Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 16 Airbnb og ferðavinnan TEMA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að kom óvart á tey flestu, tá Hagstova Før­oya síðst í august mán­aði kunngjørdi, at sam­bært seinastu hagtølunum fyri før­ oyska ferðavinnuna, so vóru færri gistingar í ferðavinnuni fyrra hálv­ ár 2018 enn sama tíðarskeið und­ an­farna ár. - Tað vóru 76.303 gistinætur í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.494 ella 2% færri enn sama tíð­ ar­skeið í fjør, skrivaði Hag­stov­an á heimasíðu síni tá. Nýggju hagtølini tóktist at ganga beint móti fatanini av, at ferðavinnan er í stórum vøkstri. Ein fatan sum millum annað byggir á, at tvey nýggj gistingarhús verða bygd í høvuðsstaðnum í hesum døgum, Atlantic Airways hevur fingið kapping á flogleiðini og nýggi terminalurin á flogvøllinum longu er undir trýsti av vøkstrinum av ferðandi. Ikki størst Ein av orsøkunum til óvæntaðu hag­tølunum kann møguliga finn­ ast í teimum hagtølunum um ferðavinnuna, ið Visit Faroe Islands kunngjørdi fyrr í vikuni. Í eini Gallup kanning, har 438 ferðafólk svaraðu um millum annað hvussu tey gistu, tá tey vitjaðu í Føroyum, svaraði størsti bólkurin, at tey høvdu bókað sær gisting gjøgnum heimasíðuna Airbnb. Júst tølini fyri Airbnb eru áhuga­verd, tí í hagtølunum hjá Hag­stovu Føroya verða gistingar gjøgnum Airbnb ikki taldar við, av tí at almenni hagtalsstovnurin ikki hevur innlit í tølini hjá am­erik­ anska felagnum - Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leig­ aðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb, skrivar Visit Faroe Islands um kanningina. Kanningin vísir sostatt, at Air­ bnb eigur í løtuni munin á gist­ ingarhúsunum, tá ferðafólk skulu útvega sær eitt stað at gista í Før­ oyum. Visit Faroe Islands vís­ir tó samstundis á, at ein av orsøk­un­um til, at ferðafólk velja at finna sær gisting gjøgnum Air­bnb, er vegna manglandi pláss á gist­ing­ar­hús­ unum. Deildar meiningar Vikuskiftis-Sosialurin hevur spurt nakrar av stjórunum í føroysku gistingarhúsunum um hvussu tey uppliva kappingina við Airbnb og meiningarnar eru deildar. Með­ an nakrir av stjórunum vísa á, at kappingin ikki er á jøvnum fóti og at tað sæst serliga aftur í vetr­ ar­hálvuni, so eru tað aðrir, ið ikki meta at Airbnb hevur ta stóru ávirk­an á virksemi hjá føroysku gist­ing­arhúsunum. Pætur Trónd Thomsen er stjóri í Hotel Hafnia í Havn, ið er eitt av teimum stóru gistingarhúsunum í høvuðsstaðnum. Í hansara huga er Airbnb bæði gott og ringt. - Fyri ferðavinnuna sum heild, so er Airbnb gott, tí tað hev­ur økt um samlaða talið av gist­ing­ar­pláss­ um í Føroyum. Her eru ikki so nógv gistingarpláss sum nú er, men er tað eisini orsøkin til, at vit eru farin í holt við at byggja eitt nýtt gist­ing­ ar­hús. So havandi ver­andi støðu í huga, har tað er eitt av­markað tal av gistingarplássum, so er Airbnb ja­ligt, sigur Pætur Trónd Thomsen. Størsti kappingarneytin Men meðan tað um summarið er nokk av ferðafólkum til bæði gist­ ing­arhús og borgarar sum leiga út gjøgnum Airbnb, so er støðan ein onnur um veturin, tá ikki eins nógv ferðafólk leita sær til Før­oyar. Tá gerst Airbnb størsti kapp­ing­ar­ neyt­in hjá føroysku gist­ing­ar­ húsunum metir stjórin í Hotel Hafnia. - Sum tað er nú, so er Airbnb okk­ara størsti kappingarneyti. Vit hava ongar trupulleikar við, at Airbnb loyvir fleiri fólkum at koma til Føroyar um summarið, tí tá eru øll seingjarplássini hjá gist­ ing­arhúsunum bókað. Men nú tá vit koma inn í eitt tíðarskeið, tá tað ikki eru nógv ferðafólk, er tað GISTINGARHÚSINI ÓSAMD UM AIRBNB - Vit hava ongar trupulleikar við, at Airbnb loyvir fleiri fólkum at koma til Føroyar um summarið, tí tá eru øll seingjarplássini hjá gistingarhúsunum bókað. Men nú tá vit koma inn í eitt tíðarskeið, tá tað ikki eru nógv ferðafólk, er tað øgiliga sterk kapping um tey fáu ferðafólk, ið koma hendan vegin. Tá síggja vit eina órættvís kapping á økinum, tí gistingarhúsini verða áløgd hørð krøv, meðan Airbnb sleppur undan, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri í Hotel Hafnia. - Tað er púra eyðsæð, at um vit ikki uppliva ein munandi vøkstur næstu tíðina, so fara vit at fáa eina avbjóðing um tvey ár, tá tey nýggju gistingar­húsini standa klár. Tá verður talið av gistingar­ plássum so mikið stórt, at kappingin við Airbnb fer at merkjast um summarið