Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hann roknar ikki við at halda fram sum venjari: -Tað kennist lítið hugaligt, at felag­ið tosar við aðrar venjarar, áðr­ enn vit hava tosað saman. Í løtuni ber tað tann vegin, at eg fari at gera okkurt heilt annað enn at venja. Men fótbólturin fyllir so nógv, at tað kanska verður møguleiki at taka venjingina uppaftur seinni. EB/Streymur skal spæla finalur EB/Streymur – NSÍ 2-4 2-4 vísti talvan, tá ið dóm­ar­in bríkslaði fyri síðstu ferð í Hólma­ num leygardagin. Støðu­talvan sigur, at EB/Streymur er á áttanda plássi, og at tað nú eru fýra stig aftur til 07 Vestur, sum um tvær vikur fær vitjan av júst EB/Streymi: -Nú skulu vit spæla tvær finalur fyri at varðveita plássið. Tann fyrra verður í Sørvági, og tann seinna verður í Hólmanum ímóti AB. Eg var nøgdur við fyrra hálvleik, tá ið vit vóru á odda, og inntil teir javnaðu til 2-2, vóru vit væl við, men so skrædnaði tað, staðfestir EB/ Streyma venjarin Heðin Askham. Stóri maðurin hjá NSÍ var Árni Frederiksberg, sum við brotsparki javn­aði til 1-1, eftir at Gestur B. Dam eftir horna hevði lagt heimaliðið fram­um. Fróði Benjaminsen javn­ aði til 2-2, eftir at Jens Michael Jen­sen við sínum fyrsta máli yvir­ høvur í bestu deildini, har hann er skrásettur at hava spælt trettan dystir, hevði lagt EB/Streym fram­ um 2-1. Og so var tað væl upplagdi Árni Frederiksberg, sum sýndi fínan sparkiførleika og legði NSÍ framum bæði 3-2 og 4-2. Sigurin ber við sær, at NSÍ er aftur á bronsuplássi, og at luttøkan í Europa næsta summar er tryggjað. Arbeiddu nógv í Gundadali B36 – Suðringar 1-0 Ellivu minuttir eftir steðgin skoraði Michal Przybylski eftir inn­ legg frá Alex Mellemgaard. Hetta vísti seg at vera sigursmálið, og í B36 leguni eru teir væl nøgdir við, at árstalsfelagið nú er næstfremst: -Í løtum var tað flótandi, meðan tað í longum løtum ikki var so polerað. Tá vístu spælararnir góðan hug­burð og arbeiddu nógv. Vit høvdu skift fýra spælarar, síðani vit vóru í Gøtu, og fleiri skiftingar vóru undir dystinum. Tað órógvaði rútmuna í spælinum, heldur B36 venjarin Jákup á Borg. Suðringar góvu ongantíð skarvin yvir. Síðstu løtuna løgdu teir nógv fyri í royndini at vinna eitt stig, og fleiri ferðir var um repp­ið, at tað eydnaðist. -Vit settu verjugarðin frammar­ laga, og tað hevði verið rímiligt, at vit høvdu skorað og harvið vunnið eitt stig. Spælararnir eiga stórt rós fyri avrikið, sum var heilt gott, burtursæð frá fyrra partin av fyrra hálvleiki, tá ið vit skinklaðu, men so fótaðu vit okkum, og tað var spell, at vit ikki javnaðu, tá ið Poul Ingason stútaði, og teir bjarg­ aðu á strikuni, sigur venjarin hjá Suðringum Glenn Ståhl. FÓTBÓLTUR REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR: Hetta var fantastiskt, og við hesum er endaspurturin settur inn. Málið er at enda á 8. plássi. Var Sonny við alt árið, so spældu vit við um europaplássini nú. LISSI MOURITSEN B36: Vit eru ELLARS nr.2 Hvar er tað stuttligt hvar er tað gott B36 spælir so flott flott flott ! Vit er B36 JANUS KJÆRBO SUÐRINGAR: Frálíkur hugburđur, men áttandi 1-0 ósigurin í ár, og trettandi dystur uttan at vit skjóta mál. Vit søkja alt ov lítiđ at málinum. Vit kunna annars gott. Haldi eg. Men tađ má gjarna prógvast oftari. JOHN REID NYBO VÍKINGUR: ... TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: ... Betri-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 25 22 1 2 53 16 +37 67 2 B36 25 15 5 5 52 29 +23 50 3 NSÍ 25 15 4 6 59 24 +35 49 4 KÍ 25 15 3 7 44 22 +22 48 5 Víkingur 25 11 6 8 38 32 +6 39 6 Skála 25 7 5 13 26 35 -9 26 7 TB/FCS/Royn 25 7 4 14 25 39 -14 25 8 EB/Streymur 25 4 8 13 27 48 -21 20 9 07 Vestur 25 5 1 19 27 67 -40 16 10 AB 25 4 3 18 12 51 -39 15 Máltindurin Adrian Justinussen HB 19 Klæmint A. Olsen NSÍ 11 Brian Jakobsen Skála 10 Kaimar Saag B36 10 Meinhard E. Olsen B36 10 EB/Streymur – NSÍ 2-4 (1-1) 1-0: Gestur B. Dam 18. 