Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Bæði A-landsliðið og U21-landsliðið hava nakað at prógva komandi dagar­nar. A-landsliðið skal reisa seg, eftir ósigurin í Pristina í Koso­ vo, meðan U21-landsliðið tapti bæði fyri Litava og Danmark. Fyrr dysturin var eitt sindur óhepp­in, men serliga 3-0 ósigurin á heima­ vølli fyri Danmark, hevur sett síni spor. Vit fingu ikki eitt bein til jørð­ ina í dystinum, og tí skulu vit nú reisa okkum. Tapið í Kosovo svíður Føroyska A-landsliðið kom væl frá fyrstu uppgávuni í Nations League, tá Føroyar vunnu 3-1 á Malta. Tað var tann best hugsandi byrjanin vit kundu fáa, men fáar dagar sein­ ni komu vit niður á jørðina aftur, tá vit taptu 2-0 í Pristina í Koso­ vo. Ein kritikkur hevur verið, at spælararnir hjá okkum ikki klára tveir landsdystir upp á tríggjar dagar. - Eg fari ikki at siga, at vit vóru móð­ir, tí reint kropsliga eru vit komn­ir longri enn tað. Eg haldi meiri, at tann gleðin við at vinna situr og nógv í okkum. Vit eru eisini óhepnir, at vit møta teimum í fyrsta landsdystinum nakrantíð í Kosovo. Tað svarar til, at vit spæla móti Danmark, eftir at hava tik­ið loysing, sigur Atli Gregersen, lið­ skipari á landsliðnum. Tað var javnleikur í hálv­leiki­ num, men tíðliga í seinna hálvleiki kom hol á, og føroyska liðið hevði trupult við at standa í móti trýstinum, sum Kosovo kom við. - Eg sat tó við kensluni, at um vit kláraðu at halda teir fyrsta korterið í seinna hálvleiki, so lá dysturin til okkum. Men tá teir fáa málið til 1-0, so síggja vit ikki gott út í eina løtu. Vit raka snøgt sagt ikki dagin, og tá hava vit ongan kjans. Vit halda ikki nóg væl upp á bóltin, og í seinna hálv­leiki geva vit eisini ov nógvar bólt­ar vekk og skapa ikki nokk, sigur Atli Gregersen. Fyrsta uppgávan verður móti Aserbadjan, sum hevur tvey stig eftir tveir dystir. Teir spældu mál­leys­an javnleik móti Kosovo í fyrsta um­fari, meðan teir eisini spældu javnt móti Malta. -Mínir tankar eru at tað verður spenn­andi, men samstundis trupult. Vit hava verið fyri eitt sind­ ur av kritikki fyri dystin í Ko­so­vo. Tað er eisini í ordan, men hetta verður eins trupult. Skulu vit hava nakran møguleika fyri at koma víðari, so mugu vit vinna heima­ dystirnar, men Aserbadjan er eitt bólttrygt lið, sum kemur at gera tað trupult fyri okkum. Tí hava vit eisini brúk fyri okkara 12. manni, sigur liðskiparin á landsliðnum. Eftir dystin í Kosovo segði Atli Gregersen, at vinna reisa seg aft­ur. Tað verður nú uppgávan hjá før­ oysku spælarunum til dystin móti Aserbadjan, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.45. U21-landsliðið hevur nakað at prógva Ungu føroysku spælararnir hava fingið tvey framúr flott úrslit móti Pól­landi. Í november í fjør spældu vit 2-2 á Tórsvølli, meðan vit eisini fingu javnleik 1-1 í Pólland í farna mán­aði. Men eru tað tvey úrslit, sum ikki helst svíða eitt sindur, so eru tað 3-0 ósigarnir fyri Litava og Dan­mark. Tveir ósigrar, sum komu tíð­liga í kappingini. S í ð a n i hevur U21- landsliðið reist seg við eitt nú javnleikum móti Pól­landi og Finnlandi, umframt ein sigur á Georgia á heimavølli. Tað er ongin ivi um, at føroyska liðið hevur ment seg nógv síðani fyrsta um­far, tá vit taptu 3-0 í Litava. Nú er so møguleikin at vísa tað, tá Litava kemur á vitjan á Svangaskarði. Litava liggur niðast í bólkinum og hevur bara fýra stig, meðan vit hava seks stig á næst­niðasta plássi. Hin dysturin, sum svíður, er 3-0 ósigurin fyri grannunum úr Danmark. Á Tórsvølli bleiv før­ oyska U21-landsliðið spælt væl vølli­num, og tað smakkar ikki væl. Tó skal sigast, at Danmark er oddalið í bólkinum, so tað er ikki uttan orsøk, at tað bleiv ein tor­ førur dystur. Tað verður seinasti dysturin í hesi undankappingini. Tað hevði verið hugaligt at prógvað, at vit eru betri enn tvær ferðir 3-0 móti Li­tava og Danmark. Komandi vikan bjóðar upp á fýra landsliðsuppgávur. Føroyska A-landsliðið skal spæla móti Aserbadjan og Kosovo í Nations League, meðan U21-landsliðið skal spæla móti Litava og Danmark FÓTBÓLTUR Landsliðsfótbóltur: NÚ SKULU VIT REISA OKKUM