mánadagur 8. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bussleiðin í Sunda
kommunu er nú alment
útboðin, og sáttmálin verður
galdandi í 5 ár. Tilboð skulu
verða inni í seinasta lagi á
middegi 1. november 2018.
Sjónleikur eftir Ibsen verður í
býráðshúsinum í Norðragøtu
Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í
næstum at framføra ein heimskendan
klassikara, men hesaferð er pallsetingin
heilt serlig og slóðbrótandi. Leikurin
verður nevniliga framførdur í nýggja
býráðshúsinum í Norðragøtu
Vilmund Jacobsen
Myrka tíðin merkir sjónleikur í
Gøtu, og í ár er einki undantak.
Sjónleikaradeildin í Losjuni fer
í næstum at framføra klassikaran
“Hedda Gabler” eftir heimskenda
norska skaldið, Henrik Ibsen, sum
helst er mest víðagitin fyri leikin,
“Eitt dukkuheim”.
- Leikurin, sum nú er á skránni,
er skrivaður í 1890 og er framvegis
vælumtóktur og nógv uppsettur
kring allan heimin. Men, hóast
hetta verður uppsetingin í Gøtu
helst millum tær heilt serstøku.
Avtala er nevniliga fingin í lag mill
um sjónleikaradeildina í Losjuni
og Eysturkommunu sum merkir,
at leikurin verður pallsettur og
framførdur inni í nýggja býráðs
húsinum í Norðragøtu.
Í Eysturkommunu vita tey í dag
at siga, at tað verður Búi Dam, sum
fer at leikstjórna, og hann leggur
dent á, at leikurin verður tulkaður
og uppsettur sum ein nútímans
klassikari, og til hetta er býráðs
húsið ein genialur karmur við
endaleysum møguleikum.
- Hóast leikurin er meira enn 100
ára gamal, so verður pallsetingin
gjørd í einum nútímans anda, sum
kann geva áskoðarunum eina upp
living av aktualiteti.
Búi Dam vísir á, at júst hetta
kann býráðshúsið í Gøtu, sum eftir
hansara tykki er ein arkitektonisk
perla.
- So, í staðin fyri at byggja ein
pall upp til leikin, fara vit at byggja
leikin upp í teimum fantastisku
kørmunum, sum býráðshúsið við
síni innrætting og umstøðum hev
ur, sigur leikstjórin.
Saman við leikarunum er hann
farin undir fyrireikingar og venj
ingar av leikinum, og ætlanin er
at framføra “Hedda Gabler” í nov
ember.
Til alt og øll
Býráðshúsið í Gøtu varð tikið í
nýtslu stutt fyri jól í fjør, og hevur
hetta fyrsta árið longu fingið nógva
umrøðu og viðurkenning. Fólk vitja
javnan húsið, og áhugin úr útlond
um er eisini stórur.
- Ósbjørn Jacobsen er arkitekt
urin handan bygningin, sum serliga
vekir ans við staðsetingini tvørtur
um ánna, gongugøtuni á takinum
og mongu, stóru vindeygunum,
sum bæði geva ljós og innlit í virk
semið í húsinum.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at
list og mentan er ein náttúrligur og
sjálvsagdur partur av býráðshús
inum, og Jóhan Christiansen, borg
arstjóri, fegnast um samstarvið við
sjónleikaradeildina í Losjuni.
– Vit eru øll sera glað fyri stóra
áhugan, sum fólk í kommununi
og aðrastaðni vísa húsinum, og í
býráðnum og umsitingini eru vit
nú ógvuliga spent upp á, at húsið
eisini verður karmur um sjónleik.
Við hesum verður húsið eisini latið
meira upp fyri almenninginum.
Borgarstjórin vísir á, at tað eru
øll í Eysturkommunu, sum eiga
húsið, sum sjálvandi skal vera fyri
øll.
- Tað haldi eg, at hetta samstarv
og henda verkætlan við sjónleikin
um eisini er eitt rættiliga gott dømi
um, sigur borgarstjórin, sum gleðir
seg at sleppa til sjónleik á sínum
dagliga arbeiðsplássi.
HUGNAKVØLD Á KÓSINI: Í kvøld, mánakvøldið
8. oktober klokkan 19.30, bjóðar Føroyska
Sjómansmissiónin til alment hugnakvøld í matarhøllini
á Kósini í samband við, at sjómansmissiónin hevur
100 ár á baki. Á skránni verður eitt nú søgulig
frágreiðing frá arbeiðnum hjá sjómansmissiónini.
Nólsoy næstan konuleys
- Her er so friðarligt í bygdini, sigur Maud Wang Hansen,
nú 16 konur úr Nólsoy hava hildið heystfrí í Barcelona
Vilmund Jacobsen
Síðan mánadagin 1. oktober hev
ur Nólsoyggin at kalla verið konu
leys, tá ikki færri enn 16 bindi
klubbakonur fóru til Barcelona
at halda heystfrí saman.
Á Facebook-síðuni – Nólsoy
Nú & Tá – liggur viðhefta mynd
av bindiklubbakonunum, sum í
góðum hýri eru á ferð.
Í morgun skrivar Maud Wang
Hansen, sum eisini býr í Nólsoy, á
somu Facebook-síðu, at hon gleðir
seg,
til
bindiklubbakonurnar
koma heimaftur.
- Her er so friðarligt í bygdini,
og vegirnir hava verið nærum
manntómir – og ikki bara konu
tómir.
Maud Wang Hansen skrivar,
at í dag hoyrist sangurin – Græs
enkemandens Blues” runga úr
stovunum og út í tún, bæði ovar
laga og niðarlaga í bygdini.
- Eg ynski tykkum eina góða
heimferð, tá tit koma hartil, legg
ur Maud Wang Hansen aftrat.
Fingu seks
skarvar á báti
leygardagin
Vilmund Jacobsen
Nú loyvt er at skjóta lomvigu,
álku, lunda og skarv, hava lut
falsliga fáar frásagnir verið á
Facebook-síðuni – Fuglaveiða í
Føroyum – um veiðidagar.
Menn, sum skjóta fugl, nú
veiðitíðin er, plaga annars
at vera óførir at kunna um,
hvussu dagarnir á báti hildnast
í hesi tíðini.
Á síðuni sæst tó, at tveir
mans, Kenneth Bernhard Ol
sen og Jón Jacobsen, vóru og
skutu skarv leygardagin, og
teir fingu seks skarvar á túr
inum.
Kenneth Bernhard Olsen
hevur lagt viðheftu mynd út á
Facebook-síðuna, Fuglaveiða í
Føroyum.
Higartil er lítið frætt um
lomvigaveiði og veiði eftir álku
og lunda.
Loyvt er nevniliga at skjóta
lomvigu, álku, lunda og skarv
frá 1. oktober.
Tíðin, har loyvt er at skjóta
skarv, verður úti 30. november
- og síðan er loyvt at skjóta
lomvigu, álku og lunda fram til
20. januar í 2018.
Fv.: Arnfinnur Nesá, formaður fyri sjónleikaradeildina,
Búi Dam, leikstjóri, Jóhan Christiansen, borgarstjóri og
Fríði B. Nielsen, vinnu–og mentanarsamskipari