Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Í leikarametingunum hesaferð sæst, at HB sum heild leygardagin avrikaði betur yvir alla linjuna enn Skála. Hóast tað ikki beinleiðis var nakar leikari, ið skaraði framúr leygardagin, vóru tað fleiri á HB liðnum enn hjá Skála, sum vóru eyðsýndir. Nýggi HB málverjin, Bjarti V. Mørk, var sum heild millum teir meira eyðsýndu HB leikararnar. Hóast unga aldurin, var ungi málverjin tryggur í tí mesta av tí sum hann fyritók sær, og tá boð v ó r u eftir honum móti dystarenda, bjargaði málverjin meistarliga. Tí var hann millum mest eyð­ sýndu HB leikararnar. Afturat honum, vóru tað ser­liga eisini tríggir aðrir meira offensivir leikarar, ið gjørdu um seg fyri HB leygardagin. Tað vóru Grétar S. Gunnarsson, Dan í Soylu og Símun Samuelsen. Grétar S. Gunnarsson var við í nógvum hjá HB leygardagin, og átti eisini uppleggið til Dan í Soylu í fyrra hálvleiki, meðan Dan í Soylu og Símun Samuelsen sum heild eisini vóru lívligir og komu til nógvar góðar støður. Hjá Skála vóru fleiri miðal góð avrik, meðan serbiski verjuleikarin, Ahmed Mujdragic, fær undir miðal karakter. Tað fær hann eina og aleina tí, at hann í seinna hálvleiki var rikin av vølli við beinleiðis reyðum korti, eftir eina hevnisøku við Grétar S. Gunnarsson. 25. umfar SKÁLA 0 0 HB 1 1 5 6 5 4 5 - 4 5 5 5 5 5 5 5 5 5 6 6 6 5 5 5 SONNI HØJGAARD BJARTI V. MØRK LEIVUR JOENSEN AHMED MUJDRAGIC HARALDUR R. HØJGAARD HEÐIN KLAKSTEIN JÁKUP JOHANSEN BRIAN JACOBSEN BARTAL WARDUM TEITUR R. JOENSEN PÆTUR D. JACOBSEN LASSE ANDERSEN MAGNUS EGILSSON JÓGVAN RÓI DAVIDSEN BRYNJAR HLØÐVERSSON GRÉTAR S. GUNNARSSON SÍMUN SAMUELSEN DAN Í SOYLU ADRIAN JUSTINUSSEN ARI M. OLSEN ARI OLSEN Søren Nielsen 5 Jannik Olsen 5 Ólavur Mikkelsen Daniel Johansen 5 Jógvan S. Nolsøe 5 5 5 5 5 HB leikararnir avrikaðu betur Skála - HB 0-1 (0-1) 0-1 Dan í Soylu, 19. Skála: Sonni Højgaard - Ari Olsen, Teitur R. Joensen, Ahmed Mujdragic, Leivur Joensen - Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard (Ólavur Mikkelsen, 75) - Edvin Jakobsen, Heðin Klakstein (Søren Nielsen, 11), Jákup Johansen (Jannik Olsen, 63) - Brian Jacobsen Gul kort Skála: Leivur Joensen, Pætur D. Jacobsen, Edvin Jakobsen, Brian Jacobsen Reytt kort Skála: Ahmed Mujdragic HB: Bjarti V. Mørk - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum (Jógvan S. Nolsøe, 75), Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Brynjar Hløðversson (Daniel Johansen, 60), Grétar S. Gunnarsson - Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen - Ari M. Olsen  Gul kort HB: Grétar S. Gunnarsson, Símun Samuelsen, Jógvan S. Nolsøe, Daniel Johansen  Dómari: Bjarki Danielsen (NSÍ) LÍTIÐ AFTURGONGD HJÁ SKÁLA Meðan talan er um søguliga gott kappingarár hjá HB og stóra framgongd frá í fjør, er talan um lítla afturgongd hjá Skála í mun til farna kappingarár. Eftir 25 umførum fyri ári síðani, hevði Skála 29 stig, meðan Skála nú hevur 26 stig eftir 25 umfør. Tað er ein lítil afturgongd á trý stig. EDVIN JAKOBSEN Men talan var ikki beinleiðis um nakran leikara, sum skaraði framúr leygardagin Mín sátt­ máli við Skála gongur út eftir hetta kapp­ing­ar­árið, og í løt­u­ni tosa vit sam­an um næsta ár – Eyðun Klakstein