Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 mió. kr meira til egin kontór Jørgen Niclasen, tingmaður Landsstýrisfólkini hava komandi ár økt útreiðslurnar til egnar skriv­ stovur við 20 mió. kr. Bara frá í ár til næsta ár er økingin 7,2 mió. kr. Ør­skapurin má steðgast. Útreiðslugildið hjá vintstrahallu samgonguni kennir eingi mørk. Grov­ast eru tey við sínum egnu skriv­stovum. Aðalráðini kosta kom­andi ár nærum 20 mió. kr  meira enn í 2015. Í krónum er Rigmor Dam og henn­ara mentamálaráð grovast. Í 2015 kostaði tað 18,0 mió, kr. men í 2019 skal tað kosta 22,7 mió. kr, sum er ein hækking upp á 4,7 mió. kr. Lutfalsliga er Kristina Háfoss tó tann grovasta. Fíggjarmálaráði kost­aði 9,5 mió kr, tá parturin, sum nýggja samferðslumálaráðið hevði yvirtikið, var tikin úr. Í 2019 skal Fíggjarmálaráðið kosta 12,3 mió. kr, sum eru 2,8 mió. kr hækking. Tað svarar til 30% øk­ing av út­reiðsl­un­ um. Jú, sanni­liga Há­foss­ar pen­ing­ ur­in úr lands­kass­an­um.  Høgni Hoydal er eisini ovarliga í útreiðlsudansinum. Fiskimálaráðið kostaði 13,3 mió. í 2015, men kom­ andi ár skal tað kosta 16,2 mió kr. Ein øking upp á 2,9 mió. kr.  Sirið Stenberg brúkar kom­andi ár 2,8 mió kr. meira til sína skriv­ stovu í mun til 2015 og Eyðgunn Samuel­sen hevur økt skrivstovu sína við 1,6 mió kr. Við Henriki Old stovnaði løg­ mað­ur eitt nýtt ráð. Hann fekk 1,2 mió. kr. frá fíggjarmálaráðnum, men ráðið skal hava 5,0 mió. kr kom­andi ár, uttan at hava ein lands­stýrismann. Løgmaður og Poul Michelsen er teir frægastu. Teirra øking er “bert” 0,8 mió. kr. Her kann leggast aft­ur­ at, at teirra skrivstovur kosta yvir 35 mió. kr, so neyvan eru skriv­stov­ ur til fleiri fólk har. Hesin ørskapurin má steðgast.  Menningartarnað – søgan endurtekur seg! Hanus Samró, avvarðandi Støðan á Eir­ar­garði er krit­isk. Ser­liga nú, tá bæði Javni og Megd stuðla ætlanini hjá lands­stýris­ kvinn­uni, Eyðgunn Samuel­sen. Hetta er ikki partapolitiskt. Eyð­ gunn fylgir ráðgevingini, men er ráð­gev­ing­in eftir­farandi? Javni og Megd gera eitt megn­ ar arbeiði, men í hesum før­inum hava forkvinnurnar báðar, Fía Pet­er­sen og Tóra við Keldu, gjørt ein álvars­lig­an fótfeil. Tær hava tikið eina avgerð, sum fær stórar avleiðingar fyri bú- og starvsfólkini á Eirargarði, utt­an yvir­høvur at tosa við tey, sum av­gerðin gongur útyvir. Tað er sera óheppið. Fleiri av teimum, ið búgva á Eir­argarði, eru so óhjálpin, at tey eru ómyndig gjørd. Sostatt hava for­eldrini myndugleikan. Tey eru held­ur ikki spurd. Fyri summi av teimum kennist hetta sum eitt óhugnaligt dejavu. Hetta eru somu eldsálir, sum í sín­um ungu døgum stríddust fyri at menningartarnað ikki vórðu tvingað av landinum. Nakrar eldsálir eru sløknaðar, men hjá teimum, ið eftir eru, brenn­ ur login eins bjartur og hann gjørdi í 60­unum og 70unum, tá eldsálirnar løgdu lunnar undir Javna, Megd og Eir­argarð. Hetta er vakrasti varði í Føroya søgu: tá góvust vit við at senda menningartarnað av land­ in­um, men byrjaðu ístaðin at taka okk­um av teimum í Føroyum. Í skjótt 40 ár hevur Eirargarður verið teirra heim. Nú endurtekur søgan seg. Menn­ ing­ar­tarnað verða við upp­skot­in­um hjá lands­stýrinum tvingað heim­ani­ frá. Búfólkini vilja ikki. Starvs­fólk­ ini rópa varskó. Og eld­sál­irnar, ið stríddust fyri Eirar­garði, royna aft­ ur nú