hósdagur 4. oktober 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
23
at samlaðu inntøkunum, ið land,
kommunur og tað almenna taka inn
til vælferðarsamfelagið, er blokkurin
farin úr um 8% í 2015 niður í um 6%
í dag. Samstundis høvdu land og
kommunur í fjør samanlagt avlop
á 690 mió. kr., ið er meira enn tær
642 mió. kr., ið blokkurin er. Vónandi
eydnast eftir komandi løgtingsval
at fáa semju um, at gera føroyska
samfelagið óheft av studningi úr
útlondum.
Frá halli og óhaldføri – til
avlop og styrkt haldføri
Tí er hall í 8 ár á samanlagt 3 milliardir
krónur, frá 2008 til 2015, vent til avlop
á nærum 1,5 milliardir krónur í hesum
samgonguskeiðnum. Hetta við vaks
andi inntøkum, serliga vegna fram
gongd í samfelagnum, og varligum
árligum rakstrarvøkstri á góð 3% í
miðal í samgonguskeiðnum. Skuld
landsins minkar og uppsparingin í
Búskapargrunni Føroya veksur og
kemur uppum 500 mió. kr.. Hartil
er bygnaðarligt hall vent til avlop,
og búskaparliga langtíðarhaldførið
styrkt.
FLU2019: Stórt avlop og
varligur rakstrarvøkstur
Fíggjarlógin fyri 2019 er fjórða og
seinasta fíggjarlógin í hesum sam
gonguskeiðnum. Bygt verður víðari
á tað, ið framt er, og verða enn fleiri
átøk framd fyri at røkka málini, ið
samgongan hevur sett sær.
Avlop á góðar 400 milliónir krón
ur verður rokkið við vøkstri í inntøk
um, serliga vegna framgongd í sam
felagnum, málrættaðum íløgum, og
einum varligum rakstrarvøkstri á
2,6%, íroknað lønarvøkstur í sáttmál
atíðarskeiðnum og enntá við søgu
liga stórum fólkavøkstri.
Gera íløgur í nútíð og
framtíð
Nýggjar útbúgvingar kring landið,
bústaðarpakki, nærum 10 mió. kr.
afturat til Fróðskaparsetrið, nýtt
avloysaraskip, fleiri serlæknar, tal
gildan samleika til allar føroyingar,
pensjónistar minst 1.000 krónur
meira at liva fyri um mánaðin,
tunlar til Hvalba og Dals, umframt
undirsjóvartunlar, ið binda Eysturoy,
Streymoy og Sandoy saman, frá 40%
pensjónsflatskatti til stigvaksandi
pensjónsskatt úr 30% upp í 40%,
nýggj sendistova, meira fiskivinn
unýmenning, og afturgjalding av
umleið 1 milliard í skuld. Hesi eru
bert nøkur fá av mongu átøkunum
í 2019, sum bera okkum framá.
Burðardyggur
búskaparvøkstur
Samstundis kunnu vit fegnast um,
at vit hava bygt búskaparligu fram
gongdina seinastu árini á munandi
burðardyggari grundarlag, enn vit
hava sæð, tá búskaparlig framgongd
hevur verið áður. Tí talan er fyrst og
fremst um framgongd vegna økta
virðisskapan, útflutning og íløgur
í landinum. Eisini gera fleiri vinn
ufyritøkur stórar íløgur í styrkt
kappingarføri og framtíðar vøkstur
í virkseminum. Hetta er bæði gott og
gleðiligt.
Frígeva hendur til
bústaðarbygging
Men ov nógv ferð er á byggivinnuni
og ov fáar hendur eru tøkar til bú
staðarbygging. Tí velja vit, at dríggja
nakrar av størru almennu byggiíløg
unum, ið krevja nógvar handverk
arar. Hetta soleiðis at fleiri hendur
eru til, at byggja bústaðir og harvið
skapa rúm fyri framhaldandi fólka
vøkstri og framgongd.
Góðar tíðir krevja varsemi
Føroyingar hava altíð livað við skift
andi tíðum, tí vit liva í stóran mun í
og av náttúruni og tilfeinginum, og
eru hartil tætt tengd at samhandli
við onnur lond. Í ár hevur 40% hækk
ing av oljuprísunum, saman við
minni tøku av alilaksi og lægri upp
sjóvarkvotum gjørt, at óvanliga stóri
búskaparvøksturin á 6-7%, gerst
lægri og meira vanligur um 2%. Vit
vænta eisini lægri kvotur komandi
ár. Hetta eru broytingar, ið vit altíð
skulu vera klár til, og tí er týðandi
at vit nú í góðum tíðum reka okkara
vælferðarsamfelag við munandi av
lopi og varligum rakstrarvøkstri, so
leiðis at vit eisini hava ráð eitt gott
vælferðarsamfelag, um inntøkurnar
komandi árini skuldu minka í eitt tíð
arskeið.
Bjálva okkum búskaparliga
Tað er hugaligt, at vit kunnu staðfesta,
at búskaparliga framgongdin ikki
er grundað á lántøku, so sum vit
áður hava sæð tá framgongd hevur
verið. Vit bjálva okkum sum sam
felag, tí bæði fólk, vinna, komm
unur og land minka skuld og spara
meira upp enn tey lána. Seinastu
árini hava húsarhald og vinna økt
innistandandi í føroysku peninga
stovnunum við meira enn 3 mia. kr.,
og landið hevur havt avlop á saman
lagt 1 mia. kr. seinastu 3 árini. Kunnu
tí minka skuld landsins við um 1
mia. kr. komandi ár. Hetta ger okk
um sterkari sum samfelag at møta
framtíðar avbjóðingum og broyt
ingum, sum altíð vilja koma.
Størri virðisskapan
Úrslitið av framgongdini seinastu ár
ini er, at virðisskapanin í okkara landi
- sokallaða bruttotjóðarúrtøkan - nú
hevur yvirhálað nøkur av granna
londum okkara, tá vit rokna hesa í
mun til hvønn íbúgva.
Búskaparliga hava vit tí helst
ongantíð verið so fjøltáttað og væl
fyri sum nú. Samfelagsliga hava vit
helst ongantíð verið so samhaldsføst
og tíðarhóskandi sum nú.
Sum land og fólk hava vit helst
ongantíð verið so sjálvbjargin sum
nú.
Sjálvbjargnari, samhalds
fastari og meira tíðarhósk
andi Føroyar
Komandi 14. september eru 4 ár síðan
landsstýrið og samgongan tóku við
landsins leiðslu. Hóast fólksins
avgerð frá 1946 enn ikki er framd í
verki – og vit enn bíða eftir enn eini
fólkaatkvøðu – so er at fegnast um,
at vit hava tikið risafet framá móti
einum sjálvbjargnum, samhalds
føstum og tíðarhóskandi Føroyum.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019
flytir okkum enn longur framá móti
málinum.
Einar frælsar Føroyar eru fyri
framman.
Á Løgtingi, Oktober 2018
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Kristina Háfoss
fíggjarmálaráðfrú
fyri framman
enn bíða eftir enn eini fólkaatkvøðu – so er at fegnast um, at
dsføstum og tíðarhóskandi Føroyum, segði Kristina Háfoss,
við 1. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019
Blokkurin er
tí minkaður á
hvørjum ári sum
partur av al
mennu inntøku
num. Er farin úr
14% av inntøku
num á fíggjarlóg
ini í 2015 niður í
11% í 2019.«