Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Leingi hevur tað sæð út til, at mest sum alt hevur verið avgjørt. HB er meistari, og tað hevur verið tikið sum givið, at tað fóru at vera AB og 07 Vestur, sum fóru at flyta niður ella í hvussu so er annað av hesum feløg­unum. Nú tað av álvara er farið at sansa at. Tað resta tvey umfør,og tá ið 25. umfar leygardagin var á skránni, gjørdu botnliðini av álvara um seg. Ken og Sonny trumfaðu 07 Vestur – KÍ 4-2 At 07 Vestur vann 4-2 á heima­ vølli ímóti KÍ, og at EB/Streymur samstundis tapti 4-2 á heimavølli ímóti NSÍ passaði so væl inn í myndina hjá 07 Vestur venjaranum, at hann heldur, at tað nú er upp til hansara menn sjálvar at gera av, um teir skulu varðveita plássið í fremstu røð ella ikki: -Mín kalkulatión hevur verið, at um vit vunnu heimadystin ímóti KÍ, og sum EB/Streymur tapti á heima­vølli ímóti NSÍ, so fór tað at verða upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu varðveita pláss­ið í bestu deildini og sleppa undan niðurflyting. Hesa ferð gekk akkurát soleiðis, sum vit høvdu vónað, at tað fór at gera, og harvið er lagnan hjá 07 Vestur nú í okkara hond­um, sigur Sigtór A. Petersen. Í hesum umfarinum hevur hann havt ábyrgdina av 07 Vestur liðnum í fýra dystum. 07 Vestur hevur vunn­ið tveir og tapt tveir dystir: -Eftir 2-1 sigurin á Argjum var tað stutt millum dystirnar í Gunda­ dali, har B36 vann 2-0, og 7-1 tapið í Runavík. Tá var ikki møguleiki at gera so nógv ið venjingina meiri enn tað, at tað ráddi um at fáa spælararnar at verða klárar aftur at fara á vøllin. Undan KÍ dystinum vandu vit í eina viku, og nú hava vit tvær vikur at venja í, áðrenn vit fáa vitjan av EB/Streymi. Nú er setningurin at fáa spælararnar trimm­aðar til endaspurtin. Hvat hevur tú gjørt við spælar­ ar­nar, nú teir vunnu 4-2 ímóti KÍ? -At vit taptu ímóti B36 og NSÍ hevur eisini nakað at gera við, hvussu liðini hóska til okkum. Bæði B36 og NSÍ spæla við nógvum og skjótum flytingum. Tað hóskar ikki so væl til okkara. KÍ spælir meiri við longum sendingum. Tað ber fleiri nærdystir við sær, og tað hóskar betri til okkum. Spælararnir vístu góðan hugburð. Tað ræður um at fáa teir at kenna tað at hava stóran týdning og at vera fyrimun, at vit spæla á heimavølli. Tit løgdu bragdliga fyri? -Tað var ætlanin, og tað eydn­ aðist væl, tí vit skoraðu beinan­veg­ in tvey mál. So mistu vit tráðin, og í ein tíma vóru vit heilt niðri í dalinum. Tíbetur eydnaðist tað aftur at fáa um endan. Vit eru vanda­miklir í kontraspælinum, tí vit eiga so góðar álopsspælarar, og tað var orsøkin til, at vit løgdu okkum framum 3-2 og so 4-2, eftir at KÍ hevði javnað og av álvara var í holt­ur við at svara aftur, sigur Sigtór A. Petersen. KÍ tapið hevði stóra avleiðing, tí liðið flutti av øðrum plássi og aftur á fjórða pláss. -Tá ið vit vóru her vesturi fyrr í ár, vóru vit eftir stórt korter aftanfyri við tveimum málum. Ta ferðina eydnaðist tað at vinna 3-2. V i t h i l d u o k k u m vera tilvitaðar um, at tann søgan skuldi ikki endur­taka seg, men tað varð upp­ aftur verri, tí longu eftir tíggju minuttir var 2-0. Vit svaraðu aftur, og vit spældu okkum til fleiri møguleikar, men sum á Skála so megnaðu vit ikki at vinna úrtøku úr málmøguleikunum, og so mugu vit staðfesta, at vit ikki megnaðu at verja fyri teimum báðu stinnu álops­spælarunum hjá 07 Vestur, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klett­ skarð. KÍ legði fyri við trimum í verjuni. Tað metti venjarin ikki at rigga nóg væl, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð Kristoffur Jakobsen skiftur