mánadagur 8. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JØRGEN NICLASEN
KJAK SÍÐA 10
20 mió
kr til egin
kontór
BJØRN Á HEYGUM
KJAK SÍÐA 10
Skatta
lætti í
blindum
»Fólkaflokkurin er tann einasti
flokkurin í landinum, ið stríðist við
at lækka skattin. ...Tekur tú eisini
undir við at lækka skattin? So veitst
tú, hvar tú skal setast krossin«.
Soleiðis skrivar Fólkaflokkurin á
Facebook síðu síni.
Í Løgtinginum situr Fólkaflokk
urin í andstøðu – og tá er lagamanni
hjá øllum at hava góðar meiningar,
tá tú kortini ikki hevur vald til at
gjøgnumføra tær.
Men tað undrar fleiri, at Fólk
aflokkurin tosar um skattalætta
nú. Tí Fólkaflokkurin vil slett ikki
skattalætta. Í øllum førum ikki
Fólkaflokkurin í Havn.
Hóast lítil í høvuðsstaðnum, so
hevur Fólkaflokkurin valdið í Tórs
havnar kommunu. Pengakassin hjá
Tórshavnar kommunu er á tremur
– so kjokkfullur, at einar 100 mill
iónir krónur eru ov nógvar í kass
anum.
Til býráðsvalið lovaði Fólka
flokkurin, at skatturin í Havn
skuldi lækka 2-4 prosent. Men
longu áðrenn nýggja býráðið tók
við, var Fólkaflokkurin í øðini, tí
gamla býráðið lækkaði skattin 0,75
prosent, beint áðrenn tey løgdu
frá sær. Tað hóvaði ikki nýggja bý
ráðnum, tí so fingu tey ikki nýtt
pengarnar sum tey vildu. Men nú
Fólkaflokkurin situr á valdinum,
so vil flokkurin kortini ikki lækka
skattin. Kortanei siga bæði Annika
Olsen og Bogi Andreassen. Sjálvt
Búskaparráðið heldur, at Tórs
havnar kommuna eigur at lækka
skattin.
Gamaní var tað Fólkaflokkurin,
sum kom við flatskattinum, sum
gav høgu inntøkunum ein munandi
skattalætta. Tann skattalættin fløv
ar so væl hjá tingfólki og landsstýr
isfólki, at tað kemur ikki upp á tal
at broyta hann aftur til tað gamla,
hóast Tjóðveldi situr á pengakass
anum, og Javnaðarlfokkurin hevur
løgmann. Men í Havn heldur Fólka
flokkurin, at pengarnir liggja betur
hjá politikarunum enn í lumma
num hjá borgarunum. Tað hevði
fløvað væl hjá lág- og miðalløntum
havnarborgarum, um skatturin
lækkaði 2-4 prosent. Fyri ein ar
beiðara merkir tað ein lítlan tús
undkrónuseðil um mánaðin!
Tað er ikki vist, at tað er so skila
gott, tí býráðið hevur nógv, tað
kann brúka pengarnar til. Men at
tað als ikki er fólkaflokspolitikur at
lækka skattin, tá kommunan hevur
ráð til tað, kunnu havnarborgarar
nú staðfesta.
Tórshavnar kommuna tosar
slett ikki um skattalætta. Tvørtur
ímóti hoyrist nú graml í býráðnum
um at áseta eitt slag av ognarskatti
á hús nummar tvey hjá fólki.
Tað átti Fólkaflokkurin eisini at
kunnað um á Facebook.
SIGA NEI TIL SKATTALÆTTA
Edmund
Joensen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Lítið nyttar, at løgmaður
”sker ígjøgnum”, nú Henrik
Old hevur lagt sessin frá sær,
og tá ið hvørki samgongan
ella Løgtingið ikki semjast
um tunlar á smáplássum
Smáu plássini, ið veruliga
treingja til tunlar, hava øll
vegir, sum ganga upp um
høg fjøll ella gjøgnum bjørg
og skorar.
Dalur og Tjørnuvík eru
í nøkunlunda somu støðu.
