Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Undan kappingarárinum var ivasamt um nakað felag kundi hótta VÍF í bestu kvinnudeildini. Orsøkin var at serliga Kyndil og Neistin høvdu verið fyri frágongd. Men sunnudagin prógvaði eitt ungt lið av H71 kvinnum, at tær skulu takast í álvara í oddinum, tá ið tær fóru úr Vestmanna við fullum stigatali. Eisini Neistin kann koma upp og arga oddaliðini HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Hóast stigatalvan segði, at talan var um oddadyst í Vestmanna, so vóru tað fá, ið mettu VÍF og H71 at vera á sama støði undan kvinnudystinum í bestu deildini sunnudagin. VÍF vann sannførandi bæði steypa­kappingina og lands­kapp­ ingina í vár, og felagið hevur varð­ veitt bulin á liðnum, teir týdn­ingar­ miklu leikararnar, eins og onkur styrkur eisini hevur verið. Kappingarneytarnir hjá VÍF tykj­ast í ár at annaðhvørt standa í stað, ella vera fyri frágongd, so undan kappingini hevur ver­ið tor­ ført at hugsa seg fram til, at nakað lið skuldi bjóða vest­manna­kvinn­ um av. Ungar hoyvíksgentur bjóða av Men í Hoyvík var í fjør á fyrsta sinni eitt kvinnulið í bestu deildini at síggja. H71 hevði megnað at manna eitt kvinnulið, ið var bygt av sera ungum leikarum, ið eru upp­vaksnar í felagnum. Onkur góð úrs­lit fekk hetta liðið eisini í sínum fyrsta kappingarári, men at hótta lið sum VÍF og Kyndil kom ongantíð upp á tal. Í ár er liðið so vorðið eitt ár eldri, og sum tær sjálvar taka til: Eitt ár betri. At hoyvíkskvinnurnar eru betri, høvdu tær prógvað tvær ferð­ir í kapp­ingarárinum higartil. Lið­ið hevði nevniliga vunnið báð­ar sínar fyrstu dystir á báðum havna­lið­ unum, Neistanum og Kyndli. VÍF hevði eisini vunnið báðar sínar fyrstu dystir, og tí var tal­an um oddadyst í Vestmanna sun­nu­ dagin, tá ið liðini hittust. Kort­ini væntaðu mong, og eisini tíðinda­ fólk á Sosialinum, at royndu vest­ manna­kvinnurnar nú fóru at seta ungu hoyvíkskvinnurnar upp á pláss. Sum dysturin byrjaði, vóru hes­ ar væntanirnar gjørdar fyri skom­ m­um. Unga, óroynda H71 liðið spæl­ di skilagott í eini leikferð, ið hóvaði teim­um, meðan VÍF royndi seg við ferð- og váðamiklum spæli, ið ofta endaði við, at bólturin glapp teim­ um av hondum. Tí kundi H71 leggja seg eini tvey mál framum, og liðið fekk kanska eina sálarliga yvirvág, tá ið tað gjørd­ist greitt fyri øllum, at VÍF var ikki so nógv betri, sum hoyvíkingar høvdu óttast. Dysturin javnaði seg aftur um miðjan fyrra hálvleik, men VÍF fekk ongan­tíð lagt seg á odda. Ístaðin fekk H71 økt aftur til hálv­leiksstøðuna 12-14, og leikar­ar­ nir í gulum, sóu ikki blíðar út á veg í skiftirúmið. Óheppin skaði Ein orsøk til tess var eisini, at ein av bestu og týdningarmestu leikar­ un­um hjá VÍF – og í føroyskum hond­bólti yvirhøvur, Durita C. Jojic, noyddist av vøllinum í fyrra hálvleiki við einum skaða, ið kundi tykjast álvarsligur. Hon varð flutt til Havnar til kanningar. Eftir fyrra hálvleik var bara at hyggja eftir málskjúttunum fyri at fáa hylling á, hvør leikari hevði gjørt mest um seg. 17 ára gamal stórskjútti Hjá H71 var 17 ára gamla Marita Mortensen ein støðug hóttan ímóti vest­mannaverjuni. Hon legði fyrsta trýstið í álopinum, spældi inn á strikuna og skeyt eisini sjálv av vinstra bakki. Sjey ferðir eydnaðust skotini hjá ungu hoyvíksgentuni í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki tók VÍF hesa hóttan­ina í álvara, og Marita Morten­sen slapp ikki at spæla hond­bólt í