týsdagur 9. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
TÍÐINDI
sa um, um mann vil lata
skinn inn til Oikos. Mann má
eisini vera uppmerksamur,
tá mann flettir seyðin, tí har
skal vera skil í.
- Fyri at vit kunnu taka
skinnini, mugu tey kølast
av áðrenn. Tá má roðið ikki
venda upp eftir, tí um tað er
sól og vindur, so tornar roðið
beinanvegin, tí tað ikki tekur
við saltinum. Tað skal eftir
røttum liggja úti í einar 15
minuttir við ullini upp eftir.
Men tað er eingin vandi, tá
tað regnar so illa, sum tað
hevur gjørt í seinastuni,
greiðir Helga Nordendal frá.
Um tað ikki verður gjørt
rætt, so fáa tey ikki brúkt
skinnini, og so mugu tey
koyrast í skrell.
- Øll hugsa ikki altíð um
hatta, men eg royni at siga
tað við fólkini áðrenn.
Selja skinnini
uttanlands
Tá skinnini eru saltað, verða
tey útflutt til Pólands, har
tey
verða
maskingarvað.
Síðani keypa Oikos ein part
av skinnunum heimaftur,
men tey klára ikki at sleppa
av við alt í Føroyum, og tí
verður ein stórur partur
seldur uttanlands.
- Vit plaga at keypa um
10.000 skinn aftur, og restina
selja vit sum ráskinn til
onnur. Tað er ikki so stórur
marknaður beint nú fyri tí,
so tað er eitt sindur ringt at
sleppa av við í løtuni, sigur
Helga Nordendal, sum vónar
at finna fleiri keyparar.
- Óneyðugt at
blaka vekk
Tá Jógvan Nordendal setti
Sp/F Oikos á stovn, var tað
við tí fyri eyga at minka um
alt oyðslið og burturkastið
av skinnum í Føroyum. Hann
skilti ikki, hví øll blakaðu
seyðaskinn burtur fyri so at
lata tey brenna.
- 70.000 skinn fóru í bren
niovnin, og pápi mín helt tað
vera alt ov galið, at so nógv
skinn fóru í skrell. Hann
meinti, at har mátti vera ein
máti at broyta uppá hetta,
fortelur Helga Nordendal.
At blaka seyðaskinn burt
ur er ikki bara óneyðugt, tí
tað dálkar illa, men tað er
eisini óneyðugt, tí mann so
væl kann gagnnýta skinnini.
- Tað er púra óneyðugt at
koyra nakað vekk, sum kann
brúkast. Eg vildi ynskt, at
fólk hugsaðu meira um hetta.
Tað hugsa tey allar flestu um,
men tað er altíð onkur, sum
ikki leggur í tað og heldur við
koyra alt í skrell, sigur Helga
Nordendal.
Tey, ið lata skinn til
Oikos fáa antin pening ella
seyðafóður
afturfyri,
og
peningurin kann eisini vera
latin haganum. Afturmeld
ingarnar um teirra mál og
virksemi plaga at vera góðar.
- Eg haldi, tey allar flestu
eru positiv og glað fyri, at
vit taka skinnini, vísir Helga
Nordendal á.
Enn ov nógv skinn,
ið verða brend
Oikos hevur seinastu árini
savnað nakað yvir 30.000
skinn saman hvørt ár. Tað
verður mett, at um 70.000
seyðir verða flettir árliga, og
tí kann roknast við, at fleiri
túsund skinn enda á brenni
støðini, hóast har eisini eru
onnur, ið hagreiða seyða
skinn í Føroyum í smærri
mongdum.
- Vit fáa beint yvir 30.000
skinn inn hvørt ár. So tú
kanst ætla, at IRF og KOB
fáa umleið 35.000 skinn at
brenna, tí vit klára bara at
taka helvtina, sigur Helga
Nordendal, sum vónar, at
fólk fara at gevast við at
blaka seyðaskinn vekk.
- Har er enn alt ov nógv, ið
verður brent. Men tað er so
helvtin minni, nú vit samla
inn, og tað er altíð nakað,
sigur hon at enda.
pature@sosialurin.fo
IRF ynskir at
brenna so fá skinn
sum gjørligt
Skinn og aðrar leivdir frá flettingini verða samlað
saman á kommunalu bingju/endurnýtsluplássunum
kring allar Føroyar. Í summum førum verður tað
koyrt í pressubingjur, har leivdirnar verða pressaðar
saman og blandaðar við annað burturkast. Sostatt er
torført at meta um mongdina av brendum skinnum,
og tí hevur IRF eingin hagtøl um, hvussu nógv seyða
skinn verða brend árliga. Men IRF ynskir, at hetta
talið skal vera so lágt sum møguligt.
- IRF ynskir at fáa skinnini burturúr brenningini, tí
at brenna seyðaskinn er tað, sum dálkar mest, ljóðar
frá IRF.
IRF hevur eina visión um einar grønari Føroyar,
og tí er ein onnur orsøk til, at IRF ynskir skinnini úr
brenningini, at tey arbeiða við og royna at breiða út
hugsjónina um ringbúskap.
- Ringbúskapur er ein háttur at nýhugsa nýtslu
og framleiðslu á ein umhvørvisliga og handilsliga
burðardyggan hátt. Hugsanin byggir á náttúrunnar
ringrás, har einki (ella sum minst) fer burtur, men
heldur verður endurnýtt í einum nýggjum høpi. At
brenna seyðaull er ”oyðsl” av tilfeingi, ið kundi verðið
nýtt til annað endamál, sigur IRF.