hósdagur 4. oktober 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
10
TEMA
Airbnb og ferðavinnan
Airbnb megnar betri enn nógv annað at spreiða inntøkurnar
frá ferðavinnuni út um landið, sigur Jóhan Pauli Helgason.
DANJAL AV RANA
Á
Visit Faroe Islands ivast
tey ikki í týdninginum
av Airbnb í Føroyum,
tó at tey kortini eru
bilsin av, at so nógv ferðafólk eftir
øllum at døma nýta Airbnb.
- Airbnb og onnur sløg av gist
ing í privatum heimum hevur
havt stóran týdning fyri ferða
vinnuna í Føroyum. Høvdu vit
ikki hendan gistingarháttin, hevði
ferðavinnuvøksturin verið mun
andi lægri. Airbnb hevur við øðrum
orðum loyst ein fløskuháls-trupul
leika í ferðavinnuni, sigur Jóhan
Pauli Helgason, sum er menning
arleiðari hjá Visit Faroe Islands.
Hann sigur, at tølini í kanningini
hjá Gallup komu óvart á tey.
- Vit vóru bilsin, tá vit sóðu, at
talið var so mikið høgt og enntá
hægri enn talið av gistingum á
gistingarhúsum. Tað høvdu vit
ikki væntað. Samstundis vita vit,
at hetta bara er ein stikkprøvi, sum
gevur okkum eina løtumynd av
støðuni. Tað ber ikki til at general
isera út frá hesum og eg vænti at
lutfallið hevði verið heilt øðrvísi,
um kanningin var gjørd yvir alt
árið, sigur hann.
Spreiðir inntøkurnar
um landið
Atfinningarsamar røddir nevna
ofta, at høvuðsstaðurin fer avstað
við meginpartinum av inntøkunum
frá ferðavinnuni, tí har liggja bæði
matstovurnar og gistingarhúsini.
Jóhan Pauli Helgason vísir á, at við
Airbnb er gátting at gerast partur
av ferðavinnuni nógv lækkað, og
soleiðis sæð er Airbnb eitt gott høvi
at spreiða fleiri av inntøkunum út
um landið.
- Øll kunnu í dag leiga egnan
bústað út, eins og øll við heima
blídni-skipanini kunnu hava ”mat
stovu” í egnum heimi. Slíkar skip
anir hava ein demokratiserandi
virknað, ið gevur øllum møguleika
at vera partur av ferðavinuni. Sam
stundis er hetta við til at spjaða
ferðavinnuna til øll øki í landinum
og er á tann hátt við til at útjavna
virksemið og ágóðan frá ferðavinn
uni til alt landið, sigur hann.
Hóast Airbnb higartil hevur
verið ein góður viðspælari hjá Visit
Faroe Islands í at fremja ferðavinn
una í Føroyum, so sóknast Jóhan
Pauli Helgason eftir betri yvirliti
og skipan.
- Airbnb og aðrar slíkar skipanir
hava tað við sær, at tað verður ein
størri avbjóðing at hava tamarhald
á ferðavinnuni. Vit hava ikki líka
gott yvirlit yvir, hvussu nógv
ferðafólk koma til landið. Tað er
neyðugt at vit framyvir tryggja
okkum, at vit fáa innlit í, hvussu
nógv ferðafólk gista í Føroyum via
Airbnb, hvar í Føroyum tey búgva
og hvussu nógvar skattainntøkur
skipanin kastar av sær, sigur hann.
- Tað er somuleiðis okkara upp
gáva at tryggja, at skipanir sum
Airbnb ikki vaksa seg ov stórar og
koma at virka kappingaravlagandi
á vinnuna, eins og tað er týdning
armikið at tryggja, at slíkar skip
anir ikki eru við til at skapa ein
bústaðartrupulleika. Tað er polit
iska uppgávan, at tryggja røttu
javnvágina og javnar kappingar
treytir í ferðavinnuni, sigur hann
Er ikki ein spurningur
um antin - ella
Spurnarkanningin hjá Gallup Før
oyar er sera avmarkað í vavi. Gam
aní vóru nógv spurd, 483 fólk, men
hon fevnir einans yvir eitt stutt tíð
arskeið. Jóhan Pauli Helgason ger
tí vart við, at hendan myndin, at
fleiri búgva í Airbnb enn á gisting
arhúsi, neyvan er galdandi alt árið.
- Varhugi okkara er, at tað
fyrst og fremst er um summarið,
tá gistingarhúsini eru fulsett, at
Airbnb er serliga útbreitt. Vetr
arhálvuna eru sannlíkt munandi
fleiri ferðafólk, ið búgva á gisting
arhúsi, heldur hann.
Hann heldur tó ikki, at fólk ein
ans velja Airbnb, tí at hotellini ikki
rúma teimum.
- Fyrst og fremst er tað vantandi
útboði av hotelkømurum ið ger, at
airbnb er lutfallsliga stórt í há
árstíðini. Men tað eru ivaleyst
eisini fleiri ferðafólk, sum velja
privata gisting sum fyrsta val, tí
tað kennist meiri heimligt, ein
kemur nærri at samfelagnum og
borgarunum, ein vitjar, og tað er
ikki so strukturerað sum eitt hotel.
Og so er tað sjálvandi eisini prís
munurin, sigur Jóhan Pauli Helga
son.
- Hetta er onki serføroyskt fyri
brigdi og vit síggja somu gongdina
allastaðni, at fólk í alsamt størri
mun velja gistingarhættir sum
airbnb. Eg haldi tó at tað er týdn
ingarmikið at minnist til, at talan
ikki skal vera um antin airbnb ella
hotel. Ferðafólk eftirspyrja báðar
tænastur og tað ræður um at finna
røttu javnvágina, sigur hann.
AIRBNB ER EIN
TÝÐANDI LUTUR
AV FØROYSKU
FERÐAVINNUNI