løtum. Hon fekk mans­ verju á seg, og mátti hyggja at, meðan liðfelagarnir royndu at loysa álopini uttan toppskjúttan. Í hinum endanum fór Liljan Djur­huus veruliga at gera um seg, og hetta elvdi til, at VÍF fyri fyrstu ferð í dystinum fekk leiðsluna um miðjan seinna hálvleik. Liðini fóru at skiftast at skjóta mál, og her bendi alt á, at smá­lut­ir­ nir skuldu avgera dystin í seinastu løtu­num. Eitt taktiskt spæl var eisini í gongd á bonkunum. VÍF royndi seg við tveimum mansverjum, tá ið bæði Marita Mortensen og Maria H. Weyhe vórðu tiknar úr spæli­ num. Síðani avgjørdi H71 at taka mál­verjan út fyri ein áleypara og leika við sjey álopsleikarum, so at VÍF mátti sleppa mansverjunum hjá sær. Favorittarnir fullu Tá ið ein minuttur var eftir at leika, fall avgerðin. H71 var ein leikara færri, men hevði bæði bóltin og leiðsluna við 27-28. Eftir eitt langt og tolið álop endaði bólturin á høgra vongi hjá Guðrið á Borg, ið lobb­aði bóltin í netið, og dysturin var avgjørdur. H71 hevði tikið øll á bóli og sett seg á oddasessin í landskappingini við at vinna á risafavorittunum á úti­vølli. Samstundis prógvaðu ungu hoyvíks­genturnar at tær hava fingið eina góða verju, ið kann standa seg ímóti teimum bestu, eins og toppskjúttin í landinum í fjør, Maria H. Weyhe hevur fing­ið ein stóran stuðul frá einum stór­ spælandi og spennandi vinstra bakki í Maritu Mortensen. Kvinnukappingin er opin aftur Hetta hevur so fyribils givið ta ábending, at føroyska kvinnu­kapp­ ingin, sum summi – tíðindafólkið hjá Sosialinum íroknað – roknaðu við fór at verða merkt av vantandi mótstøðu ímóti VÍF, nú er víðopin og hevur fingið eina innspræning av spenningi. H71 liðið er mannað við leikarum, ið fyri einum ári síðani vóru púra ókendir í Før­oy­ um, og eingin veit, hvat tær næstu ferð fara at finna upp á. Neistin lúrir eisini Enn eitt tekin um, at spenningurin kann koma inn aftur í kvinnu­deild­ ina er, at Neistin fekk gott úrslit ímóti StÍF. Her gjørdist talan um 16-25 sigur til Neistans. Neist­in tykist gerast sterkari og sterkari fyri hvønn dyst, og nú er eisini ein nýggj­ur leikari komin afturat úr Dan­mark, ið kallast Sofie Søberg. Út­lit­ini fyri eini tættari kapping í bestu kvinnudeildini tykjast tí nú meira sannlík enn undan kapp­ ingar­byrjan. sjurdur@sosialurin.fo H71 SPRÆNIR SPENNING Í KVINNUHONDBÓLTIN Stjørnan – Kyndil 31-25 (15-13) Stjørnan: Sonja Sirdal 9, Tóra Eliasen 7, Mina Sirdal 5, Judith Dam-Jacobsen 5, Katrin Bertholdsen 2, Marið Heimustovu 1, Jórun B. Nielsen 1 Kyndil: Bára K. Hansen 8, Súna K. Hansen 5, Anja Eliasen 4, Beinta Lindberg 3, Sólja B. Poulsen 2, Birita Mortansdóttir 1, Beinta Bárðardóttir 1 StÍF - Neistin 16- 25 (10-15) StÍF: Poula Dulavík Berg 4, Emma Lerche 3, Rebekka Zachariassen 3, Durita Hummeland 2, Karina Berg Høgnesen 2, Erla Petersen 1, Ingibjørg Kass 1 Neistin: Fríða á Dunga 6, Drós Ragnarsdóttir 4, Rakul Magnussen 3, Stina Madsen 3, Ingunn K. Persson 3, Hjørdis Viðstein 2, Maria Dahl 2, Sólbjørt Høj 1, Anna Clementsen 1, VÍF – H71 27-29 (12-14) VÍF: Liljan Djurhuus 9, Kathe Frederiksen 6, Agnas Olsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Halla Midjord 2, Durita C. Jojic 1 H71: Marita Mortensen 9, Maria H. Weyhe 8, Durita T. Joensen 4, Guðrið á Borg 3, Karin Simonsen 1, Anna á Steig 1, Katrin V. Højsted 1 SMS deildin: Marita Mortensen skeyt sjey mál í fyrra hálvleiki móti VÍF Maria H. Weyhe skipar spælið skilagott hjá unga H71 liðnum