Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22 Takksemi. Gleði. Vón. Hesar eru ríku kenslurnar nú vit hava lagt fram fjórða og seinasta fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­ið í hesum samgonguskeiðnum. Takksom fyri, at vit – landsstýrið og sam­gongan – hava fingið møgu­ leik­an frá Føroya fólki at stjórna Før­ oya landi, og hava framt eina røð av á­tøkum, ið flyta Føroyar framá, sein­ astu 3 árini. Gleðist um, at vit hava eitt sam­ felag í menning, við stórum fólk­a­ vøkstri, vaksandi vinnulívi, og støð­ ugt betri vælferðartænastum. Vónrík um, at vit komandi árið fara at byggja víðari á tað, ið framt er, og flyta okkum enn longur fram­á, sum land og fólk í einum sjálv­bjargn­ ari, samhaldsfastari og meira tíðar­ hósk­andi Føroyum. Vit velja Føroyar 14. september er ein serstakur dagur í Føroya søgu. Tí á hesum degi valdi Før­oya fólk at skipa Føroyar sum sjálv­støðugt land – í 1946. Hesin vilji fólksins varð tó ikki framdur í verki. Síðan hetta hava skiftandi lands­ stýri stjórnað Føroya landi, og hava vit flutt okkum áfram móti ein­um alsamt meira sjálvstøðugum sam­ felag. Enn hava vit tó ikki rokkið máli­num. 14. september 2015 var eisini ein ser­stak­ur dagur. Tí tá varð sam­gong­ u­skjal undirskrivað av Javn­að­ar­ flokk­i­num, Framsókn og Tjóðveldi. Mál­ið var greitt. At skipa einar meira sjálv­bjargn­ar, sam­halds­fast­ar og tíð­ ar­hósk­andi Føroyar. Vit fóru til verka bein­an­vegin. Úrslitini tala fyri seg. Ongantíð hava so nógv fólk búð í Før­oyum. Eru nú fleiri 51.000. Ongantíð hava so nógv størv ver­ ið í Føroyum. Eru nú fleiri enn 27.000 løntakarar. Ongantíð hevur virðið av tí, ið vit skapa hvønn dag verið so stórt sum nú. Bruttotjóðarúrtøkan er nú meira enn 19 milliardir um árið. Hetta er at fegnast um, og er eitt úrs­lit av øllum tí, sum fólk skapa kring landið alt, hvønn dag. Loysa stóru avbjóðingarnar Øll samfeløg hava avbjóðingar. So­ leið­is er eisini í Føroyum. Settu okk­ um tí beinanvegin fyri, at loysa nakr­ ar av stóru avbjóðingunum, fyri at skapa enn størri trivna, sjálvbjargni og fram­gongd fyri alt fólkið, og kring land­ið alt. Vit vildu og vilja loysa stóru avbjóðingarnar. Frá fólkaminking - til varandi fólk­a­vøkstur Tí eru sett í verk fleiri nýggjar út­ búgv­ingar kring landið, hægri lestr­ ar­stuðul, barsilstíðarskeiðið longt 8 vikur, barnafrádrátturin hækk­ aður munandi, íløgur í fisk­i­vinnu­ ný­menn­ing, ferða­vinn­u­menn­ing, krea­tivar vinnugreinir og menn­ing av alivinnuni, umframt fleiri lestr­ar­ bú­staðir og byggir Bústaðir nú 300 nýggj­ar leigubústaðir. Frá vaksandi ójavna - til eitt javnari býti av rík­i­døminum Tí er skattalætti veittur lág- og miðal­ lønt­um, pensjónistar og fyri­tíð­ar­pen­ sjón­istar hava fingið meira at liva av, og som­u­leiðis stakir uppihaldarar og barn­a­familjur við fíggjarliga trong­ um korum. Eisini er játtan sett av til størstu íløguna í bústaðir til fólk við ser­ligum avbjóðingum nakrantíð, 200 mill­iónir krónur. Samstundis rinda teir partar av samfelagnum, ið hava havt stór avlop seinastu ár­ ini, alivinnan og uppisjóvarvinnan, nak­að meira til vælferðarsamfelagið. Frá dálkandi olju – til grønari Føroyar Tí eru fleiri átøk framd, at eggja fólki at velja grønar loysnir. MVG- aft­ur­bering til grønar hitaskipanir í hús­um, umframt til keyp av el- ella vetn­is­akfari. Lægri el-prís um valt verð­ur at nýta grønar loysnir. Grøn jarð­hit­a­skipan til stásiliga Glasir. Nátt­úr­u­verndarlóg er nú ávegis, eins og út­bjóðing av vindmyllulund fyri at fáa økt framleiðsluna av grønari orku. Frá parkeraðum ný­skip­an­ um - til nýskipanir í verki Tí eru bæði pensjónsnýskipan, fisk­ i­vinn­u­nýs­kipan og heilsunýskipan sam­tykt­ar og settar í verk. Frá blokkhækking – til “minkandi” blokk Tí varð árliga hækkingin steðgað, og blokk­urin beinanvegin “fastfrystur”. Er tí tann sami í krónum í 2019 sum í 2015. Sam­stundis eru aðrar inntøkur hjá land­i­num øktar við omanfyri 1 mill­iard krónum bara í hesum sam­ gong­u­tíð­ar­skeiðnum. Blokkurin er tí “mink­að­ur” á hvørjum ári sum partur av al­mennu inntøkunum. Er farin úr 14% av inntøkunum á fíggjarlógini í 2015 niður í 11% í 2019. Hyggja vit Frælsar Føroyar – Hóast fólksins avgerð frá 1946 enn ikki er framd í verki – og vit e vit hava tikið risafet framá móti einum sjálvbjargnum, samhald fíggjarmálaráðfrú m. a. í røðu síni á Løgtingi í samband Meiningar og kjak KJAK Tríggir fegnir floksleiðarar: 14. september í 2015 skrivaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn undir samgonguskjalið. Seinasta fíggjarlógaruppskotið hjá hesi samgongu er nú til viðgerðar í Løgtinginum