at stríðast fyri teirra "børn­ um", men tey hava ikki eins nógva orku longur. Nógv eru far­in um 80 ára aldur og "børnini" um 50 ára ald­ur. Tað er tí, at eg skrivi hetta í dag. Eg eri eisini avvarðandi. Eg síggi, hvussu nógv hetta nívir ommu og abba. Tey vilja tað so væl, men tey orka ikki at fara í stríð við myndug­ leik­arnir aftur. Omma er 81 og abbi 82. Jana, ið er menn­ingar­tarnað, er 52 ár. Hon er ikki før fyri at tala fyri seg. Eg veit, at Eyðgunn Samuelsen vil tað væl, og at hon fylgir ráð­gev­ ingini, men eg vil heita á Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at bera so í bandi, at avvarðandi, bú- og starvsfólkini á Eirargarði sleppa til orðanna. SKATTALÆTTI Í BLINDUM! 150.000 skattafrítt Bjørn á Heygum Kristina Háfoss hev­ur nú barslað við einum eftir henn­ara tykki geni­al­um uppskoti um, hvussu stóra íbúð­ar­trotið í Føroyum loys­ast. Jú - hetta skal so lætt og vísuliga ger­ast við einum ógvusligum skatta­ lætta til øll tey, sum eiga tóm høl­ir og tóm hús – t.v.s hava ríki­ligt í for­ veg­in - við eini hækking í skatta­fría há­mark­in­um fyri leigu­inn­tøku úr kr 50.000 til heilar kr. 150.000! Við øðrum orðum bjóðar Krist­ina einum útvaldum bólki í sam­felagn­ um heilar kr. 12.500,00 skatta­frí­ar krón­ur um mánaðin, - og tað enn­tá, utt­an at tey nýtast røra hond frá síðu! Skattastigin sum stýringsamboð Ikki tí hesir eigarar - av fleiri húsum og hølum enn tey sjálv hava brúk fyri - endiliga líður neyð, ella hava tørv á almennum stuðli fíggjaður við skattapeninginum hjá øðrum - nei, - als ikki! Meiningin er tvørturímóti at broyta atferðarmynstrið hjá hes­um bólki, soleiðis at tey við al­menn­um stuðli nú skulu lokkast til at leiga eitt sindur út av teirra yvir­skots­ kapa­citeti av húsum og hølum, og á henda hátt vera við til loysa akuttu íbúð­ar­neyðina í Føroyum. Tað er líkasum at logikkurin er, at var skattalættin enn størri, - ja so bleiv útboðið kanska enntá so stórt, at tað nøktaði allan tørvin. Tann brennandi spurningurin er nú um hetta er rætta leiðin at ganga! Politiskt stimbrað útboð/ eftirspurningur? Skulu vit veruliga sleppa grund­ regluni um, at øll skulu vera líka fyri lógini, og verða skattað eftir somu princippum óheft hvør inntøkan er og hvaðani hon stavar, ella skulu vit fara í holt við ein sokallaðan motiva­tiónsorienteraðan skatta­ stiga, har tað almenna stýrir út­boð og eftirspurningi við einum ójavn­ari og asymetriskari skatting av okk­ara inntøku? Vit kunnu saktans halda fram á hesi kós og brúka sama leist sum Kristina Háfoss til at stimbra annað politiskt ynskt/óynskt út­boð virksemi ella avmarka annan polit­ iskt ynsktan/óynsktan eftir­spurn­ ing við at geva summum almennan pen­ing, og taka fra øðrum yvir skatta­stigan. Varandi skipanir Vit hava roynt hetta áður, sum t.d. at geva handverkarum sum arbeiða uttanlands ein serligan frádrátt, og at geva okkara fiskimonnum ein ser­stakan frádrátt uppá 14% av all­ ari inntøku undir 470.000. Hevur hetta givið ætlaða úrslitið – neyvan! Vit kunnu eisini hildið fram eftir hesum leisti. Vit hava jú eitt stórt og kroniskt læknatrot. Hvat við at givið læknunum ein serstakan skatta­lætta, so fleiri læknar vóru freist­aðir at søkja starv í Føroyum? Sama ger seg galdandi í løtuni við hand­verkarum – og soleiðis kundu vit hildið áfram! Trupulleikin er, at