Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 20 HALLUR AV RANA T ýsdagin trein Lars Løkke Ras­mussen, danski for­ sætis­ráð­harrin, upp á røðarapallin í Fólka­ tingi­num til tað, ið kann gerast hans­ara síðsta setanarrøða sum danski forsætisráðharri. Áðrenn Fólka­tingið verður sett næstu ferð skulu danir nevniliga í valhølini til at velja hvønn tey ynskja skal leiða land­ið tey næstu fýra árini. Seinasta freist fyri einum Fólka­ tings­valið er 17. juni 2019, men tey eru fá, ið vænta, at Lars Løkke Ras­mussen bíðar til í síðstu løtu at út­skriva val. Forsætisráðharrin hev­ur tó gjørt greitt, at hann ongar ætlan­ir hevur um at útskriva val í ár, men hevur í hyggju at bíða til 2019. Tað er tó longu greitt, at komandi mánað­irnar í donskum politikki verða merktir av stríðnum fyri at vinna atkvøðurnar hjá donsku veljar­unum, nú flokkarnir gera seg klárar til val. Bleiv skotið í gongd Fleiri føroyingar vóru til staðar til setanina av Fólkatinginum týs­ dagin. Aksel V. Johannesen, løg­ maður, og Páll á Reynatúgvu, løg­ tings­formaður, vóru til staðar sum um­boð fyri ávikavist landsstýrið og løgtingið, meðan teir báðar før­ oysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Magni Skaale, sótu í sín­ um sessum í Fólkatingssalinum. Fyri ein teirra tóktist tað, at setanar­røðan hjá Lars Løkke Ras­ mus­sen var farskotið til valárið, ið liggur fyri framman - Valstríðið bleiv skotið í gongd týsdagin. Tað er eingin ivi um tað. Lars Løkke Rasmussen legði seg rættiliga langt út á sosial­demo­krat­ iska veingin við at tosa um væl­ ferða­tænastur, væl­ferða­tænast­ur og vælferðatænastur. Tað var um heilsuverkið, almannaverkið og tað var øgiliga týðiligt, at vit nú síggja eitt stríð um miðjuna í donskum politikki. Tað hann royndi var leggja Vinstraflokkin á miðjuna í gjár og útyvir danska Javnað­ar­ flokkin, sigur Sjúrður Skaale, fólka­ tingsmaður fyri føroyska Javnað­ arflokkin. Val í vár Báðir fólkatingslimirnir eru samd­ ir um, at forsætisráðharrin helst bíðar til í vár, áðrenn hann út­ skrivar val. Teir eru tó ósamdir um hvussu tað fer at ávirka arbeiðið í Fólka­tinginum næstu tíðina. Sjúrður Skaale vísir á, at tey mál, ið hann hevur virkað fyri síðstu árini, eru av slíkum slag, at tað ger ongan mun, at talan nú er um valár. - Eg havi brúkt nógva tíð upp á at beina burtur teknisku forð­ing­ ar­nar millum Føroyar og Danmark. Tað hava verið fleiri forðingar, ið hava forða føroyingar at brúka danskar skipanir, m.a. vegna cpr- talið. Nakað av tí havi eg fingið broytt, men tað hevur aldrin verið eitt mál í Danmark, tí man veit, at tað er ikki nakað, ið teir donsku flokk­arnar kunnu selja donsku veljar­unum. Tí fer hetta arbeiðið ikki at verða merkt av, at tað er valár, sigur Sjúrður Skaale. Hin føroyski fólkatingsmaðurin vísir hinvegin á, at komandi valið longu hevur merkt arbeiðið á Fólka­tingið, tí danskir politikarar eru farnir at hugsa meira um at veljast aftur. - Síðstu tíðina hava vit longu sæð, at arbeiðið er øgiliga merkt av, at tað er eitt valár. Tað sæst aftur í teimum raðfestingum, ið verða gjørdar á Christiansborg. Nú verða mál tikin fram, ið staðfesta støður­ nar til komandi val, sigur Magni Arge og leggur afturat. - Tað verður sum heild truplari at fáa mál ígjøgnum, ið ikki eru fram­marlaga í huga­num hjá donsk­ um veljarum. Uttan­ríkis­poli­tikkur og slíkt kemur nú í aðru røð aftaná býti av ríkidøminum, vælferð og onnur mál. Tað uttanríkispolitiska Eitt evni, ið hevur føroyskan áhuga og sum møguliga fer at fylla eitt sindur meira komandi mánað­ir­nar, er spurningurin um hvussu Før­ oyar og Grønland kunnu fáa størri innlit í uttanríkis- og trygdar­poli­ tikkin hjá danska ríkinum. Í setan­ ar­røðuni nam Lars Løkke Ras­ mussen eisini við hetta. - Bæði Føroyar og Grønland ynskja størri innlit og luttøku í uttan­ríkis- og trygdarpolitikkinum. Tey seta nýggj krøv til tann hátt, ið vit samstarva upp á í ríkis­felags­ skapinum. Tað er eitt evni, sum stjórnin í næstum ynskir at við­gera nærri saman við Føroyar og Grøn­ land, segði Lars Løkke Ras­mussen. Sostatt tykist forsætisráðharrin at lova, at hugt verður eftir hesum parti­num av samstarvinum, men Sjúrður Skaale er eitt sindur í iva, um stundir er til tað. - Lars Løkke Rasmussen er sinn­ aður at taka lut í einum dialogi, um hvussu man dregur Føroyar meira við í uttanríkispolitiskar avgerðir. Hann segði tað, at tað fór at vera trupult, men tað er nakað, ið man frá danskari síðu gjarna vil gera. Men spurningurin er í hvussu stóran mun tað kann gerast teir síðstu mánaðirnar, sigur Sjúrður Skaale. Tíðirnar broytast Meðan fólkatingslimurin fyri Javn­ aðar­flokkin ivast í, um nakað fer at spyrjast burturúr hesum áðrenn valið, so vónar starvsfelagin í Tjóð­ veldi, at talan er um meira enn bara tað vanliga tosi. - Orðingarnar hjá forsætis­ráð­ harra­num vóru øgiliga bleytar og rund­ar. Eg haldi ikki, at hann gav nakað lyfti av nøkrum sum helst slag. Men lagt varð upp til, at man fer at tosa um tingini. So kann man bara vóna, at tað verður meira enn tær vanligu rundu vendingarnar, sigur Magni Arge og leggur aftur. - Vit kunna ikki longur brúka hetta sjabbið aftur og fram um grund­lógina, heimastýrislógina, uttan­ríkispolitisku lógina, hvat man kann og ikki kann, juridiskar forð­ingar og annað, ið tað altíð endar í, tá man skal kjakast um størri rásarúm og heimildir. Vit muga hava nakað konkret á borðið, ið gevur okkum størri rásarúm og av­gerðar­rætt í málum, ið eru av millum­tjóða og altjóða slag. Trupulleikin sambært Magni Arge er, at heimastýrislógin byggir DANSKA VALSTRÍÐIÐ ER BYRJAÐ - Valstríðið bleiv skotið í gongd týs­dag­in. Tað er eingin ivi um tað. Lars Løkke Rasmussen legði seg rættiliga langt út á sosialdemokratiska veing­in við at tosa um væl­ferða­tænastur, vælferðatænastur og væl­ferða­tænastur. Tað var um heilsu­verkið, almannaverkið og tað var øgi­liga týðiligt, at vit nú síggja eitt stríð um miðjuna í donskum poli­tikki, sigur Sjúrður Skaale, fólka­tings­maður fyri Javnaðarflokkin