhvørt keur tað fyri, at pol­itiið leggur hald á prut­l­ið sjálvt. Hetta hend­ ir, tá eigarin framm­an­un­ dan hevur verið í rætt­i­ num tvær ferðir. Gera hvat teir kunnu Niclas Akraberg Poul­sen sigur, at teir gera, hvat teir kunnu fyri at koyr­ i­for­boðið í miðbýnum á kvøldi verður hildið. – Men prutlkoyrarnir vita sum oftast, hvar pol­ i­ti­bil­ur­in er, og so taka teir ein kjans, sigur Niclas Akra­berg Poulsen. Viðvíkjandi ferðsl­u­reg­ u­ler­ing í miðbýym verður upp­lýst, at ætlanin er ikki at hava ferðsl­upolitistar til at regu­lera ferðsluna fast, men at tað verður gjørt viðhvør.t Hetta kemst m. a. av, at tað er so stutt millum vega­mót­i­ni, at verður ferðsl­an hildin aftur í ein­um, steingir hon frá­ koyr­ing­ar­møg­u­leik­an í tí næsta. Annars upplýsir Niclas Akr­a­berg Poulsen, at kann­ingar eru gjørdar um gøt­u­ljós skulu set­ast upp ella ikki. Ferðsl­u­ tætt­leik­in er eins stórur her og aðra­s­taðir, men einki verð­ur vunn­ið við ferðsluljós­um, tí tey vilja eis­ini skapa steðg á næsta vegamóti. Á myndini stjórin hjá P/f Poul Hansen, Høgni Hansen, og Holger Hansen SOSIALURIN 1978 17 ólóglig prutl tikin hendan mánaðin Sofus Debes Johannesen við fortjenestemedaljuni, sum hann fekk fyri 40 ára trúgva tænastu hjá Taks MYND: JENS KRISTIAN VANG næst­an til inntøkurnar av vanligum landsskatti. Hann heldur, at tað stískil er skeivt at føra seg fram sum um at ríkisveitingin lítlan og ongan týdning hevur. Hann heldur, at tey, sum vilja avtaka ríkisveitingina, hava tískil skyldu til at greiða fólki frá, hvørjar vælferðartænastur so skulu skerjast – ella hvussu nógv skattur og avgjøld skulu hækkast fyri at varðveita tað samfelag, vit hava í dag.