Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Føroyskur toppskjútti í Finnlandi var Peter Krogh úr H71. Hann skeyt sjey mál í hvørjum av teimum báð­ um dystunum. Peter Krogh sigur eftir dystin, at hann iðrar seg um, at Føroyar vóru fyri ósigri í báðum dystunum, tí hann heldur at Finnland er eitt lið, ið átti at borið til at vunnið á. Hinvegin er bakkurin fegin um at vera aftur á landsliðnum, og fegnast um at samstarvið á liðnum riggaði væl. Eisini hóast har vóru nýggir menn á liðnum. -Sjálvsagt eru partar av spæli­ num, ið vit skulu arbeiða meira við, men eg haldi vit eru á rættari leið, sigur Peter Krogh. Han vísir á, at tað var serliga gott at royna seg móti Finnlandi, tí her vóru leikarar, ið høvdu sera kvikar føtur. Yvirhøvur fekk landsliðið vant verju­spælið væl og eisini tað bein­ leiðis spælið í álopinum, greiðir bakk­urin frá. Hóast sjey mál í báðum dyst­ unum er stórskjúttin kortini ikki heilt nøgdur við sítt egna avrik. -Eg kenni á mær at eg vildi gjarna, og kundi eisini spælt væl frægari, men mær vantar dystar­ venj­ing, sigur Peter Krogh. Orsøkin til hetta er, at Peter Krogh, eins og flest allir føroyskir hond­bóltsleikarar ikki fær leikt hondbólt fulla tíð. Tá ið hann ikki spælir hondbólt er hann í læru hjá MBM, og hann er tískil á einum longum skeiði í Danmark hesa tíðina. Tí fær hann ikki vant við H71, men venur í staðin fyri seg sjálvan við styrki og rennivenjing. -Henda støðan er als ikki góð, og eg eri troyttur av henni, men eg havi tørv á útbúgvingini og seti eisini familjuna í fremstu røð, sigur Peter Krogh. Tríggjar vikur resta í til Føroyar spæla undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Danmark, og Peter Krogh gleðir seg nógv til dystirnar. Hann ásannar at dyst­ irnir vera truplir, og at tað verður av­gerandi at fáa sett leikferðina niður. Tær tríggjar vikurnar skulu nýtast væl í feløgunum, so at leikar­ar kunnu vera hvassir, tá ið dyst­urin í Montenegro fer í gongd, sigur Peter Krogh. Enn meira avgerandi verður tað, at góða samanhaldið í hópinum verður tikið við til teir báðar dyst­ irnar. -Tað er umráðandi at vit fáa staðið síð um síð eftir dystin og kunnu siga at vit hava givið alt vit eiga, greiðir Peter Krogh frá at enda. Rói Berg Hansen: Vit vera mintir á hvat krevst Rói Berg Hansen situr eftir dyst­ir­ nar við kensluni av, at úrslitini áttu at verið betri. Hann harmast um at Før­oyar brádliga steðga at skjóta mál eftir at hava verið á odda við seks málum tíðliga í dystinum. Yvirhøvur heldur Rói Berg Han­ sen ikki, at finnar hava eitt lið, ið Føroyar ikki kann vinna á. -Hetta er eitt lið, sum vit eiga at vera í minsta lagi ájavnt við, stað­ festir ungi vinstri vongurin. Tó eru eisini jaligir lutir, ið landsliðið fær tikið við sær heim. Rói Berg Hansen vísir á, at skjót­ álops­spælið riggaði væl í løtum, eins og hann gleðist um at nógvar av teimum villunum, ið liðið gjørdi í fyrra dystinum, vórðu rættaðar í dysti­num eftir. Ungi vinstri vongurin, ið spælir fyri FIF í triðfremstu deildini í Dan­ mark, er eisini sera fegin um at vera aftur í landsliðshøpi. Hann vísir á, at hann hevur ikki spælt landsdyst, siðani hann var í Algeria við U21 landsliðnum í 2017. Tí er tað umráðandi at sleppa at spæla venjingardystir. Tað er gott at vera mintur á, av tú skalt gera tað meira burturúr, tá ið tú spælir al­tjóða hondbólt í mun til, tá ið tú spæl­ir í felagi tínum, greiðir Rói Berg Hansen frá. Eisini fær hópurin nógv