hósdagur 4. oktober 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
13
TAKS heldur eyga við Airbnb
- Í hesum førinum liggur tað
so meira ella minni alment úti
á einum útbjóðingarportali.
So heimasíðan hjá Airbnb er
okkara kelda fyri at finna út
av hvør leigur út gjøgnum
Airbnb, sigur Poula á Líðarenda,
leiðari fyri Eftirlitsdeildina
hjá TAKS, nú TAKS er farið
undir at útvega eitt yvirlit yvir
føroyska virksemið á Airbnb.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
U
m leitað verður í eini
tilvildarligu viku í
juni næsta ár ber til at
leiga yvir 300 ymisk
ar bústaðir í Føroyum gjøgnum
heimasíðuna Airbnb. Júst hvussu
nógvir føroyingar brúka tænastuna
at útleiga íbúðir, summarhús, síni
egnu heim ella eitt kamar út er
tó óvist. Tey einastu, ið hava eitt
fullfíggjað yvirlit yvir hagtølini av
føroysku útleigarunum er altjóða
fyritøkan við heimstaði í USA.
Men hóast føroyskir myndug
leikar sostatt einki slíkt yvirlit hava
yvir føroyskar útleigarar, so hevur
føroyski skattamyndugleikin,
TAKS, víst føroyska virkseminum
á Airbnb alsamt størri ans síðstu
árini.
10. mai 2017 nýtti skattamyndug
leikin Facebook at vegleiða borgar
ar, ið leiga út gjøgnum Airbnb, um
hvussu tey skulu geva upp inntøk
una í skatti. Stovnurin skrivaði tá,
at hetta varð gjørt, tí Airbnb vann
fram í Føroyum.
Eitt ár seinni, 18. mai 2018, upp
lýsti Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS,
fyri Kringvarpinum, at føroyski
skattamyndugleikin ynskti somu
avtalu, sum donsku skattamyndug
leikarnar hava við Airbnb, ið gevur
SKAT møguleikan at fáa upplýs
ingar um danskar útleigarar og
teirra inntøku frá Airbnb.
Eyðun Mørkøre var aftur í
Kringvarpinum í september, tá
hann upplýsti, at skattamyndug
leikin er farin í holt við at skráseta
føroyska brúkarar á Airbnb. Hetta
fyri at kanna, um tey hava uppgivið
leiguinntøkurnar frá Airbnb í
skattauppgerðini.
Einasti mátin
Poula á Líðarenda, leiðari fyri Eftir
litsdeildini hjá TAKS, upplýsir, at
man hevur tikið hetta stigið, tí tað
er einasti møguleikin hjá føroyska
skattamyndugleikanum at fáa eitt
yvirlit yvir Airbnb-útleigan í Før
oyum.
- Vit hava ikki atgongd til teir
somu upplýsingarnar, ið danir
hava. Har er tað danska Fíggjar
málaráðið, ið hevur fingið eina
avtalu í lag við Airbnb um at út
vega upplýsingar um danir, ið leiga
út gjøgnum Airbnb. Tí er tað okk
ara Fíggjarmálaráð, ið má fáa eina
slíka avtalu í lag fyri Føroyar, sigur
Poula á Líðarenda.
Heldur ikki í skipanunum hjá
TAKS ber til at síggja hvør leigar út
gjøgnum Airbnb, tí eingin munur
verður gjørdur á langtíðarútleigan,
útleigan gjøgnum Airbnb ella aðra
útleigan. Í staðin er alt bólkað und
ir einum.
- Í skattaskipanini hava vit ikki
eyðmerkt ymisk sløg av húsaleigan.
Húsaleiga er húsaleiga. Tá vit
hyggja í okkara skráir og skipanir
er einki, ið eyðmerkir Airbnb, tí tað
er bara ein máti av fleiri at leiga út
uppá, sigur Poula á Líðarenda.
Airbnb er keldan
Manglandi upplýsingarnar um út
leigan gjøgnum Airbnb hevur so
statt fingið skattamyndugleikan at
leita aðrar vegir fyri at fáa upplýs
ingar til høldar.
- Í hesum førinum liggur tað
so meira ella minni alment úti
á einum útbjóðingarportali. So
heimasíðan hjá Airbnb er okkara
kelda fyri at finna út av hvør leigur
út gjøgnum Airbnb, sigur Poula á
Líðarenda.
