Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Bæði botnliðini, AB og 07 Vestur, vinna eitt sindur óvæntað í 25. umfari í landskappingini í fótbólti. 07 Vestur er eitt stig frammanfyri. HB hevur nú tangerað metið hjá B36 frá 2011, sum liðið við flest stigum í einum kappingarárið. Nú hevur HB tveir dystir at leggja afturat teimum 67 stigunum. Føroyska A-landsliðið í hondbólti hevur spælt tveir venjingardystir móti Finnlandi, sum vann báðar dystirnar, 29-25 og 27-25. Kvinnurnar hjá H71 eru oddalið í fremstu deildini í hondbólti, eftir heldur óvæntaðan sigur á VÍF. Tær hava nú vunnið á Kyndli, Neistanum og VÍF í ár. ÍF er staðfestur gullvinnari av 1.deild í fótbólti, meðan B68 nú er eitt stig frá uppflytingini, eftir sigur á KÍ í Klaksvík. Menninir hjá SuSvim, svimjifelagið í Suðuroy, settu nýtt føroyskt met á 4 ferðir 50 metrar blandað í Klaksvík um vikuskiftið. Chelsea er nú oddalið í Premier League, eftir at Liverpool og Manchester City spældu málleysan javnleik. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Viljormur Davidsen Aldur: 19. juli 1991 (26 ár) Yrki: Fótbóltsspælari, Vejle Bk Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: Árni Frederiksberg, NS 2: Sevilla 3: Marienlyst 4: 67 5: Eli Hentze 6: H71 7: Jeppe Borch og Sonni Larsen 8: Adrian Justinussen 1. Ein spælari skoraði hattrik í 25. umfari í landskappingini í fótbólti. Hvør? 2. Eftir átta umfør er hvørki Real Madrid ella Barcelona á odda í La Liga, men hvør? 3. Hjá hvørjum donskum flogbóltsliðið er Bárður Bendix Mikkelsen venjari hjá? 4. HB rennur eftir metinum hjá B36 frá 2011. Men hvussu nógv stig fekk B36 tá? 5. Hvør er nýggjur venjari hjá B71? 6. Hvat er nýggja toppliðið í kvinnudeildini í hondbólti? 7. H vørjir eru landsliðsvenjararnir í manshondbólti? 8. Hvør er HB arin, sum fjalir seg aftanfyri bóltin? Hey Viljormur, hvat hugsaði tú, tá dómarin gav tær reytt kort? Eg hugsaði 'shit'! Eg hevði vænta at sæð gult kort. Eg føldi at eg ikki søkti kontaktina, og spælarin var eisini á veg út frá málinum. Hevur tú nakrantíð fingið reytt kort fyrr? Ja, seinast eg fekk reyða kort, var tá eg spældi á svangaskarði við NSÍ móti B68. Tú hevur bara gjørt 3(!) fríspørk, hvussu ber tað til? Eg haldi sjálvur, at eg dugi væl at lesa spælið og mín mótstandara av, og eg dugi væl at ikki uppsøkja kontaktina. Vejle ætlar at kæra, ert tú samdur í tí avgerðini? Ja tað eri eg. Havi fingið leikbann í tveir dystir, og eg haldi at tað er ein harður dómur at fáa, fyri nakað, sum reelt ikki burdi verið reytt kort. Hevur tú hoyrt nógv fyri útvísingina? Havi aldrin fingið so nógva upp­ merk­somheit fyrr. Eg havi verið yvir­skrift á øllum miðlum, og øll eru samd í, at hatta var ein feildøming, uttan dómarin, sum ikki vil missa andlit. Um tað regnar í London, so er tað eisini mín feilur José Mourinho, venjari hjá Manchester United, heldur at hann altíð fær skyldina Tað er ómotiverandi, tá felagið, sum tú ert venjari hjá, snakkar við aðrar venjarar Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Víkingi 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Viljormur Davidsen fær reytt kort, men Vejle BK hevur kært avgerðina