burtur úr at royna at spæla saman áðrenn av­gerandi dystirnar seinni í mán­ aði­num. -Tann tíðin, tú hevur saman við við­leikarum, hevur ein lyklaleiklut í, hvussu tú fært ment teg sum lið. Eitt er venjing, men tað er um­ ráðandi at royna seg saman í dysti, greiðir vinstri vongurin frá. Yvirhøvur kennir Rói Berg Han­ sen seg eftir túrin til Finnlands væl fyrireikaðan at spæla undan­kapp­ ingar­dystirnar, um hann skuldi verið so heppin at verða úttikin. Um hann verður úttikin, er tað ein Rói Berg Hansen í góðari dystar­ venjing, ið kemur at røkja vinstra vongin hjá Føroyum. Hann vísir á, at hann hevur fingið eina sera góða byrjan á kappingarárið, og kennir seg væl fyri. Rókur Akralíð: Tað verður vart harðari í altjóða hondbólti Rókur Akralíð er væl nøgdur við túrin saman við landsliðnum, men hann er eins og hinir leikararnir nakað ónøgdur við úrslitini. Rókur Akralíð telist millum roynd­astu leikararnar á lands­lið­ num, og hann er sum altíð fegin um at sleppa at lata seg í føroyska spæli­ búnan. Hann fegnast eisini um, at nógv nýggj andlit eru í hópi­num, og at lagið í hópinum er av tí besta. Huglagið í hópinum er sera umráðandi, men tað er eisi­ ni at fegnast um, at støðið í hópi­num tykist gott, hóast har enn er nakað at arbeiða við. -Ein sovorðin túrur kemur av­gjørt at hjálpa, greiðir royndi verju­leik­ arin frá. Hóast Rókur Akralíð hevur verið leingi á landsliðnum, eru tað heldur fáir venjingardystir,ið hann hevur roynt, og hann er fegin um fyri­reikingina, ið hesir dystir móti Finn­landi hava givið. -Venjingardystir geva ómetaliga nógv. Tá læra leikararnir, at teir skulu avrika eitt sindur meira enn vanligt í landsystum. Tí er tað øgiliga gott at spæla venj­ing­ar­ dystirnar, áðrenn undan­kapp­ingar­ dystirnar, so at tað liggur klárt, hvat krevst av leikarunum, og at teir fáa ásannað, at tað verður vart harð­ari í altjóða hondbólti, sigur Rókur Akralíð avgjørdur. Tað kann eisini staðfestast eftir venj­ingardystirnar at tað gongur rætta vegin hjá landsliðnum. Liðið hevur arbeitt við nøkrum skipanum í verju og álopi, og tað var týdningarmikið at fáa hetta roynt í Finnlandi. Eitt nú var útgangsstøðið eisini at spæla við verjuskipan eins og tað var Monte­ negro, ið spælt varð ímóti, greiðir Rókur Akralíð frá at enda. sjurdur@sosialurin.fo FINGU NÓGV BURTUR ÚR VENJINGARDYSTUM HÓAST TAP Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi um vikuskiftið tveir dystir ímóti finska landsliðnum. Úrslitið gjørdist í báðum førum føroyskur ósigur, men dystirnir vóru liðir í størri fyrireiking til undankappingardystir ímóti Montenegro og Danmark, ið verða leiktir ávikavist 24. og 27. oktober. Sosialurin hevur prátað við tríggjar av føroysku leikarunum um túrin 6. oktober 2018: Finnland – Føroyar 29-24 (10-11) Føroysku málskjúttarnir: Peter Krogh 7 Rói Berg Hansen 5 Jónas G. Djurhuus 3 Helgi H. Hoydal 2 Fríði H. Weyhe 2 Tróndur Kragesteen 2 Vilhelm Vilhelmsen 1 Hans Eli Sigurbjørnsson 1 Brandur Halgirsson 1 Vilhelm Poulsen 1 7. oktober 2018: Finnland – Føroyar 27-25 (15-12) Føroysku málskjúttarnir: Peter Krogh 7, Jónas Djurhuus 4, Fríði Weyhe 4, Rói Berg Hansen 2, Rókur Akralíð 2, Vilhelm Poulsen 2,  Brandur Halgirsson 1, Helgi Hoydal 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1. Ròkur Akralíð hevur drúgvar royndir á føroyska landsliðnum Peter Krogh skeyt sjey mál í báðum dystunum móti Finnlandi Rói Berg Hansen skeyt fimm mál í fyrra dystinum móti Finnlandi