Men hóast ein borgari er skrá
settur til at leiga eitt summarhús
ella annað út gjøgnum Airbnb, so
er tað ikki prógv fyri hvussu stóra
inntøku, ella um nakra, viðkomandi
hevur havt av útleigan.
- Vit kunna ikki uttan víðari
staðfesta hvørja inntøkur tey hava
við at hyggja á heimasíðuna, men
tað vit kunna staðfesta er, at tey
hava bjóðað seg fram. Tað eru tó
nøkur parametur, ið man kann
brúka, harímillum ummælir frá
brúkarum. Um tað eru eini 80 um
mælir frá leigarum, so kunna vit
ganga út frá, at viðkomandi hevur
leigað út í hvørt fall 80 ferðir, sigur
Poula á Líðarenda.
Ein áminning
Poula á Líðarenda vísir á, at TAKS
hevur fleiri ferðir gjørt vart við,
at inntøkur frá Airbnb skulu upp
gevast í skattauppgerðini. Tí eigur
tað ikki at koma óvart á nakran, at
TAKS nú kannar hesi viðurskifti
nærri.
- Nógv av hesum eru vanligir
borgarar, ið kanska ikki hugsað so
nógv um tann skattliga partin. Men
vit hava verið úti og sagt frá hesum.
So fólk hava havt allar møguleikar
at uppgeva inntøkurnar, tí evnið
hevur verið alment frammi og
sjóneyka er sett á tað, sigur leiðarin
fyri Eftirlitsdeildina.
Poula á Líðarenda ger tó greitt,
at bara tí onkur er skrásettur á
Airbnb og ikki hevur uppgjørt
nakra inntøku, so kann skatta
myndugleikin ikki ákæra viðkom
andi fyri snýt.
- Vit kunna ikki ákæra nakran
fyri at snýta bara tí vit finna tey
á eini heimasíðu. Men vit kunnu
minna tey á, at tey ikki hava upp
givið nakra inntøku frá leigu og
síðan spyrja, um tað er við vilja
ella eitt mistak, sigur Poula á Líð
arenda.
HETTA ER AIRBNB
Inntøkurnar hjá Airbnb koma frá, at
hvørja ferð ein útleigari leigar sína ogn út,
so tekur Airbnb 3 prosent av inntøkuni
fyri kostnaðin av flytingini. Harumframt
tekur Airbnb eisini eitt umsitingargjald
á 6 til 12 prosent fyri hvørja bílegging.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
U
ttan at eiga nakran
bygning, hús, íbúð,
summarhús ella aðra
ogn hevur tað innan
nøkur fá ár eydnast Airbnb at
gerast størsti veitari av gistingum
í heiminum. Í 34.000 býum í 190
londum kring allan heim er í dag
møguligt at leiga sær eitt stað at
búgva til næstu ferðina. Og við
so nógvum møguleikum eru tað
fá støð í verðini, har tað ikki ber
til at finna eitt stað at búgva á
Airbnb.
Airbnb byggir á tankan um
felagsbúskap, ið letur fólk vinna
pening upp á at deila sítt egna
heim við onnur. Í stuttum er Air
bnb ein marknaður á alnetinum,
ið kann lýsast sum ein sambind
ingarliður millum útleigara og
leigara. Síðan loyvir einstakling
um at útleiga ognir ella eykarúm
til gestir. Brúkarar kunnu eisini
leiga tær ognirnar, ið eru at finna
á heimasíðuni. Til ber hjá brúk
arum at leita eftir gisting í ym
iskum støðum og prísklassum. Á
heimasíðuni ber eisini til at síggja
ummælir frá øðrum brúkarum.
Inntøkurnar hjá Airbnb koma
frá, at hvørja ferð ein útleigari
leigar sína ogn út, so tekur Air
bnb 3 prosent av inntøkuni fyri
kostnaðin av flytingini. Harum
framt tekur Airbnb eisini eitt um
sitingargjald á 6 til 12 prosent fyri
hvørja bílegging.
Sambært amerikanska fíggjar
blaðnum Forbes, so hevur Airbnb
í dag eitt virði á 247 milliardir
krónur.