mánadagur 8. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
HANS ENGELL SJEYTI
Fyrrverandi danski politikarin og blaðstjórin, Hans Engell,
fyllir 70 ár í dag. Hans Engell er í dag ein av fremstu
politisku viðmerkjarunum í Danmark. Hann er føddur 8.
oktober í 1948. Er útbúgivng journalistur og starvaðist í
umsitingini hjá Konservatia flokkinum, tá hann brádliga
gjørdist verjumálaráðharri í stjórnini hjá Schlüther í 1982.
Hann var formaður í Konservativa flokkinum í 1997, tá
hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring og gavst í politikki.
Hann var tá mettur at vera tann, sum kundi bjóða Poul
Nyrup Rasmussen av sum dansur forsætisráðharri. Hann
var blaðstjóri á Ekstrablaðnum frá 2000 til 2007 og
skrivar framvegis fyri blaðið.
Føroya Bíbliuskúli fimmti ár
Seinasta mánadag, 1. oktober, vóru 50 ár liðin síðani Føroya Bíbliuskúli byrjaði
Skúlaárið var frá 01. oktober
í 1968 til juni 1969. Sekstan
næmingar fluttu inn í ný
bygda legubygningin Zar
epta at búgva teir níggju
mánaðirnar, ið skúlin var.
Tað vóru Brynleif Hansen
sáli og Zacharias Zachari
assen sáli, sum tóku stig til
skúlan væl stuðlaðir av Páll
Poulsen, trúboðara.
Visiónin
Tað vóru 16 næmingar í alt.
Visiónin var, at ein føroysk
ur bíbliuskúli skuldi set
ast á stovn í Føroyum, sum
skuldi verða eitt stað hjá
ungdóminum í samkomun
um har hann kundu menn
ast andaliga, men ávís viður
skifti gjørdu, at skúlin bert
varð tað eina ári, hóast lýst
varð til annað ári.
Lestrarskráin
Lestrarskráin á skúlanum
var breið og gevandi: Undir
víst varð í yvirliti yvir Gamla
og Nýggja Testamenti. Zach
arias Zachariassen undirvísti
í Mósebókunum og Jere
miasar bók. Eisini undirvísti
Zacharias í enskum og før
oyskum.
Brynleif Hansen undir
vísti í Efesusbrævinum, og
eisini gav hann undirvísing í
prædikulæru. Av tí at Bryn
leifi lá nógv á sinni eisini
at virka í Frankaríki, so
gav hann nakað av grund
leggjandi
undirvísing
í
fronskum.
Páll Poulsen undirvísti í
báðum
Timoteusarbrøvu
num.
Hans Sivertsen, sum tá
ikki var fluttur til Grønlands,
undirvísti í virki Heilaga
Andans.
Andrew Sloan, sáli, sum
var innarliga í kirkju- og
samkomusøgu gav teimum
15
næmingunum
hollan
kunnleika um hetta evni.
Hann undirvísti eisini í He
brearabrævinum.
Tað varð undirvíst í øðr
um evnum eisini.
Aðrir lærarar vóru eisini
so sum Osvald Kjærbo, Jákup
Olsen úr Søldarfirði, Kaj Jo
hannesen, Petur Háberg og
Jógvan Skýlindal, sum allir
eru farnir higani. Útlendskir
bíbliulærarar vitjaðu eisini á
Føroya Bíbliuskúla.
Tilknýti til samkomu
Hesar nýggju mánanar á
Føroya
Bíbliuskúla
vóru
næmingarnir knýttir ávíka
vist til samkomurnar Kedron
í Sørvági og Salem í Miðvági.
Í Miðvági høvdu næmingar
nir ábyrgdina av sunnudags
skúlanum í Salem, sum tá var
ein stórur sunnudagsskúli.
Sunnukvøldsmøtini í Ke
dron og Salem vóru sannar
oasir,
har
næmingarnir
høvdu frælsið at royna síni
evni bæði til sang, tónleik,
vitnisburð, talu og barnaar
beiði.
Tað var gott samstarv
millum nevndu samkomur
og næmingar og lærarar á
Føroya Bíbliuskúla.
Matgerð
Í køkinum, har matgerast
skuldi hvønn dag bæði til
næmingar, lærarar og ar
beiðsfólk, var tað Else, kona
Brynleif Hansen, sum stóð
fyri matgerðini, saman við
Katie Poulsen. Kvinnur úr
øllum samkomunum komu
í Zarepta at geva eina hond
við í køkinum, sum lætti
nógv um.
Praktiskt arbeiði
Hvønn dag eftir døgurða
var praktikst arbeiði frá
klokkan 13:00 til 15:00, sum
allir næmingarnir skuldu
taka lut í. Arbeiðið umfataði
ymiskt máliarbeiði í Zarepta,
grava drenrennur á økinum,
seta hundraðtals trøð niður,
sum tó aldri komu fyri seg
og annað arbeiði. Kvinnuligi
næmingarnir fingu sínar
uppgávur frá Elsu ávíkavist
í køkinum og aðrastaðni í
húsinum so sum rudding og
reingerðing.
Vitjaðu um landið
Teir nýggju mánanar, ið skúl
in var, vitjaðu næmingarnir
eisini í samkomunum um alt
landið. Í januar í 1969 vóru
næmingarnir býttir í fýra
bólkar, sum allir vitjaðu á
hvør sínum stað í Føroyum,
saman við hvør sínum lær
ara. Vitjað varð í Suðuroy,
í Eysturoynni, í Havn og á
Viðareiði. Vitjaninar vardu í
eina viku, og barnamøtir og
vanlig møtir vóru hvønn dag
í vikuni. Eisini var kristiligur
lesnaður borin í húsini.