tá hesar ser­ sømd­ir fyri ávísar bólkar fyrst eru komn­ar inn í skipanina, so hava tær lyndi til at vera verandi, sjálvt um t.d. fortreytirnar um at stimbra ar­ beiðs­leysar handverkarar til at taka ar­beiði uttanlands, og rætta upp fyri lágum lønum í fiskivinnuni als ikki eru til longur. Hypotetiskar fortreytir – ongar konsekvensútrokningar! Veruleikin er tann, at hetta upp­skot, eins og undanfarnu sersømdir til aðrar bólkar, byggir á reint hypo­t­et­ isktar fortreytir, og eitt bart út sagt serdeilis ókvalificera grund­ar­lag. Ongar konsekvensútrokningar eru gjørdar – og kunnu av góðum grundum ikki gerast – og ongin hev­ur í veruleikanum minstu hóm­ ing av hvørka ávirkan ein slík skip­ an hevur á íbúðarmarknaðin. Upp­ skotið er satt at siga gjørt í blindum og út í tóman heim! Social slagsíða Vit vita bara eitt við vissu, og tað er, at ein ávísur bólkur av okkara skatta­borgarum, - sum ikki hava biðið um tað - og ikki hevur brúk Skommin er stór Árni Dahl Í eini tjóð, sum tekur seg sjálva í álvara, og sum vil verða tikin í álv­ara, er eitt tjóð­ leik­hús. Danir fingu sítt í 1748. Sviar fingu sítt í 1788. Norðmenn fingu sítt í 1899. Íslendingar fingu sítt í 1950. Føroyingar hava ein tjóðpall – men einki tjóðleikhús. Tað eru 270 ár síðani danir fingu sítt tjóðleikhús Tað eru 230 ár síðani sviar fingu sítt tjóðleikhús Tað eru 119 ár síðani norðmenn fingu sítt tjóðleikhús Tað eru 68 ár síðani íslendingar fingu sítt tjóðleikhús Í strembanini hjá grannunum fyri vestan finna vit hesa stað­ fest­ing longu í 1915, og tað er neyv­an fyrstu ferð, at hesi orð eru søgd: “Leikhúsið sameinir í sær allar lista­greinir. Tað er evsta ment­an­ ar­stigið í hvørjum landi." Og tá ið húsið varð vígt í 1950, segði landsins menta­mála­ráð­ harri: ,,Eg taki ímóti hesum húsi og avhendi tjóðini tað til ognar við tí ynski, at her skal hon kunna skoða sjálva seg í listarinnar spegili - og at her man javnan fara at loga tann halgi mentanar- og mannvitseldur, sum hvør tjóð hevur áneyðir á, skal hon røkka sonnum framburði." Tá ið danir, sviar og norðmenn fingu síni tjóðleikhús, ber neyvan til at tala um partapolitikk. Tá ið íslendingar fingu sítt, tók øll pol­it­ iska skipanin undir – frá flokk­in­ um ytst á høgra veingi til flokk­in ytst á vinstra veingi. Og at sami hugburður ráddi her hjá okkum um sama mundið, hava vit góða ábending um, tá ið Havnar sjónleikarfelag í 1955 við íslendskari leikstjórn setti á pall stórverkið hjá John Stein­beck “Mýs og menn”. Tá taldust mill­ um berandi kreft­irnar sam­bands­ blað­stjórin Georg Lind­en­skov Samuel­sen, fólka­floks­blað­stjór­in Knút Wang og tjóð­veldis­maðurin Fras­er Eysturoy. Nú stívliga seksti ár seinni eigur Tjóð­leikhúsið at vísa seg ong­an góð­an millum politikarar í nøkr­um flokki. Tíðirnar eru góð­ar, og pen­ing­ur verður játt­ að­ur til bæði líkt og ólíkt. Men Tjóð­leikhúsið kemur ikki á fíggj­ ar­lógina, hvør ið so ræð­ur fyri borg­um. Hetta er bæði synd og skomm. KJAK fyri tí, - fáa kr. 12.500,00 skattafrítt um mánaðin, lítið minni enn tað, sum ein vanligur løntakari hevur aftan á skatt, eftir at hava stríðs og strevast frá morgni til myrkurs hvønn dag, 170 tímar um mánaðin! Er hetta sosialt rættvíst – og er tað rímuligt at gera ein slíkan mismun millum okkara borgarar ? Nei - tað er burturvið og høpisleyst!