hósdagur 4. oktober 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
15
øllum heiminum. Fyri fleiri er hetta
millum orsøkirnar til, at tey leiga
sína íbúð ella sítt kamar út, tí tað
gevur nakað sosialt.
- Eg fari inn til gestirnar hvønn
morgun klokkan 07, og so geri eg
morgunmat og eti morgunmat við
teimum. So kunnu vit sita rundan
um borðið og tosa um allan heim
in, meðan eg kann finna uppá at
fortelja gestunum onkrar røvara
søgur. Tað plagar at vera hugna
ligt, og sovorðið upplivir mann
heldur ikki á hotelli, sigur Jørgen
Christiansen.
Inga Jóhannusdóttir, sum leigar
kjallaraíbúðina hjá sær í Sandavági
út, vísir eisini á sambandið, sum er
millum ferðafólkini og vertin.
- Eg haldi, tað er ordiliga stuttligt
at leiga út til ferðafólk, tí eg komi í
samband við fólkini. Tey, sum eru
hjá okkum, plaga at verða rættiliga
forkelað, m.a. bjóði eg teimum onk
untíð føroyskan mat. Av og á fáa
vit eisini onkrar gávur frá summ
um gestum, greiðir Inga frá.
Marna Matras leigar eini heil
hús út, og hon kemur ikki so ofta
sjálv í beinleiðis samband við gest
irnar. Hon hevur eina lyklaboks, og
uppá hendan mátan kunnu gestir
nir lættliga passa seg sjálvar. Hon
heldur, at fleiri ferðafólk raðfesta
at kunna vera fyri seg sjálvan í ein
um heilum húsum.
- Fleiri ferðafólk velja at leiga
hús í staðin fyri eitt hotellkamar, tí
uppá hendan mátan kemur mann
sum gestur inn onkrastaðni, har
mann kann vera fyri seg sjálvan,
sigur hon.
Elsa í Hjøllum stendur fyri at
leiga eini hús út í Elduvík, og hon
møtir heldur ikki so ofta gestunum
sjálv, men samskiftir við tey gjøgn
um Airbnb heimasíðuna. Hon
leggur merki til, at tað ofta eru am
erikanarar, sum leiga, men føroy
ingar leiga eisini til tíðir.
- Eg upplivi, at flestu leigararnir
eru amerikanarar. Onkuntíð eru
tað eisini føroyingar, sum leiga
húsini eitt vikuskifti, sigur Elsa í
Hjøllum.
- Føroyingar brúka nógv Airbnb
í Føroyum, og nógvir hava leigað
frá mær. Serliga eru tað føroyingar
av bygd, sum koma til Havnar í
vikuskiftum, og á ólavsøku er stór
ur eftirspurningur, sigur Marna
Matras.
Riggar best at leiga út
í styttri tíðarskeiðum
- Eg veit, at summi spyrja, hví vit
ikki leiga út til føroyingar. Høvdu
vit havt ein ordiligan køk í íbúðini,
hevði tað verið nakað annað. Tað
hava vit ikki, og tí riggar tað best
fyri okkum, at fólk kemur og fer
allatíðina, sigur Inga Jóhannus
dóttir.
Summi leiga út í ávísum tíð
arskeiðum, tí tey sjálvi skulu
brúka húsini. Hetta er tilfellið
við húsunum í Elduvík, sum Elsa
í Hjøllum leigar fyri sysktinabarnið
hjá sær, sum býr í Sveis.
- Hann brúkar sjálvur húsini
umleið tríggjar ferðir um árið, og
tí riggar tað ikki so væl at hava
langtíðarleigu, sigur hon.
Marna Matras meinar ikki, at
tað er ábyrgdin hjá privatum fólk
um at leiga út til føroyingar og vil
sleppa at brúka síni hús, sum hon
vil, tí henni dámar best at leiga út
í styttri tíðarskeiðum.
- Fyri tað um eg havi arvað eini
hús í býnum, merkir tað ikki, at eg
skal taka mær av íbúðarneyðini. Eg
eri ikki áhugað í at leiga í longri tíð
arskeiðum. Eg havi roynt at leigað
út í 10 mánaðir, men mær dámar
best at leiga út í styttri tíðarskeið
um, sigur Marna Matras.
Jørgen Christiansen fyritrekkir
eisini at leiga út til ferðafólk, m.a. tí,
at tað lønar seg betri peningaliga.
Man hann hevur umhugsað at leiga
út til føroyingar í vetrarhálvuni.
- Eg havi umhugsað at leiga út
til føroyingar í vetrarhálvuni, men
um summarið leigi eg út til ferða
fólk. Tað gevur nógv betri at leiga
til ferðafólk, sigur hann.
Góðar royndir við
at leiga út
Mann hevur onkuntíð hoyrt
skrekksøgur uttanlands um Air
bnb, har útleigarin er komin heim
til eina oyðilagda íbúð ella funnið
útav, at ólógligt virksemi hevur
gingið fyri seg í leigumálinum.
Men teir fýra Airbnb útleigararnir,
Sosialurin hevur prátað við, hava
bara havt góðar royndir av Airbnb.
- Tey, sum leiga frá okkum, eru
øll fitt, so tað hevur riggað væl hjá
okkum. Eg síggi næstan ikki, at
nakar hevur verið har, tá tey eru
farin. Tey fara óalmindiliga væl
um, og eg havi ikki upplivað nakað
negativt við at leiga út. Tey rudda
væl eftir sær og taka av songini og
alt, sigur Inga Jóhannusdóttir.
Tað sama sigur Jørgen Christ
iansen, ið leigar fýra ymisk kømur
út í sínum húsum í Havn.
- Eg havi ongan keðiligan gest
havt, so eg eri væl nøgdur. Kanska
ein keðiligur hevur verið, men
annars havi eg bara góðar royndir,
sigur hann.
Elsa í Hjøllum hevur eisini bara
góðar royndir við Airbnb.
- Fólk hava verið øgiliga blíð og
fitt. Tey fara væl um, og samskiftið
millum gestirnar og meg hevur
riggað ordiliga gott, fortelur hon.
Marna Matras letur eisini væl
at, og hon merkir longu nú áhugan
fyri at leiga í næsta ár. Nógvu
ferðafólkini, sum koma til Føroya,
eru væl fyrireikað og eru longu nú
byrjað at bíleggja sær pláss í hús
unum hjá Marnu Matras.
- Fólk byrja longu nú at bíleggja
til næsta summar. So um eg ein
dagin skal gevast við at leiga út
til ferðafólk, so má eg helst vera
fyrireikað eitt ár áðrenn, tí bók
ingarnar koma so tíðliga, sigur hon.