Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 12 Airbnb og ferðavinnan TEMA Airbnb í andgletti í fleiri stórbýum Paris, Barcelona, Berlin, Keyp­ manna­havn, Madrid, New York City, Portland, San Francisco, Toronto og Vancouver eru bara nakrir av teimum býum, ið hava sett avmarkingar fyri Airbnb. Her hyggja vit stutt eftir støðuni í nøkrum av hesum býum. BARCELONA Kendi ferðamannabýurin sum føroyingar hava valfarta til seinastu árini hevur verið í hornatøkum við Airbnb seinastu árini. Í 2014 fekk Airbnb eina bót á umleið 224.000 krónur, tí katalanska stjórnin metti, at felagið hevði brotið eina lóg, ið álegði borgarum, ið leiga út til ferðafólk, at verða skrásett hjá lokalu ferðavinnumyndugleikunum. Í 2015 fekk fyritøkan eina bót á 485.000 krónur fyri sama lógarbrot. NEW YORK CITY Eisini í heimlandinum hjá Airbnb eru tað stórbýir, ið ikki eru serliga fegin fyri tænastuna, ið Airbnb bjóðar. Í oktober 2016 undirskrivaði guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, eina lóg, ið setti forboð fyri stutttiðarleigu á heimasíðum sum Airbnb. Frammanundan er tað ólógligt at leiga út íbúðir í New York í styttri enn 30 dagar. Um lýst verður við eini slíkum leigumáli kann viðkomandi fáa eina bót á umleið 50.000 krónur. REYKJAVÍK Eisini í grannalandinum fyri vestan hevur man sett avmarkingar fyri Airbnb. Síðan 1. januar í fjør hevur ein lóg verið í gildið, ið ásetir at borgarar einans kunna útleiga sínar íbúðir í upp til 90 dagar um árið. Um man ynskir at útleiga longri enn tað, krevst eitt vinnuligt loyvi. Tey sum leiga út á Airbnb mugu skráseta sínar íbúðir og lúka allar bruna- og trygdargóðkenningar. PARIS Lokalu myndugleikarnir í franska høvuðsstaðnum hava ásett eitt loft á 120 dagar um árið, ið borgarar kunna leiga út sínar íbúðir. Regluligar kanningar verða gjørdar fyri at tryggja, at lógin verður hildin. BERLIN Í 2016 samtykti lokalu myndugleikarnar eitt forboð fyri stutttíðarútleigan av íbúðum.. Til ber tó at útleiga rúm, um tey eru minni enn 50 prosent av íbúðini. Harumframt kunnu útleigarar søkja um loyvi at stutttíðarútleiga. JAPAN Í summar samtykti stjórnin eina lóg, ið áleggur útleigarum at skráseta seg við lokalu myndugleikunum, ið síðan kanna um íbúðin lúkar bruna- og trygdarkrøvini. Harumframt er eitt loft sett á útleigan á 180 dagar. Revsingin fyri at bróta lógina er umleið 57.000 krónur. MALLORKA Í apríl í ár valdi spanski býurin at banna allari útleigan til ferðafólk, tí borgarar meta, at fyritøkur sum Airbnb trýsta húsaprísirnir upp. AMSTERDAM Fyri at tálma stóra vøkstrinum í ferðafólkum í Amsterdam hava býráðspolitikarar samtykt at lækka loftið á døgum, ið íbúðir kunna leigast út til 30 dagar um árið. Áður var markið 60 dagar. KEYPMANNAHAVN Í vár samtykti Fólkatingið, at seta eitt loft fyri útleigan á 70 dagar um árið, um fyritøkan sum leigað verður gjøgnum samstarvar við myndugleikarnar. Um tað ikki verður samstarvað er loftið 30 dagar. Hetta fekk Airbnb til at samstarva við danskar myndugleikar, soleiðis at skattamyndugleikarnar hava fingið yvirlit yvir danska virksemið á Airbnb.