inn á miðvøllin. Hann minkaði um munin undan steðginum, og tá ið Páll A. Klettskarð javnaði, kendist tað sum um, at gongdin frá fyrr í summ­ar fór at endurtaka seg. KÍ verjan megnaði ikki at temja Sonny Jakobsen, sum var meist­ari fyri trimum málum, og Ken Fager­ berg, sum skoraði eitt og var við í uppspælinum til fleiri av hinum. -Tíbetur er tað nú greitt, at vit aft­ur næsta ár fara at spæla í Eu­ropa. Nú er ikki annað at gera enn at vinna tveir teir síðstu dyst­ir­nar. So fáa vit at síggja, hvør enda­støðan verður, sigur Páll A. Klett­skarð. Søtur sigur hjá Heðini AB – Víkingur 1-0 Einasta málið á Argjum skoraði Jobin Drangasein, sum var fremsti álops­spælarin hjá AB, í fyrra hálv­ leiki. Kiksað afturlegging bar við sær, at Jobin kom ímillum og vann tveir nærdystir, áðrenn hann sendi bóltin í málið til tað, sum vísti seg at verða sigursmálið hjá AB. -Sigurin flytur okkum ikki av aftasta plássi, tí 07 Vestur vann eisini. Men tað skal eingin ivi vera um, at sigurin kennist at vera ógvuliga kærkomin og søtur. Ser­liga í fyrra hálvleiki vóru vit omaná, og tá spældu vit okkum til onkrar málmøguleikar, sigur AB lið­for­maðurin Heðin Stenberg, og hann heldur fram: Eftir steðgin høvdu vit ov góðan hug at vera í verjustøðu, og tá vóru tað spentar støður frammanfyri málið hjá okkum, men tíbetur eydn­ aðist tað at halda tætt. Nú ræður um at vinna ímóti Skála á heima­ vølli og í síðsta umfari á útivølli ímóti EB/Streymi. So fæst at síggja, hvussu langt tað ber, sigur AB mál­ verjin og liðformaðurin Heðin Sten­berg. Víkinga venjarin Sigfríður Clement­sen ásannar, at nú er møgu­leikin fyri at taka lut í Europa næsta summar burtur: -Vit spæla við teimum, ið eru tøkir. Sølvi Vatnhamar hevur ógvu­liga stóran týdning, og nú var tað dyggur smeitur, at Hanus Jacobsen heldur ikki var førur fyri at spæla. Tað hekk illa saman, men spælararnir eiga rós fyri, at teir royndu. Nú var tað kiksað afturlegging, sum vísti seg at vera av­gerandi. Persónlig mistøk hava kostað nógv seinastu vikurnar, so vit mugu bara staðfesta, at vit eru størstu fíggindarnir hjá okkum sjálv­um. Býtið av málmøguleikum mundi vera heilt javnt. Munurin var, at AB skoraði, og tað gjørdu vit ikki, sigur Sigfríður Clementsen. FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Av mjav. Væl uppiborin sigur til frensarnar móti tannleysu FM Víkingunum. Enn trúgva vit uppá tað. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Tvey mál var ikki nokk í dag, men kanska ársins mál hjá Gestur B Dam. Gott undirhald fyri pengarnar, men Árni var bara í essinum 3 mál og 2 sera flott mál. Hann var bara við skeiva liðið. Saman standa vit sterk KRISTIAN JOENSEN KÍ: Tað er fullgjørt. Árið 2018 er ein katastrofa alt sum tað er! Ja vit koma út í Europa, ikki tí vit eru góðir, men tí at nógv onnur eru verri enn vit. Flovesligt av størsta felagnum í landinum JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Spælið í dag líktiskt tí gamla offensiva hjá okkum. Stuttligt! Svart óheld, at mann ikki aftur nú fekk eini 6-7 mál! Europa er tryggjað, so frá nú av er alt annað bara bonus. Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Vóru absolutt betri enn HB í dag. Munurin var at HB skorar uppá ein hálvan møguleika, og vit ikki uppá nakran av okkara. Enn eru vit tó: Best of the rest. Go Skála Eftir heimasigurin ímóti KÍ heldur Sigtór A. Petersen, at nú er tað upp til teir í 07 Vestur sjálvar at bjarga sær undan niðurflytingini, sum eisini AB eftir sigur á Víkingi heldur seg hava møguleika at sleppa undan Betri-deildin: BOTNURIN FLYTUR SEG LONGRI FRAM