Endamálið
við
hesum
samkomuvitjanum var at
geva næmingunum ein prak
tikmøguleika, har tann ein
staki kundi royna seg sjálvan
við atliti til sínar náðigávur
og eisini at koma at kenna
fólk í samkomunum.
Bólkurin,
sum
vitjaði
á Viðareiði, var: Jóannes
Poulsen, Klaksvík, Jógvan
Lervig, Leirvík, Poul Jóhan
Djurhuus, Tórshavn, Hans
Petersen, Kaldbak og Hans
Sivertsen, sum var leiðari
í bólkinum. Jógvan Lervig
og Hans Petersen eru ikki
millum okkum meir. Undir
ritaði minnist ómetaliga væl
hesa vikuna á Viðareiði, tá so
nógvur kavi legðist, at ikki
var komandi til ella frá bygd
ini, og tað var óvanliga kalt
í veðrinum. Tá var eingin
byrging um Sundi.
Bæði barnamøtini og møt
ini um kvøldi, sum tá vórðu
hildin í gamla sali, vóru sera
væl vitjaði. Kvartettin í Be
tesda, sum júst var byrjað og
farin av bakkastokki á nýggj
ársveitsluni í Betesda, kom
norður um vikuskiftið at
stuðla við sanginum. Hetta
var fyrsta vitjanin hjá Kvart
ettini í Betesda uttanfyri
Klaksvíkina.
Eisini varð vitjað á sam
felagsmøtunum í Betesda
á hvítusunnu 1969, tá allir
næmingarnir vóru við.
Tá skúlin endaði fingu
allir næmingarnir eitt próv
skjal, sum var undirskrivað
av Brynleifi Hansen og Zach
ariasi Zachariassen.
Niðurstøða
Undirritaði minnist tíðina á
Føroya Bíbliuskúla við stór
um takksemi og sum eina
mennandi og fyrireikandi
tíð til 2-ára lestrartíðina á
Moorlands Bible College í
Onglandi, sum byrjaði longu
árið eftir 01. oktober 1970.
(Íbyrtarin Brynleif Han
sen doyði í flogvanlukkuni í
Mykinesi 26. september 1970
– einans 15 mánaðir eftir at
Føroya Bíbliuskúli endaði.)
Dan Niclasen, Tórs
havn, ættaður úr
Miðvági, andaðist í 6.
oktober 64 ára gamal.
Páll Steinberg,
ættaður úr Klaksvík,
andaðist á Lands
sjúkrahúsinum
fríggjadagin 5.
Oktober. 74 ára gamal.
Bent Erdland,
andaðist 3. august
77 ára gamal.
Bjarki Christiansen,
fyrrverðandi keyp
maður úr Tórs
havn, andaðist á
Landssjúkrahúsi
num hósdagin,
83 ára gamal.
Ferdinand Andre
asen, ættaður úr
Tórshavn, búsitandi
í Hirtshals andaðist í
heiminum 1. oktober,
70 ára gamal.
Meinhard Olivur
Mørk, í Miðvági,
andaðist í heiminum
sunnudagin 23. sep
tember, 71 ára gamal.
ANDLÁT
Lærarar og næmingar á Føroya Bíbliuskúla 1968/69. Myndin tikin á hvítusunnu í Klaksvík 1969
AFTAST: Páll Poulsen og Hans Sivertsen. AFTASTA RAÐ: Osvald Kjærbo – Zacharias Zachariassen – Hansa Reinert – Anna
Joensen – Helena Samuelsen – Berit Nielsen – Petur Háberg – Brynleif Hansen. MIÐRAÐ: Eilif Nielsen – Alfred Hansen – Poul
Jóhan Djurhuus – Andrew Sloan – Hans Petersen –
Jógvan Lervig – Jóannes Poulsen. FREMSTA RAÐ: Jens Fuglø – Andrias Samuelsen – Sverri Skorá og Per Rasmussen
(Poula Solmunde og Eyðfinn Poulsen vænta á myndini)
Føroysk barna
bók fingið altjóða
viðurkenning
The International Youth
Library (IYL) hevur júst
kunngjørt, at nýggjasta
bókin eftir Bárð Oskars
son, Træið, hevur fingið
viðurkenningina White
Raven í 2018. Bókadeild
Føroya Lærarafelags gav
bókina út í 2017.
Hvørt ár gevur IYL
einum úrvali av nýggj
um
barna-
og
ung
dómsbókum úr øllum
heiminum White Raven-
viðurkenningina. Hetta
eru bøkur, sum verða
mettar at hava eina
serliga høga góðsku og
serstaka skaldsliga og
myndlistarliga dygd.
Hetta er fjórðu ferð,
at ein bók eftir Bárð
Oskarsson hevur fingið
ein White Raven. Bøkur
hansara Ein hundur, ein
ketta og ein mús (2004),
Stríðið um tað góða
grasið (2012) og Wilbert
(2016) hava áður fingið
heiðurin.
Træið er í uppskoti
til Barna- og ungdóms
bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins og
Barna- og ungdómsbók
mentavirðisløn Útnorð
urráðsins í 2018.
Hans Engell og konan Pernille