Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. oktober 2018 · Nr. 116 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Eg skilji tað so ikki! Eg havi í eina tíð roynt at bitið meg í tunguna, fyri ikki at skriva nakað, sum eg ikki kann standa inn fyri í framtíðini. Vit á ÍtróttarSosialinum atkvøða fyri Ballon d’Or, sum er eitt heiti til ársins spælara. Eina ferð var alt saman, men nú hevur FIFA gjørt sína egnu heiðring, sum eitur FIFA Best. Eg má bara siga sum er, at eg fekk sjokk, tá eg sá at Lionel Messi ikki var millum tríggjar teir bestu spælararnar í atkvøðugreiðsluni. Eg er íðin viðlhaldsmaður hjá bæði Liverpool og FC Barcelona, so tað má trekkjast frá, men ein partur av míni meining er, at Mohamed Salah úr Liverpool, sum bleiv nummar nummar trý, ikki er ella hevur verið betri enn Lionel Messi. Hartil er ongin ivi um, at Cristiano Ronaldo skoraði væl tað flottasta málið av teimum, sum vóru í uppskoti, meðan tað er púra ørt, at saksasparkið hjá Gareth Bale (Real Madrid) ikki var í uppskoti. Her vann Mohamed Salah úr Liverpool við máli, sum hann skoraði móti Everton. Eg fari so langt sum at siga, at tað var ikki ein gongd tað besta málið hjá honum í farna kappingarári. So til Lionel Messi og hansara fimta pláss. Eg havi undrast á, nær hetta fór at henda. At vit taka tað hann ger fyri givið. FC Barcelona vann La Liga í stóru stíli, har Lionel Messi bleiv toppskjútti, hevði flest upplegg, skapti flest málmøguleikar og hevði flestar væl eydnaðar dribblingar – og tað av øllum spælarum í fimm teimum stóru deildunum í Evropa. Hann skorar móti Juventus og Chelsea, og hann er orsøkin, at Argentina kom til HM. Eg unni Luka Modric at vinna heiti. Tað er ein góð søga og tað heila, men tað er einki minni enn reint tvætl, at hann sum einstaklingur hevur verið betri enn Lionel Messi í farna kappingarári. Onkur vil siga, at Luka Modric bleiv kosin til besta spælara í HM og tað telur nógv, men Lionel Messi var í júst somu støðu í 2014, men vann heldur ikki í 2015. Eftir at hava sæð Lionel Messi spælt móti Tottenham og Valencia í farnu viku, so velji eg at skriva hesi orð. Lionel Messi er í mínum eygum heimsins besti einstaklingur í fótbólti – ikki taka tað fyri givið, at tú ert á lívi, meðan hesin gandakallurin spælir fótbólt! trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Liðið hesa vikuna fyri 25. umfar er merkt av, at 07 Vestur og AB vunnu sínar dyst­ir. Hvørki 07 Vestur ella AB avrikaðu væl undan hes­ um umfarinum. Tí komu sigar­nir eitt sindur óvæntað á, tí mótstøðan er topp tvey liðini seinastu tvey árini. 07 Vestur skoraði ikki færri enn fýra ferðir móti KÍ. Sonny Jakobsen er óheppin, at hann ikki er noteraður fyri at hava skorað hattrik, men tað er sjálvskrivaður á lið­num. Síðumaðurin hjá hon­um, navnframi Ken Fager­berg, er eisini á liðnum. Sum so mangan, so er hann rótin til flestu av álopunum hjá 07 Vestur. Á Argjum vann AB á Víkingi. Her var minni munurin á liðnum. Tað var við hørðum arbeiði, at argja­ menn háaðu eitt 1-0 sigur heim. Í verjuni spældi Sørin Samuelsen enn eina ferð væl, meðan Jobin Dranga­stein legði nógv fyri í álops­parti­ num, har hann eisini skoraði sigurs­málið. Árni Frederiksberg er sjálv­skrivaður á liðnum, eftir at hann skoraði hattrik móti EB/Streymi. Málini vóru hvørt flottari enn annað. Eitt brotsspark upp í málhorið, eitt væl plaserað fríspark og ein perla av einum skoti uttan­fyri brotsteigin. Í Gundadali vann B36 1-0 á Suðringum, men var tað ikki fyri Trygva Askham, so kundi tað verið øðrvísi. Dan í Soylu avgjørdi dystin á Skála, har hann eisini var eyð­sýndur á vøllinum. Her er liðið hesa vikuna hjá ÍtróttarSosialinum hesa vikuna. trondur@sosialurin.fo Liðið hesa vikuna: Bæði 07 Vestur og AB hava fleiri umboð á liðnum hesa vikuna, eftir týdningarmiklar sigrar. 07 Vestur skoraði heilar fýra ferðir móti KÍ, meðan AB vann 1-0 á Víkingi Botnliðini gera innrás Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Trygvi Askham, B36 Sørin Samuelsen, AB Jobin Drangastein, AB Dann Fróðason, 07 Vestur Sonny Jakobsen, 07 Vestur Alex Mellemgaard, B36 Ken Fagerberg, 07 Vestur Árni Frederiksberg, NSÍ Dan í Soylu, HB Fróði Benjaminsen, NSÍ Høgni E. Nielsen, 07 Vestur Sigtór Petersen, 07 Vestur