hósdagur 4. oktober 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
18
ÁRNI GREGERSEN
S
einasta spælið um fíggj
arlóg, vald og ráðharra
krakkar er sett í gongd.
Løgtingið hevur 1.við
gerð av uppskotinum til fíggjarlóg
fyri komandi ár.
Sum vanligt, so verður høvi
eisini brúkt at vita, hvør er
sterkastur í tinginum og eftirsum
hetta er seinasta fíggjarlógarupp
skotið hjá hesi samgonguni í hes
um valskeiðnum, so verða fleir
styrkiroyndir gjørdar.
Samgonan er eitt sindur skerd,
tí veruleikin er, at síðani september
2015 hevur talan verið um eina
samgongu, sum ikki innanhýsis
megnar at telja 17 atkvøður.
Beint eftir at samgonguskjalið
var undirskrivað, boðaði Sonja
Jógvansdóttir frá, at hon meldaði
seg úr Javnaðarflokkinum.
Síðani
hevur
tað
verið
buldrasligt og formliga hevur
Kristin Micelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri, boðað frá, at hann ikki
kennir seg bundnan av teimum av
gerðum, Javnaðarflokkurin tekur.
Við øðrum orðum telir sam
gongan bara 15 av 33 atkvøðum.
Arbeiða sum vanligt
Hóast hendan veruleikan, so vænt
ar løgmaður framvegis, at tað fer
at eydnast í minsta lagi at fáa 17
atkvøður fyri fíggjarlógini.
Hann vísir á, at vanligt er at
tosa við onnur, tá ið arbeiðið við
fíggjarlógini av álvara er komið í
gongd í tinginum. Fyrst í desember
er vanligt, at landsstýrið kemur við
seinastu tølunum og inntøkumet
ingum fyri komandi ár. Tá ið tey
tølini fyriliggja verður politiskt
farið undir at tryggja neyðugu
atkvøðurnar, so fíggjarlógin kann
samtykkjast.
-Vit hava ikki enn gjørt nakra
avtalu við aðrar flokkar, men
vit eru í dialogi við flokkar og
einstaklingar, so hetta fer at ganga
upp, sigur Aksel V. Johannesen,
løgmaður.
Viðvíkjandi fíggjarlógini er
tað soleiðis, at ein stórur partur
av útreðslunum liggja meira ella
minnji fastar og eru tær somu,
uttan mun hvør samgonga situr á
landsstýriskrakkunum í Tinganesi.
Eitt sindur av rakstrarútreiðslu
num kunnu vaksa ella minka eitt
sindur, men ikki tað stóra, sæð í
mun til eina fíggjarlóg, sum javn
vigar við meira enn seks milljard
um krónum.
Tað sum slagið ofta er um, eru
íløgurnar og hvussu tær skulu rað
festast.
Politiskt verður hetta ofta brúkt
til at fáa flokkar at taka undir við
samgonguni og fíggjarlógini.
Júst nú vita øll, at nógv ferð er
á búskapinum og tí hevur sam
gongan gjørt av at drýggja nakrar
av almennu íløgunum. Ikki tí at
tað ger so stóran mun í samlaða
búskapinum, men heldur fyri at
senda eitt signal um, at ferðin –
serliga í byggivinnuni – er rættuliga
stór nú.
Hetta ger, at torført er at finna
handverkarar og at byggiharrin
ikki fær nóg mikið fyri hvørja
íløgukrónu, tí allir prísir hækka.
Samlaðu íløgurnar í Føroyum
júst nú, tá ið privatu íløgurnar verða
taldar við eru um tríggjar milljardir
krónur , staðfestir Búskaparráðið,
so at landið drýggjar íløgur fyri
eini 80 milljónir krónur flytir ikki
so nógv.
Men tað er eitt politiskt signal.
Fámjins-tunnil
Mitt undir fyrstu viðgerð av
fíggjarlógaruppskotinum hava
sjey tingfólk so sett eitt uppskot
fram um at gera tunnil til Fámjins
áðrenn tunnil verður gjørd til Dals.
Millum tey sjey, sum seta upp
skotið fram, er Kristin Michelsen,
sum annars er ein partur av sam
gonguni.
Hetta er eitt mál, sum bruni er
í. Fyrr í vikuni legði Henrik Old,
landsstýrismaður, frá sær í sama
sambandi.
Onki bendir á, at hetta er eitt
innanhýsis mál í samgonguni,
men heldur í sjálvum Javnaðar
flokkinum hjá løgmanni.
Millum tingfólk verður mett,
at hetta ikki verður eitt mál, sum
Henrik Old fer at vinna nakað
burturúr, tí tey siga, at var hann ikki
komin við uppskotinum um lítla
tunnilstoymið hjá landinum, so var
Fámjins-tunnilin útboðin sama við
Hvalbiar-tunlinum og so var hann
gjørdur nógv skjótari enn nú.
Og Dalur hevði eisini fingið sín
tunnil.
Politiska støðan í løtuni er ikki
spentari enn hon hevur verið alt
samgonguskeiðið. Meðan fiski
vinnunýskipanin var til viðgerðar
var munandi størri trýst á einstøku
tinglimunum, men tá megnaði
samgongan at hanga saman og
samtykkja skipanina.
Lat tað vera sagt her til endans:
uppskotið um Fámjin til Dals kann
gera enda á samgonguni, men
akkurát nú er tað so at siga ongin
í Løgtinginum, sum væntar at tað
hendir.
SAMGONGAN FÆR
MEIRLUTA OG FÍGGJAR
LÓGIN VERÐUR SAMTYKT
Sjálvt um samgongan ikki telir
meira enn 15 atkvøður, so er
onki, sum bendir á, at hon ikki
fær fíggjarlógina samtykta
GREINING
Fólk í tinginum halda, at hevði Henri Old ikki verið so
bráður, so hevði Fámjins tunnilin boðin út saman við
Hbalbiartunlinum og verið nógv skjótari gjørdur
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er ein av sjey tingfólkum,
sum hevur lagt uppskot fram um at gera tunnil til Fámjins beinanveg
Aksel V. Johannesen, løgmaður, ivast ikki íu, at tað verður møguligt at fáa ein meirluta fyri fíggjarlógini