mánadagur 8. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Og útlit eru fyri, at HB kann seta stigamet ímóti
júst B36 um tvær vikur, tá næstseinasta
umfar í Betri-deildini hetta kappingarárið
verður spælt. Leygardagin vann HB
0-1 á heimavølli móti Skála
BÁÐIR MÁLVERJARNIR FINGU DEBUT
Til dystin millum Skála og HB leygardagin, var
tað sermerkt, at báðir málverjarnir í dystinum,
Sonni Højgaard hjá Skála og Bjarti V. Mørk
hjá HB, fingu sínar fyrstu minuttir í bestu
føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð.
André Olsen
Fyri Føroyameistararnar úr HB
hevur kappingarárið 2018 verið
talan um eitt heilt serligt kapp
ingarár. Fyri tað fyrsta vóru tað
fá – um ikki eingin – ið væntaðu,
at HB kundi vinna FM-heitið í ár,
eftir tvey misjøvn kappingarár
á rað, har felagið var endað sum
nummar fimm í deildin bæði árini.
Men við einari øðrvísi tilgongd frá
leiðsluni og nýggjum íslendskum
venjara, hevur HB í ár so dyggiliga
mótprógvað, at tað skuldi brúkast
nógv tíð til at fáa HB í toppin av
føroyskum fótbólti aftur.
Í veruleikanum er talan um eitt
so mikið serligt kappingarár fyri
HB, at felagið ongantíð áður í søgu
felagsins hevur klárað seg so væl
sum hetta kappingarárið.
Áðrenn
hetta
kappingarárið
var tað ongantíð komið fyri síðani
kappingin fór til 27 umfør, at HB
hevði fingið fleiri enn 55 stig, sum
felagið fekk í 2006 og 2009. Men
við 67 stigum eftir 25 umførum
– við útlitum fyri fleiri, eru øll
innanhýsis met í HB í ár brotin.
Og í komandi umfari ber til hjá HB,
at seta met fyri stig í føroyskum
fótbólti nakrantíð og taka metið
frá B36, tá grannauppgerðin millum
HB og B36 verður spæld.
HB vann uppiborið
0-1 sigurin hjá HB á Skála leygar
dagin bar við sær, at HB útjavnaði
gamla stigametið hjá B36 frá 2011, tá
B36 fekk 67 stig fyri 27 umfør.
Sjálvur
dysturin
millum
Skála og HB var annars ikki tann
størsta
fótbóltsupplivingin.
Felags fyri bæði liðini undan
dystinum var, at kappingarárið
var avgjørt. Tí vóru onkrar
broytingar á báðum liðunum til
dystin leygardagin. Millum annað
valdu bæði liðini at spara fyrstu
málverjarnar í felagnum, Karstin
Hansen og Teit M. Gestsson, fyri at
geva eykamálmonnunum møgu
leika, sum báðir fingu sínar fyrstu
minuttir í fremstu føroysku fót
bóltsdeildini nakrantíð.
Einsamalla málið í dystinum
kom tíðliga í fyrra hálvleiki. Við
góðari avlevering frá Grétar S.
Gunnarsson, endaðu bæði Dan í
Soylu og Adrian Justinussen fríir,
sum endaði við at Dan í Soylu
smekkaði bóltin ímillum beinini á
nýggja Skála málverjanum, Sonna
Højgaard.
At HB vann dystin, var í tráð í
leikgongdina. Hóast fyrri hálvleikur
bylgjaði aftur og fram og sum heild
var javnur, setti HB seg tyngri og
tyngri á dystin í seinna hálvleiki,
og hevði betru støðurnar til at økja
um leiðsluna. Í seinna hálvleiki var
Skála verjuleikarin, Ahmed Muj
dragic, rikin beinleiðis av vølli eftir
hevnisøku, og so skuldi ein trúð, at
dysturin var fullkomiliga avgjørdur.
Men við einum manni í undirtali
móti endanum, trýsti Skála av
álvara HB. Fyrst tá Brian Jacobsen
skeyt úr góðari støðu, og síðani tá
Bjarti V. Mørk bjargaði fríleypara frá
innskifta Jannik M. Olsen.
Heimir
rósti
nýggja
málverjanum
HB venjarin, Heimir Guðjónsson,
hevði rósandi orð at bera unga HB
málverjanum, Bjarta Vitalis Mørk,
sum leygardagin á fyrsta sinni stóð
fyri HB.
Bjarti hevur vant við alt kapp
ingarárið og er ein ógvuliga lovandi
ungur málverji. Magnus Poulsen
(málmansvenjarin), hevur gjørt
eitt gott arbeiði við Bjarta Mørk og
Teiti Gestsson hetta kappingarárið,
og útfrá dystinum í dag má eg siga,
at Bjarti Mørk, sær út til at vera
klárur til deildina, segði Heimir
Guðjónsson eftir dystin, og helt
somuleiðis fyri, at Skálamenn
gjørdu dystin truplan fyri HB á
Skála leygardagin.
Eyðun iðraði seg um tapið
Venjarin hjá Skála, Eyðun Klak
stein, iðraði seg eftir dystin um, at
Skála ikki fekk javnleik burturúr
dystinum
móti
HB.
Men
Eyðun Klakstein helt
fyri, at tað neyvan er av
tilvild, at HB alla tíðina klárar
at koppa teimum tøttu dystunum
til egnan fyrimun.
Hetta var ein javnur dystur, sum
kundi verið endaður við javnleiki
– bæði tá vit tosa um spælbýti og
málmøguleikar. Vit spældu ein
góðan fyrra hálvleik, men HB fekk
málið. Í seinna hálvleiki var gongd
in meira skiftandi, men tað var
allíkavæl líka við, at vit fingu javn
að. Tað kunnu vit iðra okkum um
nú eftir dystin, men tað er neyvan
av tilvild, at HB vinnur flestu av
teimum tøttu dystunum teir spæla,
segði Eyðun Klakstein eftir dystin.
Samráðast um
nýggjan sáttmála
Seinastu tíðina hevur eitt sindur av
spenningin verið rundanum fram
tíðina hjá Eyðun Klakstein sum
venjara. Sáttmálin við Skála gongur
út eftir hetta kappingarárið, og
sambært leysasøgunum seinastu
tíðina, hevur tað ljóða, at Eyðun
Klakstein skal vera uppá tal sum
nýggjur venjari hjá Víkingi. Eyðun
Klakstein sigur, at eingin avgerð er
tikin enn um sína framtíð, men at
hann í løtuni tosar við Skála.
Mín sáttmáli við Skála gongur
út eftir hetta kappingarárið, og í
løtuni tosa vit saman um næsta
ár. Nú fáa vit høvi at brúka
landsliðssteðgin til at finna fram,
um samstarvið skal halda fram ella
ikki, sigur Eyðun Klakstein.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
FÓTBÓLTUR
NÚ HEVUR HB
ÚTJAVNAÐ METIÐ
HJÁ GRANNUNUM