Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 17 øgi­liga sterk kapping um tey fáu ferða­fólk, ið koma hendan vegin. Tá síggja vit eina órættvís kapping á øk­inum, tí gistingarhúsini verða áløgd hørð krøv, meðan Airbnb slepp­ur undan, sigur Pætur Trónd Thom­sen. Tað er eitt sjónarmið, ið Bergur Thomsen, stjóri í 62N, kann taka undir við. Um summarið er marknaðurin stórur nokk til allar part­ar, men hann minkar mun­ andi um veturin. Hann vísir eisini á, at um talið av ferðafólkum ikki veksur næstu árini, so fer kapp­ ing­in við Airbnb eisini at merkjast í summ­arhálvuni, tá fleiri nýggj gist­ingarhús lata dyrnar upp. - Tað er púra eyðsæð, at um vit ikki uppliva ein munandi vøkstur næstu tíðina, so fara vit at fáa eina av­bjóðing um tvey ár, tá tey nýggju gist­ingarhúsini standa klár. Tá verður talið av gistingarplássum so mikið stórt, at kappingin við Air­bnb fer at merkjast um summ­ arið. Men vit eru bjartskygd og trúgva uppá, at eitt ella annað fer at henda, ið veksur um talið av ferðafólkum næstu árini. Tað kann vera eitt nýtt flogfelag, ið byrj­ar at flúgva til Føroyar ella ein nýggj farleið letur upp, sigur Berg­ ur Thomsen. Jóhanna Rasmussen, sølustjóri í Hotel Føroyum, vísir hinvegin á, at tað er ein góð orsøk til, at Airbnb hevur fingið so góða undirtøku í Føroyum. - At Airbnb er so væl umtókt, er tí ein tørvur er har. Tað fær man ikki gjørt nakað við. Men í kann­ ingini vísa fleiri á, at um tey fingu pláss á gistingarhúsi, so høvdu tey heldur valt tað enn Air­bnb. Tað kundi týtt upp á, at tað er ein tørv­ ur á fleiri plássum í gist­ing­ar­hús­ un­um, sigur Jóhanna Ras­mus­sen. Eftirlýsa javna kapping Trónd Thomsen, Jóhanna Ras­ mus­sen og Bergur Thomsen vísa øll á, at tá gistingarhúsini eru í bein­leiðis kapping við Airbnb, so er talan um eina kapping, har part­arnir kappast undir ymiskum treyt­um. Meðan tað almenna setir fleiri krøv til gistingarhúsini, so eru eingin krøv til teirra, ið leiga út gjøgnum Airbnb. - Tað sum vit halda vera órímiligt er, at eingin krøv verða stillað til Airbnb íbúðir. Íbúðin kann vera full við svampi og ikki hava brunatrygd ella trygdarviðurskifti í ordan, tí eingin krøv verða sett. Hinvegin eru gistingarhúsini undirløgd hørð krøv um hesi viðurskifti, sigur Berg­ur Thomsen. Sølustjórin á Hotel Føroyum vísir eisini á, at Airbnb sleppur und­an nógvum av tí, ið er bæði tíðar- og orkukrevjandi hjá gistingarhúsunum at fáast við. -Vit virka undir hørðum krøv­ um um trygd, rýmingarvegir, brand­ávaring og at upplýsa hagtøl. Tað er slíkt, ið krevur tíð, pengar og orku, men sum Airbnb sleppur und­an. Tað ger eisini, at tað er trup­ult at vita nágreiniliga hvussu nógv ferðafólk eru í Føroyum, tí øll hag­tøl verða ikki upplýst, sigur Jó­ hanna Rasmussen. Pætur Trónd Thomsen vís­ir eis­ ini á, at meðan neyvt eftir­lit verð­ ur hildið við gisting­ar­hús­un­um, so er næstan einki slag av eftir­liti við teimum, ið leiga út gjøgnum Air­bnb. - Tað er nógv meira eftirlit við gist­ingarhúsunum enn við Airbnb. Tað skal eisini vera soleiðis innan okkara vinnu, men í verandi løtu er lítið og einki skattligt eftirlit av Airbnb-útleigan, sigur stjórin á Hotel Hafnia. Pláss til øll Meðan stjórarnir í Hotel Hafnia og 62N meta, at Airbnb er ein trupulleiki partar av árinum, so eru Svend Aage Højgaard Ellefsen, stjóri í Hotel Streym, og Uni Ras­ mus­sen, stjóri í Hotel Runavík, av eini aðrari uppfatan. - Higartil hevur Airbnb ikki havt nakra ávirkan á okkum. Um summarið hevur verið full­ sett. Tað kann vera, at tað fer at broytast um tvey ár, tá tey nýggju gistingarhúsini verða bygd, men kanningin hjá Visit Faroe Islands vísti eisini, at ein stór­ur partur av teimum, ið leiga gjøgn­um Airbnb, heldur høvdu ynskt at búð á gistingarhúsi, sigur Svend Aage Høj­gaard Ellefsen, og leggur aft­ur­ at, at hann væntar at markn­aðurin er nóg stórur til, at øll kunnu fáa eitt stykki av køkuni. - Airbnb hevur ikki órógvað gist­ ing­arhúsini higartil, tí tey eru øll full. Eg trúgvi, at tey verða verandi full framyvir, tí at tey flestu sum koma til Føroyar, vilja heldur búgva á gistingarhúsi enn Airbnb. So vit kunna øll liva saman og hava tað gott. Heldur ikki Uni Rasmussen, stjóri í Hotel Runavík, merkir, at gist­ing­arhúsið er í kapping við tey, ið leiga út gjøgnum Airbnb. - Tað er ringt at vita hvussu støðan hevði verið, um Airbnb ikki var ein møguleiki. Men í summar hev­ur verið rættiliga fult hjá okk­um. Eg hoyrdi tað eisini bleiv nevnt, at tað var minking í talinum av gistingum í ár samanborið við í fjør, men tað er ikki okkara upp­liv­ ing av støðuni. Heldur øvugt, tí vit hava havt fleiri gistingar í ár enn í fjør, sigur Uni Rasmussen. - Tað sum vit halda vera órímiligt er, at eingin krøv verða stillað til Airbnb íbúðir. Íbúðin kann vera full við svampi og ikki hava brunatrygd ella trygdar­ viðurskifti í ordan, tí eingin krøv verða sett. Hinvegin eru gistingar­húsini undirløgd hørð krøv um hesi viðurskifti Airbnb hevur ikki órógvað gistingarhúsini higartil, tí tey eru øll full. Eg trúgvi, at tey verða verandi full framyvir, tí at tey flestu sum koma til Føroyar, vilja heldur búgva á gistingarhúsi enn Airbnb. So vit kunna øll liva saman og hava tað gott