1-1: Árni Frederiksberg br 24. 2-1: Jens Michael Jensen 49. 2-2: Fróði Benjaminsen 57. 2-3: Árni Frederiksberg 62. 2-4: Árni Frederiksberg 70. Dómari: Kári J. á Høvdanum EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsesn, Oddur Á. Højgaard, Petur Zachariasen, Marni Djurhuus – Rógvi Egilstoft Nielsen, Gestur B. Dam – Jónstein Magnussen, Jens Michael Jensen (Gutti Dahl-Olsen, 61.), Hans Pauli Samuelsen (Silas Ejdesgaard, 86.) – Tóki H. Johannesen (Mikkjal Hellisá, 73.) Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen Venjari: Heðin Askham NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Per Langgaard, Pætur Hentze – Fróði Benjaminsen, Betuel Hansen (Pól Jóhannus Justinussen, 71.) – Árni Frederiksberg, Petur Knudsen (Mórits Heini Mortensen, 81.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen Gult kort: Betuel Hansen Venjari: Sámal Erik Hentze   07 Vestur – KÍ 4-2 (2-2) 1-0: Sonny Jakobsen 3. 2-0: Ken Fagerberg 10. 2-1: Kristoffur Jakobsen 38. 2-2: Páll A. Klettskarð 41. 3-2: sjálvmál 77. 4-2: Sonny Jakobsen 90. Dómari: Rúni Gaardbo 07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Jákup Sveinbjørn Olsen, Dann Fróðason, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson (Jóannis á Steig, 46.) – Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye – Charlie Machell (Teitur Olsen, 68.), Ken Fagerberg, Janus Svabo Samuelsen (Kyrylo Silich, 82.) – Sonny Jakobsen Gult kort: Sonny Jakobsen Venjari: Sigtór A. Petersen KÍ: Kristian Joensen – Steinbjørn Olsen, Hørður Askham, Ólavur Niclasen (Kristoffur Jakobsen, 25.) – Jóannes Kalsø Danielsen, Jan B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Óli Eyðsteinsson Poulsen (Jonn Johannesen, 76.), Ísak Simonsen – Boris Dosljak (Børge Petersen, 76.), Páll A. Klettskarð Gult kort: Steinbjørn Olsen Venjari: Mikkjal Thomassen B36 – Suðringar 1-0 (0-0) 1-0: Michal Przybylski 57. Dómari: Petur Reinert B36: Trygvi Askham – Ragnar Samuelsen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø (Tórur Hardlei, 69.), Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen (Bjarni Petersen, 46.) – Gilli Samuelsen, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen – Andrass Johansen (Kaimar Saag, 58.) Gult kort: eingin Venjari: Jákup á Borg Suðringar: Milos Budakovic – Poul Ingason, Teitur Olsen, Dennis Nielsen, Ibrahim Arifovic, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Stefan Radosavljevic (Ari Krosslá Poulsen, 73.), Búi Egilsson, Pape Mamadou Faye, Dánjal Godtfred Gult kort: Poul Ingason, Teitur Olsen, Dennis Nielsen Venjari: Glenn Ståhl   AB – Víkingur 1-0 (1-0) 1-0: Jobin Drangastein 22. Dómari: Alex Troleis AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze – Tóki á Lofti, Bjarni Skála (Filip í Liða, 73.), Hans Jákup Annfinsson (Teitur D. Olsen, 83.) – Jobin Drangastein (Bartal S. Petersen, 80.) Gult kort: Bjarni Skála, Jónas Stenberg, Mikkjal T. Hentze, Jákup Pauli Breckmann Venjari: Sorin Anghel Víkingur: Elias Rasmussen – Sámal Jákup Joensen (Adrian Cascaval, 63.), Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Elias Lervig – Karl Løkin, Tonni Thomsen (Magnus Jarnskor, 63.) – Hans Jákup Lervig (Pól Enok Hansen, 80.), Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Adeshina Lawal Gult kort: Tonni Thomsen, Karl Løkin, Sámal Jákup Joensen, Hjalti Strømsten, Magnus Jarnskor Venjari: Sigfríður S. Clementsen 26. umfar Sunnudagin 21. oktober KÍ – Suðringar Víkingur – NSÍ 07 Vestur – EB/Streymur B36 – HB AB – Skála