hósdagur 4. oktober 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
25
Komandi partur
Komandi partur verður eisini úr New Zealandi um eiðismannin Poul í Mirmannastovu,
sum eisini endaði í New Zealandi fyri meira enn 100 árum
Mátti sleppa heim undan heimsbardaganum
Knud, fyrsti skipsfelagin hjá Peter Jacob hjá
Glyvrasnikkaranun, greiðir framhaldandi frá,
hvussu hann upplivdi fyrra heimsbardagan,
meðan teir bíðaðu í Hamburg.
T
að ráddi um at sleppa
sær avstað úr Hamburg
sum skjótast, tí hvønn
dag kundi vera vænt
andi, at England legði uppí kríggið,
og tá sluppu vit ongan veg.
Tann 4. august vóru vit útloss
aðir og lidnir at fara avstað. Loðs
urin var komin umborð, og vit
høvdu so at siga loyst frá kaini.
Men tá vóru vit steðgaðir. Vit vóru
ov seinir. England hevði sent Týsk
landi kríggsboð.
Týskarar flaggaðu
fyri krígnum
Vit blivu lagdir út í havnina. Dagin
eftir vóru vit fluttir niðan til Har
burg (nærindis Hamburg) og lagdir
millum pelarnar úti í havnini har.
Í fyrstanini, meðan Týskland
vann, sóu vit ofta nógv fløgg á
fullari stong víða hvar. Tað vardi
út í miðjan september.
Men so vóru fløggini sjáldnari
at síggja, og tá tey av og á komu
upp, vóru tey ofta á hálvari stong.
Tó var tað enn eingin í landi,
sum ivaðist í, at Týskland fór at
vinna kríggið. Tað sóu vit týðuliga
á skipshandlaranum, sum annan
hvønn dag í báti sínum kom um
borð við provianti til okkara. Bløð
fingu vit eisini frá honum, bæði
týsk og eingilsk, ið vóru komin
inn um mark yvir Holland.
Vit vóru allir meira og minni
leiddir av at liggja her úti millum
pelarnar, men mest tó Eingilsk
menninir, tí vit aðrir kundu altíð
mynstra av, tá ið vit vildu, og fara
heim. Men so leingi vit vóru um
borð, vóru vit undir somu treytum
sum Eingilskmenninir. Tað vil siga,
at vit sluppu ikki í land, uttan so
tað var til at mynstra av.
Í fyrstani hildu vit, at kríggið
skjótt fór at verða endað; men sum
út leið skiftu vit hugsan. Týskurin
var steðgaður í Fraklandi, og tann
týski herflotin var innistongdur.
Væl var tað so, at Russurin tapti
í stórum; men tað kundi ikki enda
krígnum.
Vildi sleppa til
Keypmannahavnar
Umborð høvdu vit tað gott í allar
mátar; men satt at siga dámdi okk
um lítið at vera her dag út og dag
inn, helst tá ið tað ikki var kravt
av okkum. Eg gjørdi so av við meg
sjálvan at mynstra av og sleppa
mær til Danmarkar.
14. oktober fór eg í land við skip
handlarabátinum og oman til tað
danska konsulatið í Hamburg fyri
at orðna míni pappírir.
Tá ið hetta var gjørt, fór eg
niðan aftur til Harburg at pakka
míni klæðir og fara í land. Tá
eg var ferðabúgvin, kom fyrsti
stýrimaður, sum var ein ungur
Eingilskmaður, til mín og spurdi,
um ikki hann kundi koma í land
við mær. Honum longdist so eftir
at kenna grót undir iljunum.
“Halda tygum tað vera gjørligt?
Tygum vera skotin!”
“So, halda tygum tað? Eg beri
klædnasekkin, tygum skrínið.
Báturin er klárur.”
Vit fóru so í land, fingu klæðini
uppá brúnna og so til gongu; hann
við klædnasekkinum og eg við
skríninum, niðan á jarnbreytar
støðina og so við tokinum til
Hamburg. Har loysti eg billett til
Keypmannahavnar og fekk mítt
ferðagóðs innskrivað.
So fóru vit at stuttleika okkum.
Um kvøldið vóru vit í teatri og
hoyrdu operaina “Der fliegende
Holländer” av Richard Wagner.
Síðani fóru vit á restaurant.
Men her vísti tað seg, hvussu tor
ført tað er at stuttleika sær, tá ið
ein er óttafullur. Mín felagi var
bangin fyri, at onkur skuldi koma
eftir, at hann var Eingilskmaður.
Trupult at sleppa
umborð aftur
Nú var takið at fáa hann umborð
aftur. Vit fóru so niðan aftur til
Harburg og oman til havnina.
Tað, sum nú ráddi um var at
fáa Eingilskmannin umborð aftur.
Tað var mær ein samvitskusak at
fáa hann umborð, tí umborð mátti
hann sum skjótast, her var eingin
vegur uttan um.
Vit lúrdu okkum umborð nið
ur í ein prám, meðan eg loysti og
slepti mær við fanglínuni í hond
ina aftaná.
