mánadagur 8. oktober 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
6
Sosialurin
HJALGRÍM DAVIDSEN KEYPTI MIMIR
Bandið hjá Hjalgrim Davidsen og øðrum keypti húsið hjá Mimi í Havn fyri tvær milliónir krónur. Tað veit útvarpið
hjá Kringvaprinum at siga. Ølklunnin Mimir fór á húsagang eftir kravi frá Taks. Felagið skyldaði MVG og hevur
veirð til viðgerðar í Skiftirættinum. Á fundi í Skiftirættinum fríggjadagin varð upplýst sambært Kringvarpinum,
at trotabúgvið hevur selt húsini hjá Mimi fyri tvær milliónir krónur.Stykkið er bara 173 fermetrar. BankNordik,
sum hevði veð í húsinum, hevur fingið allar sínar pengar, og hevur tí tikið krav sítt móti trotabúnum aftur. Pengar
leypa enntá av frá søluni, og teir fara í trotabúgvið.
Sunleif og Aldu
báran á fløgu
Aldubáran innspælir í
hesum døgum tónleik
til spennandi fløguverk
ætlan altjóða plátufel
agið Dacapo Records í
oktober 2018. Á hesi út
gávu verður tónleikur
innspældur eftir Sunleif
Rasmussen, ið av álvara
hevur sett føroyskan
partiturtónleik á heims
kortið.
Innan nýggja klass
iskan tónleik í Føroy
um er Sunleif á mangan
hátt undangongumaður
- fyrsti føroyingur út
búgvin sum tónasmiður
og fyrsti at skriva eina
føroyska symfoni.
Aldubáran fer í hes
um sambandi eisini at
hava konsert í Norður
landahúsinum týskvøld
ið 9. oktober kl 19:30, har
tætt verður komið inn at
tónaskaldið Sunleif Ras
mussen.
Á
konsertini
fara
Sissal Kampmann og
Hans
Pauli
Tórgarð,
saman við Sunleifi, at
hugleiða um tónleik og
lív hansara.
Aldubáran framførir
kamartónleik ið fevnir
breitt: frá tí inniliga
og vakra til tað villa og
brúsandi.
Tónleikurin hjá Sun
leifi er serstakur og
kann lýsast sum saman
renning millum nýggjan
klassiskan tónleik og
føroyska náttúru. Hó
ast tónleikurin er rót
festur í tí føroyska,
er
hann
samstundis
framsøkin og søkir út
í
heim.
Harumframt
ger hansara eyðkenda
góða handverk Sunleif
Rasmussen til eitt tóna
skald, ið Aldubáran javn
an vendir aftur til.
Dacapo Records er
eitt tað størsta plátufel
agið í norðanlond inn
an nýskrivaðan tónleik.
Dacapo hevur útgivið
fløgur saman við m.a
Wiener Filharmonikar
nir, New York Philharm
onic og Kronos Kvart
ettini. Fyri Aldubáruna
er hetta tískil stórur
heiður og einastandandi
møguleiki fyri at breiða
nýskrivaðan føroyskan
tónleik út um landodd
arnar.
Løkke sum flettingar
maður við Gjógv
Forsætisráðharrin hevur um vikuskiftið roynt seg sum flettingarmann við
Gjógv, har hann hevur flett sín egna seyð
Hetta
vikuskiftið
hava
tey havt fína vitjan norð
uri við Gjógv. Lars Løkke
Rasmussen,
forsætisráð
harri, hevur verið við Gjógv,
nú tey hava verið á fjalli.
Lars Løkke Rasmussen
og føroyska kona hansara,
Sólrun Løkke Rasmussen,
eiga nakrar gyllin í jørð við
Gjógv, sum gevur teimum
fimm seyðir. Tí hevur Lars
Løkke Rasmussen verið og
gjørt sína skyldu sum hinir
eigararnir. Men tað er fyrstu
ferð, at hann sjálvur roynir
seg
sum
felttingarmann,
frættist frá Gjógv.
Á myndini síggja vit Mads
Winther, fyrrverandi rektara
í Studentaskúlanum í Hoy
dølum leggja forsætisráð
harranum lag á.
Vermóðir
forsætisráð
harrans eigur hús við Gjógv
saman við systur síni. Tað
er barnaheimið hjá abba
Sólrun, sum var Sigurð Jo
ensen. Hann var advokatur
í Havn og løgtingsmaður
fyri
Tjóðveldisflokkin
í
norðurstreymoy frá 1958-70.
Hann var frá Gjógv.
Forsætisráðharrahjúnini
fór aftur til Danmark í dag.
Mads Winther leggur Sólrun og Lars Løkke Rasmussen lag á at fletta við gjógv leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Fimm lomb er luturin hjá Sólrun og Lars Løkke Rasmussen úr hagapartinum tey eiga í Sáttarenni
Mynd: Jens Kristian Vang