hósdagur 4. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
9
Atlantsflog
fær ein
nýggjan
Airbus
– Atlantic Airways
undirskrivað avtalu um næsta
spildurnýggja Airbus 320neo
A
tlantic Airways og
amerikanska felagið,
Air Lease, skrivaðu
mikudagin
undir
sáttmála um, at Atlantic Airways
langtíðarleigar enn eitt spildurnýtt
Airbus A320neo flogfar. Føroyska
flogfelagið yvirtekur nýggja
flogfarið á vári 2020. Fyrr í ár varð
avtala gjørd við sama felag (sí
mynd) um leigu av spildurnýggjum
Airbus 320neo, ið verður latin
felagnum komandi vár.
Airbus A320neo flogførini,
ið taka 174 ferðafólk, hava lægri
oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn
verandi Airbus flogførini. Nýggju
flogførini verða, eins og verandi
flogfør, útgjørd við framkomnu
navigatiónstøknifrøðini frá Airbus,
RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur
bøtt munandi um reglusemið hjá
felagnum til og úr Vágum.
Við
nýgg ju
A320neo
flogførunum, og størri hotell
kapasiteti í Føroyum, er Atlantic
Airways til reiðar at taka ímóti
vaksandi ferðavinnuni, samstundis
sum beinleiðis ferðamøguleikar
til og úr Føroyum gerast fleiri og
fjølbroyttari.
Atlantic Airways hevur í dag
trý Airbus flogfør í flotanum – eitt
A320 og tvey A319. Av teimum eigur
felagið A320 flogfarið og eitt A319.
Triðja flogfarið av slagnum A319
er langtíðarleigað, og tað verður
latið aftur í 2019, tá ið fyrsta Airbus
A320neo flogfarið kemur í flotan.
Fyri góðum tveimum árum
síðani keypti Atlantic Airways
A320 flogfarið, sum var bygt til
føroyska flogfelagið, umframt
tvær nýggjar tyrlur av slagnum
AW139. Tá flotin er dagførdur
við nýggju Airbus A320neo
flogførunum, verður miðalaldurin
á flogførunum einans hálvtriðja ár
og miðalaldurin á tyrlunum fýra ár.
Atlantic Airways hevur sum
sítt fremsta mál at knýta Føroyar
at umheiminum til frama fyri
føroyingar og føroyska samfelagið,
samstundis
sum
rutunetið
eisini gevur útlendingum fleiri
møguleikar at vitja Føroyar.
Taka fíggjarligan stuðul
frá føroyingum sum
arbeiða uttanlands
Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu ikki longur fáa stuðul til
dupult húsarhald. Tað er endamálið við einum uppskoti, Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið.
ÁKI BERTHOLDSEN
F
øroyingar sum hava
familju, men sum mugu
flyta
heimanífrá
at
arbeiða, og sostatt hava
tey húsarhald, fáa rætt til stuðul
fyri dupult húsarhald.
Hetta er eisini galdandi fyri teir
føroyingar, sum arbeiða uttanlands.
Men nú vil Kristina Háfoss
hava Løgtingið at samtykkja, at
hereftir skulu føroyingar, sum
arbeiða uttanlands, ikki longur
fáa stuðulin.
Tað merkir, at hereftir verður
stuðul fyri dupult húsarhald
bara latin til tey, sum mugu flyta
aðrastaðir í Føroyum at arbeiða, tí
tað er so óhøgligt at búgva heima.
Ella við øðrum orðum skulu
bæði húsarhaldini hereftir vera í
Føroyum.
– Hetta er fyri at leggja dent á, at
endamálið við lógini er at tryggja,
at tað skal bera til hjá fólki í
Føroyum at búgva og arbeiða kring
alt landið, sigur Kristina Háfoss.
Men higartil hevur tað verið
ein treyt, at talan er um gift fólk,
sum kunnu fáa stuðul til dupult
húsarhald. Men hereftir verða
sambúgvandi og gift, javntsett, so
eisini fólk, sum hava búð saman
í longri tíð, kunnu fáa stuðulin.
Tað merkir, at tey skulu hava
búð saman sum hjún í minst 18
mánaðir.
Hesi seinastu árini hava tað
verið 115 – 125 fólk, sum hava fingið
stuðul til dupult húsarhald. Men
Kristina Háfoss upplýsir frá Taks,
at umleið 90 prosent av teimum
eru fólk, har annað húsarhaldið
er uttanlands, og tey missa sostatt
stuðulin nú.
Tilsamans hevur stuðulin verið
umleið eina millión um árið, so
verður hetta uppskotið samtykt,
fer landskassin at spara einar
900.000 krónur.