Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Um vikuskiftið hevur verið kappast um trý FM-heitið í súkkling André Olsen SÚKKLING Seinastu dagarnir hevur stór súkklu­kapping verið í Føroyum, har kappast hevur verið í trim­um ymiskum kappingum frá hós­deg­ num til sunnudagin. Hóskvøldið var fyrsta kappingin á skránni, tá kappast var um FM-heitið í býar­ súkkling. Sjálv kappingin gekk fyri seg í hjartanum av gomlu Havnini, har kappast var millum gomlu og smølu gøturnar í Havn. Hjá monn­ um vann Dávur Magnussen FM- heitið í býarsúkkling, meðan Elsa Bech vann tað hjá kvinnunum. Fríggjadagin – dagin eftir, var so kappast í einkulstarti. Byrjað var við Effo-støðina í Kollafjarðardali, og kappingin endaði, tá komið var niðan á Sornfelli. Í einkultstarti vóru somu vinnarar sum til dagin fyri – Dávur Magnussen hjá monn­ um, og Elsa Bech hjá kvinn­um. Sunnudagin var so seinasta kappingin koyrd. Tað var í FM í landavegssúkkling, og tá var tað ein annar maður, ið streyk avstað við sigrinum. Tað var Torkil Veyhe, sum ikki luttók í býarsúkklingini, ella í einkulstartinum. Torkil Veyhe vann FM í landavegssúkkling, með­ an Dávur Magnussen var næstur á mál, og Helgi Winther Olsen trið. Upprunaliga var ætlanin at FM í landavegssúkkling skuldi koyrast í Eysturoynni, men vegna vegarbeiði á teininum runt Agnið, varð kapp­ ingin flutt til Streymoynna, har súkkla var frá Wenzel í Havn til Gomlu­rætt, og so aftur til Wenzel. FÓTBÓLTUR Føroyski landsliðsleikarin, Vilj­orm­ ur Davidsen, kom um vikuskiftið av álvara í andglettin í donskum fótbólti, tá hann fríggjakvøldið varð sendur av vølli við beinleiðis reyð­um korti móti Sønderjyske. Nógv kjak var á donsku miðlunum um støðuna við føroyska lands­ liðs­leikaranum, har tey flestu vóru á einum máli um, at Viljormur Davidsen av órøttum varð vístur av vølli. Hetta fekk eisini Vejle til at koma við einum aftursvari leygar­dagin, tá Vejle boðaði frá, at felag­ið hevur kært reyða kortið hjá Viljormi Davidsen. Tí er ikki heilt greitt enn, um Viljormur Davidsen fer at sita uttanfyri við leikbanni. Viljormur Davidsen og Vejle taptu annars dystin móti Sønderjyske 3-0. Tveir aðrir føroyskir lands­liðs­ leikarar vóru eisini við frá byrjan í donsku Superliguni um vikuskiftið. Tað vóru AC Horsens leikararnir, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad, sum báðir byrjaðu inni í heimadystinum móti Esbjerg. Men dysturin endaði við at Esbjerg dró longra stráðið, tí Esbjerg vann dystin 2-1. Serliga Sonni Ragnar Nattestad kom í eina óhepna støðu í dystinum, tí tá Esbjerg skoraði til 2-0 í dystinum, kom málið eftir brotsspark, sum Sonni Ragnar Nattestad hevði gjørt eftir hornaspark. SVIMJING Um vikuskiftið var eisini svimji­ kapp­ingin, Ægir Open, í Klaksvík. Til Ægir Open var millum annað eitt nýtt føroyskt met sett, tá menn­ inir úr SuSvim settu nýtt føroyskt met á 4x50 metur blandað. Metið sum menninir úr SuSvim settu, var ein tangering av teirra egna metið. Teir svumu 4x50 metur blandað við tíðini 1:50,85. Teir fýra sum settu metið vóru Rani Jacobsen (bringu), Rói Bech (frí), Rólant Toftum (fir­ vald) og Bartal Debess (rygg). andre@sosialurin.fo Tríggjar FM-kappingar í súkkling