mánadagur 8. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
Faroexpo verður
Runavík í døgunum 24.
- 26. oktober, og aftur í
ár verður ráðstevna á
skránni, har evnið er
“Vinna & Vælferð”.
Tey mintust
Bjarka
við hátíðar
haldið
Seinnapartin leygardagin var
hátíðarhald á Brandstøðini við
Oyggjarvegin, nú Tórshavnar
Sløkkilið hevur 85 ár á baki
Vilmund Jacobsen
Annika Olsen, borgarstjóri,
helt røðu, og Jógvan Arge
hevði fyrilestur um søguna
um eldsbrunar og eldsløkk
ing í Havn.
Borgarstjórin byrjaði við
at kondolera, nú fyrrverandi
sløkkiliðsmaðurin,
Bjarki
Christiansen, so brádliga
andaðist
- Skjótt er Harranum um,
søgdu tey gomlu. So seint
sum mánamorgunin sótu
vit og hoyrdu Bjarka Christ
iansen greiða frá í sending,
har hann og Anfinn Reinert
søgdu frá gomlum døgum, og
samrøða eisini var við Hans
David, varasløkkiliðsstjóra.
- Bjarki var føddur í 1935
og var sjálvboðin brandmað
ur í Tórshavnar Sløkkiliði frá
1965 til 1990 - tilsamans í 26
ár. Hann var elektrikari og
seinni eisini el-installatør,
men tey flestu kendu helst
hann og konuna Kirstin best
frá, at tey høvdu handil yvir
í Stoffalág í mong ár, segði
borgarstjórin, Annika Olsen.
Soleiðis
verður í
vikuni
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru
trý ísfiskaalínuskip
til fiskiskap undir
Føroyum. Tvey fiskaðu
tosk og hýsu, og hitt
triðja skipið fiskaði mest
av longu og brosmu.
- Hesi trý skipini koma
øll inn at landa hesa
vikuna. Restin av
ísfiskalínuskipunum
liggja við bryggju, men
helst fara fleiri út aftur
teir næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at tvey frystilínuskip
eru til fiskiskap. Eitt
er á Íslandsrygginum,
og hitt fiskar í
grønlendskum sjógvi.
Streymurin verður
harður hesa vikuna,
og veðrið verður
umskiftandi.
- Tí vænta vit ikki
nógvan útróður teir
næstu dagarnar. Men,
útróðrarbátarnir hava
góðan fiskiskap.
Fríggjadagin vóru
fimm partrolarapør
til fiskiskap. Eitt par
kemur inn at landa í
dag, og onkur pør koma
væntandi seinni í vikuni.
- Partrolararnir hava
smáligan fiskiskap.
Eingin djúpvatnstrolari
er á ísfiskaveiði, og
fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir
við bryggju.
- Trolbátarnir fara
væntandi út aftur,
tá teir meta, at
líkindini eru til tess.
Á Fiskamarknaði
Føroya vænta tey, at
eitt garnaskip kemur
inn at landa í dag, og
væntandi koma trý
onnur seinni í vikuni.
- Fiskiskapurin hjá
garnaskipum er
brúkiligur, verður
lagt aftrat.
132 METRAR: Í síðstu
viku vórðu boraðir
tilsamans 132 metrar
í Eysturoyartunlinum:
Hvítanes (73 metrar).
Rundkoyring/
Hvítanes (27 metrar).
Rundkoyring/ Saltnes
(32 metrar). Nú eru
7.444 av 11.250 metrum
boraðir og sprongdir.
Nú er Telebúð í
høvuðssætinum
Fríggjadagin læt nýggj Telebúð upp í
høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík
Vilmund Jacobsen
Føroya Tele gjørdi nógv
burtur úr, tá nýggj og stási
lig Telebúð læt upp í høv
uðssætinum hjá Føroya Tele
í Hoyvík fríggjadagin.
Á middegi henda dagin
bjóðaði Føroya Tele vinnu
kundum inn á gólvið til
rundvísing og ábit, og her var
eisini borgarstjórin í Tórs
havnar kommunu, Annika
Olsen, við.
Upplatingardagurin varð
hátíðarhildin við góðum til
boðum, livandi tónleiki og
undirhaldi fyri børnum.
Ein dreymur
Tað var miðskeiðis í juni
mánaði í ár, at arbeiðið við at
bróta niður og byggja nýggja
Telebúð í høvuðssætinum
hjá Føroya Tele byrjaði, og
nú fýra mánaðir seinni læt
so handilin upp.
Hans Jákup Langgaard,
stjóri í FT Samskifti, frøist
um nýggju Telebúðina.
- Hetta hevur verið okkara
dreymur í langa tíð, og loks
ins hava vit latið dyrnar
upp. Nýggja Telebúðin fer
at knýta okkum enn tættari
at kundanum, sum vit vilja
hava í miðdeplinum í okkara
virksemi.
Stjórin í FT Samskifti vís
ir á, at fleiri fyrimunir eru við
nýggja handlinum.
- Tí, umframt betri at
komumøguleikar og betri
parkeringsviðurskifti,
fær
kundin eisini lættari atgongd
til tænasturnar, sum Føroya
Tele veitir.
Hans Jákup Langgaard
vísir á, at í høvuðssætinum
í Kringluni eru fólk við ym
iskum førleikum, og tískil
verður tað nógv skjótari og
lættari at avgreiða viðskifta
fólkið framyvir.
- Ein Telebúð er ikki bara
ein sølubúð. Hetta er eisini
ein tænastudepil, sum skal
lofta øllum avbjóðingum, ið
kundar okkara hava, sigur
Hans Jákup Langgaard.
Lættir trýstið
Stjórin í FT Samskifti vænt
ar, at nýggja Telebúðin fer
at lætta um trýstið á handl
inum í miðbýnum í Havn.
- Vit uppliva javnan langa
bíðitíð í miðbýnum. Hetta
verður vónandi broytt, nú
vit hava tvær Telebúðir, sum
kunnu lofta viðskiftafólkum
í miðstaðarøkinum. Í mun
til hinar Telebúðirnar, fer
nýggja Telebúðin framyvir
at lata upp klokkan 08 yrka
dagar, sigur Hans Jákup
Langgaard.