Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 14 Airbnb og ferðavinnan TEMA - Fleiri vilja heldur búgva privat enn á hotellum Vikuskiftis Sosialurin hittir fýra føroyskar Airbnb útleigarar, sum fortelja um týpiska gestin, og hvussu tað er at leiga sítt heim út. PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO N ógvir føroyingar leiga hús, íbúð og kømur út á Airbnb. Vaksandi ferða­vinnan er eitt gylt høvi hjá fleiri at tjena sær eitt eyka oyra og samstundis fáa nýtslu av tómu húsunum ella íbúðini. Airbnb loysnin er fyri ferðafólk ofta munandi bíligari enn at búgva á hotelli, og tí merkja føroysku út­ leig­ararnir eisini ein stóran eft­ir­ spurn­ing frá ferðafólkunum. Tað eru tó ikki bara ferðafólk, ið leiga, tí tað eru eisini fleiri føroyingar, ið leiga frá føroyingum gjøgnum Air­bnb. Tað snýr seg fyri fleiri útleigarar ikki bara um at fáa eitt yvirskot, men tað er eisini ein góður máti at koma í samband við fólk frá øll­um heiminum. Hjá fleiri ber tað held­ ur ikki til at leiga út í longri tíðar­ skeið­um, og tí er Airbnb ein góður máti hjá teimum at leiga út uppá. Har eru bæði fólk, ið leiga heila íbúð og heil hús út, og so eru summi, ið bara leiga eitt kamar út í hús­un­um, tey sjálvi búgva í. Allar tríggj­ar loysnirnar eru sera væl­ umtókt­ar, og gestirnir eru sum oft­ast skjótir at bóka sær pláss í góð­ari tíð. Tað fyllist skjótt við gestum Jørgen Christiansen hevur eini stór hús í Havn, har hann hevur valt at brúka niðaru miðhæddina til Airbnb virksemi. Her hevur hann fýra kømur, sum hava verið upp­tikin so at siga alt summarið. - Eg havi havt fult hús allan sept­ ember mánaða í øllum fýra kømr­ un­um, sigur Jørgen Christian­sen. Hann byrjaði at leiga út í apríl mánað í fjør, og longu tvær vikur eftir hann hevði gjørt sær ein Air­ bnb brúkara, høvdu gestir bókað seg inn til hansara kømur fyri alt summ­arið. - Alt summarið varð fult bókað uppá 14 dagar. Eg hevði ongantíð roknað við, at tað fór at ganga so skjótt, sigur Jørgen Christiansen. Marna Matras leigar eini eldri føroysk hús út, sum liggja mitt í Havn. Har hava nógv fólk búð, síð­an hon byrjaði at leiga út í 2016, og í ár hava húsini ikki staðið tóm í næst­an fimm mánaðir. - Eg havi havt fult hús í næstan fimm mánaðir. Men um veturin eru ikki so nógvir gestir, og tá gongur tað longri ímillum, at fólk leiga húsini, sigur Marna Matras. Hon byrjaði at leiga út í 2016 og hevur bæði leigað út gjøgnum Visit Tórshavn og Airbnb. Flestu leig­ar­ ar­nir hjá henni koma gjøgn­um Air­ bnb, og hon brúkar m.a. yvir­skotið til at halda gomlu húsini við líka og gera ábøtur. - Húsið fær nakrar pengar, og so geri eg nakrar ábøtur. Tað mel­ur í sær sjálvum, og so gevur tað sjálv­ andi eisini eitt sindur eyka, sigur hon. Munur á hotelli og Airbnb Airbnb er ikki bara ein bílig alt­ erna­tiv loysn hjá ferðafólkum. Tað er eisini ein heilt øðrvísi máti at ferð­ast uppá, tí mann ofta kemur í sam­band við lokal fólk uppá ein heilt annan máta, enn mann ger, tá mann býr í hotelli. Hetta leggja tey, ið leiga kømur út, serliga merki til. - Fyri gestirnar er tað øðrvísi at koma heim til privatpersónar enn at búgva á hotelli. Tað er ein ávís týpa av fólki, sum velur Airbnb, m.a. tí tey vilja sleppa í samband við fólkini, sum búgva í húsunum, sig­ur Inga Jóhannusdóttir, sum leig­ar kjallaran hjá sær í Sandavági út á Airbnb. Jørgen Christiansen hevur sjálv­ur dagligt samband við sín­ar gest­ir, og hann upplivir, at sam­ bandið millum leigara og gestirnar hev­ur nógv at siga. Hetta er við til at gera, at so nógv fólk velja Airbnb loysn­ina. - Eg haldi, at nógv raðfesta at búgva privat, tí tey halda tað vera hugna­ligari enn á hotelli, sigur Jørg­en. Tað er ofta væl dýrari at búgva á hotelli, men tá tað er hásummar, er tað eisini trupult hjá ferðafólkum at fáa pláss á hotellunum, tí har ofta er fult bókað. Summi ferðafólk velja tí at leiga sær sovipláss gjøgn­ um Airbnb, tí har ikki hevur verið pláss á hotellunum. - Fleiri ferðafólk, sum hava leigað hjá okkum, siga, at tey hava roynt hotellini, men tey hava ofta verið fult bókað. Tað sær út til, at tað bara veksur við ferðafólkunum, sig­ur Inga Jóhannusdóttir. Mann møtir fólki gjøgnum Airbnb Fyri útleigararnar er útleigan við Airbnb ein góður máti at regluliga koma í samband við nýggj fólk frá Føroyskir Airbnb útleigarar: