Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Nú er heystið komið, og fyri nógvar føroyingar er hendan tíð­in merkt av rakstri og flett­ing. Hjá familjuni Nord­ en­dal í Vágum er hetta tíðin við nógvari stákan í familju­ fyri­tøkuni, Sp/F Oikos. Oikos er ein fyritøka, sum gjøgnum nógv ár hevur roynt at uppbygt ein vana mill­um føroyingar um at vera við til at gagnnýta seyða­skinn í staðin fyri at blaka tey burtur. Fyrr fóru tey allar flestu skinnini vekk og blivu brend á brenni­ støðini. Tí fór Jógvan Nord­ en­dal úr Bø í 2001 undir at keypa seyðaskinn frá fólki fyri at salta og útflyta tey. Tað byrjaði í smáum, men familju­fyritøkan hevur ment seg nógv síðan tá, og í dag megna tey at taka ímóti nær­um helvtini av øllum skinnunum í Føroyum hvørt ár. Miðstøðin, har tey salta ein stóran part av skinn­un­um, er í Kollafirði. Her hjálp­ast tey at í Nordendal familju­ni og plaga at skiftast um at salta. Men skinnini mugu koma onkrastaðni frá, og tí fara tey eisini sjálvi út at heinta skinn frá bóndum og privatfólki. Ein gerandisdagur Helga Nordendal hevur úr at gera í hesum døgum. Hon fer tíðliga upp hvønn morg­un, og so fer hon av­ stað við vøruvogninum eftir skinnum ymsastaðni í landi­ num. - Eg byrji við at smyrja mær matpakka, og so fari eg avstað í bilinum. Fyrst koyri eg runt í Vágum eftir skinn­um, og tey avleveri eg í Kollafirði. So koyri eg víðari norður eftir til Borð­oyn­ na, Kalsoynna, Eiðis o.s.fr. Restina av degnum koyri eg bara frá stað til stað eftir skinnum, fortelur Helga Nordendal, sum býr í Sanda­ vági. Meðan hon koyrir runt eftir skinnum, so stendur onk­ur annar í Kollafirði og tekur sær av at salta. Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Helgu Nordendal plagar at byrja frá morgunstundini og enda um 18-19 tíðina. Hon trív­ist væl í hesum slagnum av arbeiði, hóast tað kann vera strævið til tíðir. - Mær dámar tað væl, men tað er eisini strævið, tí hetta er jú hart og skitið arbeiði. Hetta er í øllum førum ikki nak­að, sum øll tíma, sigur hon. Hon plagar at ugga seg við sjónini av lidnu seyða­skinn­ unum. - Tá mann sær úrslitini, tá skinnini liggja so pen og lekkur, so hugsar mann ikki um tað strævna í tí longur. Tí royni eg altíð at hugsa um tað í staðin fyri um tey óvið­ gjørdu skitnu skinnini, sigur Helga Nordendal. Bingjur kring alt landið Men Helga Nordendal og restin av familjufyritøkuni kun­nu ikki taka sær av øllum seyða­skinnunum í Føroyum sjálvi. Tí hava tey móttøkur ymsa­staðni í landinum, har fólk hjálpa til við at salta fyri tey í bingjum. Bingjur standa á Drelnesi, á Sandi, í Skála­vík, á Viðareiði og í Runa­vík. Aftrat hesum bingj­ un­um hava tey eisini fólk, ið salta í minni nøgdum. - Vit royna at finna fólk, sum tíma at salta fyri okk­ um. Vit hava t.d. ongan kjans at fara til Suðuroyar eftir skinn­um. Tí mugu vit hava fólk á staðnum har, sigur Helga Nordendal, sum er dótt­ir Jógvan Nordendal, stovn­ara av Oikos. Uppá hendan mátan verður tað lættari hjá teim­ um at røkka megin­part­in av Føroyum og fáa so nógv skinn inn, sum til ber. - Vit royna at gera tað so lætt sum gjørligt hjá fólki at sleppa av við skinnini. Fólk tíma ikki, um tað er ov roksut og trupult at fáast við, sigur Helga Nordendal. Seyðurin skal kannast Tað er krav, at seyðurin skal verða kannaður og góð­ kendur, áðrenn skinnini kunnu seljast víðari. Hetta inni­ber, at tá Oikos heintar skinn frá fólki, so má ein djóra­lækni hava kannað seyð­in, áðrenn hann verður flett­ur. Tí samstarvar Oikos við ein føroyskan djóra­ lækna, sum ferðast til Føroya um heystið, tá fjøllini verða ging­in. - Úti í heimi eru stór slátur­hús, og har eru djóra­ lækn­ar, sum kunnu kanna seyð­in á staðnum. Men í Før­ oy­um ber tað ikki til uppá sama máta. Pápi mín helt, hann kundi prøva tað av allíkavæl og fekk tí ein før­ oyskan djóralækna, sum býr í Danmark, at koma til Før­ oya um heystið at taka sær av kanningunum. So koyrir hon runt í Føroyum og ger bara tað hesa tíðina, greiðir Helga Nordendal frá. - Fólk geva mær boð, tá tey fara á fjall, og so sendi eg ein djóralækna á rættina. Djóra­læknin kemur so á rætt­ina og hyggur eftir seyði­ num, forklárar hon víðari. Tí má mann hava gjørt sær ætlanir um at lata skinn­ ini inn í góðari tíð. Tað ber ikki til bara at fletta seyðin og so lata skinnini inn. Men djóralæknin, sum Oikos sam­ starv­ar við, er sum oftast skjót­ur á staðnum til tær sponta­nu avgerðirnar. - Sum oftast hava fólk gloymt at givið boð, og so tá tey koma á rættina, so hugsa tey um tað. Tá má djóra­lækn­ in drøna avstað sama dag, sigur Helga Nordendal. Hóast tað hevði verið lættari við betri ráðlegging, plag­ar tað at ganga væl, tá alt kemur til alt. - Tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki, og tað gongur sum oftast. Tað er bara lættari, um vit vita, hvør vil lata skinn fram­man­und­ an, tí so kann eg leggja eina ætlan fyri allan dagin, sigur hon. Mann má vera uppmerksamur Tað er ikki bara djóra­lækna­ kann­ingina, mann skal hug­ - Tað er púra óneyðugt at koyra nakað vekk, sum kann brúkast. Eg vildi ynskt, at fólk hugsaðu meira um hetta, sigur Helga Nordendal, sum í hesum døgum koyrir runt landið eftir seyðaskinnum HELGA KOYRIR LANDIÐ RUNT EFTIR SEYÐA­ SKINNUM