Væl av vatni var í práminum.
Stýrimaðurin fór at oysa, og eg
legði árarnar út og róði út gjøgn
um havnina so stillisliga, sum eg
kundi.
Í myrkrinum sóu vit einki uttan
eina bleika glæmu av mureldi úti
við fortoyningspelarnar. Tað var
ómøguligt at síggja skipini í tí
nívandi myrkrinum.
Stýrimaðurin oysti, eg róði, og
báðir stardu vit alspentir útí nátt
ina. Nei, einki skip var at hóma.
Jú, nú vóru vit tætt hjá einum
stórum svørtum skipi. Tað var
beint frammanfyri okkum, og
vit nærkaðust í hvørjum. Vit sóu
kámt menn standa fram við lúnn
ingini.
“Hvør er har?” róptu fleiri.
So bleiv kvirt aftur á tí stóra,
svarta skugganum, ið gjørdist
hægri og størri, uttan eitt ljós og
uttan eitt ljóð.
Slíkur tigandi friður var yvir
hesum, at tað kundi verið eitt far
við deyðum á líðandi ferð inn um
Erobos grindir.
“Á, Himmalsins Gud! Hvar eru
vit?”
Tað var stýrimaðurin, ið eymk
aði seg. Hann var sum sligin
var snarljósinum. Hann sló
hendurnar saman og rópti sum
í ørsku:
“Hetta
verður
okkara
vanlukka”
“Tig og oys, ella søkka vit.”
Gjøgnum myrkrið helt eg meg
síggja hansara vónleysa andlit, tá
hann segði: “Hvat gera vit nú?”
Eg svaraði heldur turrliga:
“Leita eftir skipinum hjá okkum
Fleetwing.”
“Vit sleppa aldrin burtur úr
hesum,” segði hann vónbrotin.
Nú vóru vit komnir framvið
hesum fremmandi fari, og
eitt nýtt svart dagaði fram úr
myrkrinum.
“Ha!” segði eg; nú lætnaði fyri
hjartanum. “Hetta er Fleetwing”.
Vit løgdu at borði. Stýrimaðurin
reisti seg upp í práminum, rópti á
vaktmannin og bað hann heingja
stormleytaran út.
Nú var farið at lætta í myrkr
inum. Vit sóu stjørnurnar, sum
tóktust at førka seg frá vinstru
til høgru. Alt var so deyðatigandi,
at eg týðuliga hoyrdi frá í erva, tó
tað var spakuliga sagt: “Fast er!”
meðan hann takkaði fyri hetta
ógloymandi kvøld og ynskti mær
góða lukku.
Hann skalv á hondini og gekk
allur kykur, so nógv hevði staðið
á honum.
Líðandi róði eg prámin inn
undir hekkuna á honum, slapp
mær upp við fanglínuni og bant
so prámin aftur í sama stað, sum
eg hevði tikið hann.
Síðani fór eg niðan á jarnbreyt
arstøðina og aftur til Hamburg.
Nakrar tímar seinni sat eg í tok
inum til Keypmannahavnar – og
legði so út á nýggjar lagnuleiðir.
Kúlan kundi verið vís
Tøgn var eina løtu, eftir at Knud
hevði greitt frá hesi hending, með
an teir seinni lógu í Tyne Dock í
Bretlandi.
So segði skiparin: “Hatta kundi
verið tykkum ein vanlukkuferð.
Vórðu tit tiknir, so var ein kúla
í hjartað endin á søguni. Men
latið okkum nú drekka eitt glas
av “White Horse” og minnast tey,
sum heima sita.”
Hetta var søgan um
Glyvrasnikkaran
Hetta er so í hesum umfarinum
søgan um Glyvrasnikkaran, Peter
Jacob Hansen eldri og hansara
ætt. Tað er komið væl undan í
New Zealandi. Bernhard, sonur
Peter Jacob, átti tríggjar synir.
Michael eigur tríggjar synir og
fimm abbabørn. David eigur ein
son og trý abbabørn. Peter, upp
kallaður eftir abbanum eigur trý
børn. Joanna er uppkallað eftir
gummuni hjá abbanum, Peter
Jacob, Jóhanna á Høgabóli. Peter
og Tressa eiga 11 abbabørn.
Peter hevur verið nógv við í
evangeliskum arbeiði í Europa.
Hann hevur eisini hitt føroyingar
á bíbliuskúla. Nú hevur hann so
gjørt sítt til at fáa søguna um sínar
føroysku røtur lýstar. Hetta er
samstundis eitt munandi ískoyti
til søguna um gamla kirkjugarð í
Havn.
Knud Lambaa:
Hesa myndina úr gomlu telegrafstøðini sendi Einar Mohr til
Peter Jacob umleið 1920. Maðurin á myndini er Einar sjálvur
Peter uppkallaði eina dóttir eftir gummuni hjá abbanum, Jóhonnu
á Høgabóli. Henda myndin av henni er komin úr New Zealandi.
Aftanfyri hana stendur: “Det er jeg, da var jeg 70 aar.”