hósdagur 4. oktober 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
7. partur
G
lyvrasnikkarin, Peter
Jacob Hansen, átti sjey
systkin. Yngri enn hann
vóru Bergithe, gift við
Jacob Jacobsen á Langanesi á
Glyvrum, Kristiane Sophie, gift
við Ole Jacob Nielsen, Saltangará,
Johanne, gift við Poul Poulsen, á
Líknagøtu í Saltangará, og so Inger
og Hans, sum vóru ógift.
Eldri vóru Elsebeth Kristine,
gift við Johan Simonsen, umrødd
í 5. parti, og Niels Pauli giftur við
Juliu Weihe úr Lamba.
Niels Pauli Hansen var bóndi í
Heimistovu á Glyvrum. Ein son
ur hansara var Hans Djurholm.
Hann átti og førdi sluppina Pilot
fyrst í farnu øld. Harumframt
hevði hann navigatiónsskúla á
Glyvrum, har yvir 130 ungir mans
tóku skiparaprógv. Eisini var hann
skipasýnismaður, til hann gavst
vegna aldur.
Abbasonur Niels Paula
var merkismaður
Ein sonur Hans var Niels Pauli
Djurholm. Tað sæst í skjølunum úr
New Zealandi, at hann hevur havt
nógv samband við ættina har. Her
eru brøv við nógvum tíðindum
úr Føroyum. Men afturat hesum
hevur hann sent nógv tilfar um
ættina. Eisini sendi hann nógv
tilfar úr og um gamla kirkjugarð
í Havn, sum hevði samband við
ættina, og sum vísti, hvar Peter
Jacob varð jarðaður undir liðini á
abbasystrini.
Niels Pauli var ein áhugaverdur
persónur. Keldan til hesa lýsing av
honum er minningargrein, sum
Bjarni Djurholm skrivað um páp
an, tá ið hann andaðist í 2009, 95
ára gamal.
Niels Pauli Djurholm var fødd
ur í 1913 á Glyvrum. Hann fór á
læraraskúla og tók læraraprógv í
1935. Hann var lærari á Toftum og
Gøtu 1935 og -36. Frá 1937 til 1981
var Niels Pauli lærari í Kollafirði.
Frá 1949 var hann fyrstilærari.
Lærarayrkið var fyri hann sum
eitt kall, har undirvísing, stundvísi
og rættskafni vóru kjølfesti undir
gerandisvirkinum.
Niels Pauli legði stóran dent á,
at allir næmingar fingu so holla
frálæru sum møguligt. Tað gleddi
hann eisini almikið, tá næmingar
seinni javnan takkaðu honum
fyri dyggan og góðan skúlagang í
barnaskúlanum.
Niels Pauli virkaði eisini áhald
andi fyri, at nýggjur skúli varð
bygdur í Kollafirði, og var tað
sannur hátíðardagur fyri hann,
tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu
í 1970.
Var lærari og nógv annað
Í sínum gerandisvirki luttók Niels
Pauli í so mongum øðrum virk
semi. Hann var kommunuskrivari
í Kollafirði í 28 ár. Hann var org
anistur í kirkjuni í 30 ár, og hann
var limur í meinigheitsráðnum og
sóknarstýrinum.
Hann var ein av stovnarunum
av Kollafjarðar Ítróttarfelag og var
heiðurslimur í felagnum.
Bygdafólk komu á gátt frá
morgni til songartíð, gerandis-
sum halgidagar. Allar kommun
alar gerandisavgreiðslur vóru av
greiddar í heiminum.
Harafturat tók Niels Pauli sær
stundir til at læra børn í bygdini
at spæla orgul og munnu tað vera
fleiri, sum minnast tær løturnar
við gleði.
Hóast heimið soleiðis nærum
var almennur meginstaður, so var
gerandisdagurin ikki merktur av
strongd. Tvørturímóti, so var frið
sælt heima við hús.
Niels Pauli var sera hyggin mað
ur. Setti stóra æru í, at alt virksemi
rundan um hann og hansara var
haldgott. Hann var álitismaður og
hevði ongar óvinir, men ótaldar
vinir. Legði stóran dent á ikki at
tosa ilt um onnur fólk, sum eisini
var meginreglan við hús.
Hann var eisini náttúrumenn
iskja. Urtagarðurin var prógv um
hansara alsk til náttúru og vak
urleika. Eisini hansara hugur at
ganga var sjáldsamur. Hann skriv
aði niður, hvussu oftani hann var
uppi á Árnadalstindi, og var talið
omanfyri hundrað ferðir, umframt
ótaldu túrarnar framm á Skarð og
runt Dylluna.
Eisini var Niels Pauli av frægu
telvarunum í bygdini. Bjarni minn
ist sum smádrongur, at menn í
grannalagnum eisini plagdu at
telva fýrtalv inni hjá teimum.
Virðismetti
høvuðsvinnuna
Hansara virðing fyri sjólívinum
var stór. Hann virðismetti til fulnar
týdningin av høvuðsvinnuni, og
fylgdi hann menningini í flotanum
við stórum áhuga.
Hetta saman við hansara upp
runa var kanska eisini ein orsøkin
til, at hann frá sjeytiárunum,sum
frítíðarítriv reisti runt landið og
savnaði upp í ótald ringbind av
tilfari til Siglingarsøgurnar, sum
so við og við vóru prentaðar. Tá
ið Niels Pauli bleiv pensioneraður,
var arbeiðið við Siglingarsøguni
mestsum fulltíðarstarv í mong ár.
Samstarvið við Páll Nolsøe helt
fram til Páll andaðist.
Hans Djurholm álitismaður
Í Dimmalætting 28.9. 1892 var ein
stór grein um Hans Djurholm, hjá
Páll J. Nolsøe. Men tað er lítil ivi
um, at stórur partur av tilfarinum
er komið frá Niels Paula. Her er ein
drúgv lýsing av hansara virksemi á
sjónum, men her skal endurgevast
tað, sum kanska ikki er so kent um
hann.
Hans Djurholm var limur í Nes
sóknar sóknarstýri í 8 ár, herav 4
ár sum formaður. Hann var eisini
álitismaður í sjúkrakassanum.
Hann var deknur í Glyvra kirkju,
sum hann hevði verið við til at fáa
bygt.
Áðrenn lækni kom í Nes sókn
var mangan heitt á Djurholm, tá
ið óhapp hendu. Eina ferð bjarg
aði hann einum smádreingi frá at
drukna við at geva honum anda
hjálp, til lækni kom úr Havn.
Hans andaðist í 1951.
Niels Pauli Djurholm hevði nógv samband við sína ætt í New
Zealandi. Hann útvegaði henni eisini tilfar um ættina í Føroyum
NÓGVIR GLYVRASNIKKARAR
Í NEW ZEALANDI
Í 2012 vóru Tressa og Peter Hansen á vitjan í Føroyum. Tá
vitjaðu tey undir Svínaryggi grøvina hjá abba hansara,
Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum. Á myndini eru v.f.
Tressa Hansen, Johan Simonsen, Bjarni Djurholm, Símun
Mittún, Peter Hansen og Hálvdan Simonsen. Sigast kann,
at øll er søgan er eisini søga hjá kirkjugarðinum.
Niels Pauli Djurholm
hevði nógv samband við
ættina í New Zealandi.
Peter og Tressa saman við sínum. Síðan henda mynd er tikin er eitt abbabarn komið afturat.