hósdagur 4. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
11
Hotellini taka
allan vøksturin
Kanska vísa hagtølini, at útleigarar nú heldur velja Airbnb.
DANJAL AV RANA
T
alið á gistingum í Føroy
um er voksið nógv sein
astu árini, men sambært
Hagstovuni fara gisting
arhúsini avstað við øllum vøkstr
inum. Meðan talið á gistingum
í gistingarhúsum er voksið við
yvir 40.000 seinastu fimm árini, er
talið á gistinum í íbúðum minkað
við yvir 10.000 gistingum somu
fimm árini og gistingar á ból og biti
minkað við næstan 1.000 seinastu
trý árini.
Talið á gistingum í Føroyum er
voksið nógv seinastu árini. Í 2013
vóru 132.265 gistingar í Føroyum
sambært Hagstovuni, og síðani er
talið voksið á hvørjum ári. 139.250
í 2014, 159.167 í 2015, 159.759 í 2016 og
174.809 í fjør. Tað eru sostatt yvir
40.000 fleiri gistingar í Føroyum
upp á fimm ár.
Parturin hjá gistingarhúsunum
er voksin fyri hvørt ár. Í 2013 vóru
100.173 gistingar á gistingarhúsum,
sum svarar til sløk 76 prosent,
meðan í 2017 vóru 142.757 gistingar
á gistingarhúsunum, sum svarar til
sløk 82 prosent.
Tað sæst eisini aftur í, at talið á
gistingum á gistingarhúsunum er
voksið meiri hesi fimm árini enn
talið á gistinum tilsamans. Tað eru
42.544 fleiri gistingar tilsamans,
men 42.584 fleiri gistingar í gisting
arhúsunum.
Ein frágreiðing kann vera, at
nøkur av teimum, sum áður eru
skrásett í hagtølunum at leiga
íbúðir út ella hava ból og biti, nú
hava skift yvir til Airbnb.
Tí í fjør vóru næstan 10.000
færri gistingar í íbúðum enn í
2013. Talið er follið frá 27.313 í 2013
til 25.216 í 2014, 22.446 í 2015, 17.851 í
2016 og 17.650 í 2017.
Talið á gistingum á ból og biti
var 1.919 í 2013, vaks so til 2.064 í
2014 og 3.483 í 2015, men er síðani
follið niður á 2.633 í 2016 og 2539 í
2017.
Kampingøkini merkja allarhelst
eisini kappingina frá airbnb, men
tað er ilt at meta um, tí har eru
sveiggini stór seinastu árini. Í 2013
vóru 2.860 gistingar skrásettar á
kampingøkjum í Føroyum, í 2014
vaks talið til 6.502 og í 2015 heilt
upp á 14.937. Síðani er talið á gist
ingum follið til 11.794 í 2016 og 11.863
í 2017.
Nýggjastu hagtølini frá Hag
stovuni vísa kortini, at færri gist
ingar vóru í Føroyum fyrra hálvár í
ár samanborið við sama tíðarskeið
í fjør.
- Tað vóru 76.303 gistinætur í
ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað
eru 1.494 ella 2% færri enn sama
tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.
At talan er um merkisverd tøl
sæst eisini aftur í, at hetta er fyrstu
ferð í fimm ár, at talið av gistinætur
minkar annan ársfjórðing saman
borið við undanfarna ár.
- Tølini vísa eisini, at fyri hvørt
ár síðani 2013, tá farið varð undir
hesar skrásetingarnar, liggur mán
aðarliga talið oman fyri talið sama
mánað árið frammanundan – utt
an í ár, tí nú liggja tølini fyri allan
annan ársfjórðing – apríl, mai og
serliga juni – niðan fyri annan árs
fjórðing í fjør, skrivar Hagstovan.
Airbnb
er fimm
ferðir so
stórt sum
Hotel
Føroyar
1.354 seingjarpláss
eru tøk í Føroyum
sambært
heimasíðuni
hjá Airbnb.
DANJAL AV RANA
Eingin ivi er um, at Airbnb hevur
vundið upp á seg í Føroyum.
Fleiri og fleiri tosa um tað og
herfyri boðaði Taks frá, at teir
nú fóru at kanna eftir, um tey,
sum leiga út gjøgnum Airbnb øll
hava síni skattaviðurskifti í lagi.
Týsdagin almannakunn
gjørdi Visit Faroe Islands úrs
litini av eini spurnarkanning,
sum Gallup Føroyar hevði gjørt
millum útlendsk ferðafólk í Før
oyum.
Kanningin vísti, at fleiri
ferðafólk búgva á Airbnb-bú
støðum enn á føroysku gisting
arhúsunum.
Gallup hevur spurt 483 ferða
fólk, sum vitjaðu í Føroyum
millum 22. juli og 22. august, um
ymisk viðurskifti viðvíkjandi
ferð teirra í Føroyum.
Spurnarumfarið vísir, at 38,9
prosent av teimum spurdu siga,
at tey hava bóka sær býli um
vegis Airbnb, meðan 32,5 pro
sent gistu á gistingarhúsi.
Sambært Hagstovuni vóru
17.578 gistingar á føroysku
gistingarhúsunum í juni í ár.
Okkurt bendir tí á, at AirBnb
hevur yvir 20.000 gistingar um
mánaðin í Føroyum í háárstíð.
Um tú kundi hugsað tær at
leiga eitt kamar, eina íbúð ella
eitt heilt hús á páskum komandi
ár, so er eitt stórt úrval á Airbnb.
Ikki færri enn 305 veitarar eru
tøkir og hava tilsamans 1354
seingjarpláss. Um tú ikki hevur
tíð at bíða til tá, men vil sleppa
avstað longu í kvøld, so eru 208
veitarar tøkir til tín at leiga frá.
Úrvalið er stórt, her eru bæði
einkultar sengur í einarúmum,
smáar íbúðir og heil hús til leigu,
og prísirnir eru ymiskir alt eftir
hvar í landinum talan er um og
hvørjir hentleikar eru í íbúðini.
1.354 seingjarpláss er ikki
einki. Tað er meiri enn fimm
ferðir so nógv seingjarpláss,
sum Hotel Føroyar hevur í dag.
Tils. (bústaðarland)
2013
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym øki tilsamans
71960
28213
100173
1061
858
1919
13682
13631
27313
1729
1131
2860
88432
43833
132265
2014
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym øki tilsamans
77090
28378
105468
1032
1032
2064
10952
14264
25216
4073
2429
6502
93147
46103
139250
Gistingar
í føroyum
(kelda: Hagstovan)
2015
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym øki tilsamans
84395
33906
118301
1992
1491
3483
12038
10408
22446
4112
10825
14937
102537
56630
159167
2016
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym øki tilsamans
88063
39418
127481
1948
685
2633
8605
9246
17851
3372
8422
11794
101988
57771
159759
2017
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym øki tilsamans
101207
41550
142757
1947
592
2539
9570
8080
17650
4515
7348
11863
117239
57570
174809
Persónsgistinætur
Gistingarhús
Ból og Biti
Íbúð/Hús
Kamping
Tilsamans
Persónsgistinætur
Gistingarhús
Ból og Biti
Íbúð/Hús
Kamping
Tilsamans
Persónsgistinætur
Gistingarhús
Ból og Biti
Íbúð/Hús
Kamping
Tilsamans
Persónsgistinætur
Gistingarhús
Ból og Biti
Íbúð/Hús
Kamping
Tilsamans
Persónsgistinætur
Gistingarhús
Ból og Biti
Íbúð/Hús
Kamping
Tilsamans