hósdagur 4. oktober 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
21
T
á Fólkatingið bleiv
sett týsdagin nýtti
Lars Løkke Rasmus
sen, danski forsætis
ráðharrin, sína røðu til millum
annað at lýsa samstarvið millum
londini í Ríkisfelagsskapinum.
Her er tað, ið hann segði:
- Skulu vit varðveita lívið í
Ríkisfelagsskapinum, so muga
vit kenna til hvønn annan.
Skilja okkara ymisleika, líkleika
og søgu, so vit kunna niðurbróta
fordómar og uppbyggja álit.
- Á árliga ríkisfundinum í Før
oyum viðgjørdu vit í felag, hvussu
vit fáa tikið neyðugu tøkini til
at økja um vitanina um hvønn
annan í Ríkisfelagsskapinum.
- Tí vænti eg vit kunnu fara
til verka, tá eg seinni í ár hitti
løgmann og formannin fyri
Naalakkersuisut.
Bæði Føroyar og Grønland
ynskja
størri
innlit
og
luttøku
í
uttanríkis-
og
trygdarpolitikkinum.
Tey
seta nýggj krøv til tann
hátt, ið vit samstarva upp á í
ríkisfelagsskapinum. Tað er eitt
evni, sum stjórnin í næstum
ynskir at viðgera nærri saman
við Føroyar og Grønland.
Lars Løkke
Rasmussen
um Føroyar
á ein veruleika, ið er munandi
broyttur. Føroyar er ikki longur
ein lítil partur av Danmark, men er
vorðið ein partur av altjóða sam
felagnum, ið samráðist við lond
um handilsavtalur og fiskirættindi.
Í tíðini síðan heimastýrislógin
bleiv sett í gildi, hevur Danmark
eisini handað part av sína sjálvs
avgerðarrætti til ES, meðan aðrar
stórar broytingar, so sum flytingin
av fiskimarkinum, hevur ført til, at
føroyingar nú samráðast beinleiðis
við onnur lond. Tí er neyðugt við
eini nýggjari skipan, metir fólka
tingsmaðurin.
- Okkara handilskraft í altjóða
heiminum er í stóran mun bundin
niður av heimastýrislógini og
uttanríkispoltisku lógini. Tær eru
ikki hóskandi í dag, og tí er mín
áheitan at forsætisráðharran, at
taka politisku handverkara brill
urnar á og sleppa hesa aldargomlu
juridisku betonghugsanini um at
teir skulu verja sína støðu í Føroy
um, sigur Magni Arge.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Mynd: Mads Claus Rasmussen Ritzau Scanpix
MYND: LISELOTTE SABROE RITZAU SCANPIX