Avgamlir vegir frá eini aðrari
tíð. Eini tíð, har ið tunlatekn
ikkurin og amboðini ikki
vóru so framkomin. Tí vóru
vegirnir sprongdir, og í støð
um eisini hongdir upp í jarn
ígjøgnum brattlendi.
Tað ríður niður grót á
vegin. Hetta er dagligur kost
ur, og í kava og toybili er ikki
tespiligt.
Fámjin og Gjógv
Flestu munnu vita, at Fámj
in og Gjógv eru eisini í nøk
ulunda somu støðu. Gamlir
vegir, sum krøkja seg runt
um heygar og skør. Bratt
lendi og hægstu fjøll við
nógvum vindi og stórum
kavatrupulleikum.
Ørða
skarð er lívsfarligt, tá ið kavi
og vindur leika í. Sama er við
Gjáarvegnum.
Hesar bygdirnar hava tað
til felags, at meðan íbúgvar
atalið lækkar, so økist ferðsl
an munandi ár fyri ár. Hesi
plássini eru øll ferðamál hjá
skjótt vaksandi ferðavinn
uni.
Óspilta náttúran stendur
jú ovast á ynskilistanum hjá
ferðafólkum. So her er bæði
talan um forsvarligheit fyri
teimum, sum búgva og liva
har, og teimum ferðafólkum
sum í túsundatali vitja smáu
bygdirnar.
Landsstýrismaðurin
kom við boritoymum
Landstýrismaðurin í tunn
ilsmálum, sum nú er farin úr
sessi sínum, keypti útgerð
og gjørdi fyrireiking til eitt
boritoymi, sum fyrst skuldi
bora Fámjinstunnilin, sum er
tann stytsti. Síðani til Dals,
Tjørnuvíkar og Gjáar.
Sum eg skilti landsstýris
mannin, kundi hetta alt ná
ast upp á 3-4 ár, um Løgtingið
kundi semjast um ætlanina.
Higartil havi eg ikki sæð
eitt
alternativt
uppskot,
annað enn at bjóða út til tey
somu, sum eru fult upptikin
av teimum stóru ætlanunum
við undirsjóvartunlum og
innkomuvegum, sum alt eru
gigantiskar verkætlanir.
Smábygdirnar
hava
nógva økta og vandamikla
ferðslu í samband við ferða
fólkastreymin, sum eisini ger
teirra egnu ferðslu ótryggari
enn áður.
Tá ið man ikki fær lut í tí
besta, fann fráfarni lands
stýrismaðurin onnur altern
ativ. Míni ráð eru, at vit við
støði í trygdarspurningum
taka støðu, og vit vita øll, at
útviklingurin krevur, at okk
ara kæru smábygdir skulu
hava tað, tær allar hava upp
iborið.
Íløgur í infrakervið av
hesum slagnum koma altíð
aftur, og tær skulu gerast
undir øllum umstøðum.
Latið okkum nú semjast
um at loysa hesi málini.
Semja um tunlar á smáplássum
Fólkaflokkurin vil ikki
geva havnarfólki skattalætta
Í nátt hevur
løgreglan verið
eina rundferð
og hevur klipt
nummarplátur
av bilum
Tá
ið
løgreglan
tekur
nummarpláturnar av bil
um, er tað tí at eigarin ikki
hevur goldið trygging, veg
skatt, ella ikki verið til sýn.
Nú ein dagin fekk løgregl
an so ein lista frá Akstovuni
við eigaranum á 558 bilum,
har eigararnir ikki hava gold
ið vegskatt fyri seinna hálvár
í ár. Og í nátt var løgreglan so
á ferð og hevur tikið numm
arpláturnar av fleiri bilum,
sigur løgreglan. Sostatt eru
tað nógvir bilførarar, sum
ikki eru slopnir avstað við
bilinum í morgun.
Fyri at sleppa undan at
missa pláturnar, skal bilfør
arin kunna vísa kvittan fyri,
at vegskatturin er goldin.
Nógv sluppu ikki við
bilinum í morgun
Mangur bilførari mundi standa sum Kánus í morgun, tá
pláturnar vóru kliptar av bilinum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin