Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Á Drelnesi stendur 21 ára gamla Rannvá Magnadóttir og tekur ímóti lambskinnum frá fólki í Suðuroynni. Hon er hálvur fáminingur og flutti í januar mánað úr Fuglafirði til Fámjins. Rannvá Magnadóttir hev­ ur altíð fingist nógv við seyð og hevur undanfarnu árini latið síni skinn til hini, sum hava saltað. Hon var so mikið hugtikin av virkseminum hjá familjufyritøkuni Oikos um at gagnnýta seyðaskinn, at hon í fjør setti seg í sam­ band við tey og segði seg vera klára at hjálpa til, um tey manglaðu fólk. Tað var gam­an í, og í fjør heyst stóð hon á Eiði og saltaði í eina 20 fót bingju. - Eg stóð á kaiini á Eiði og saltaði áleið 2000 seyðaskinn upp í eina 20 fót bingju. Eg sam­laði skinnini úr Gjógv, Funn­ingi, Eiði og smáu bygd­ un­um í Sundalagnum. Hetta eydn­aðist mær væl, og tí havi eg gjørt av at eisini taka ímóti skinnum í ár, sigur Rann­vá Magnadóttir, sum í ár roynir seg í Suðuroynni við einari dupult so stórari bingju. - Í ár havi eg eina 40 fót bingju, sum eg ætli mær at salta fulla, fortelur Rannvá Magna­dóttir. Hon hevur gjørt nógv burtur­úr at lýsa við, at hon tekur ímóti skinnum við vón um at fáa so nógv fólk sum møgu­ligt at lata skinn inn til hennara. - Eg havi gjørt meira um meg í ár, enn eg gjørdi í fjør. Eg havi sett meg í sam­ band við fleiri bøndur her í Suðuroynni og greitt teim­um frá hesum, og eg havi eisini hongt plakatir runt oynna, greiðir Rannvá Magna­dóttir frá, sum eisini hevur gjørt vart við seg á sosialu miðlun­ um. Hetta hevur víst seg at rig­ga væl, tí fleiri fólk eru longu komin forbí bingjuna á Drelnesi fyri at lata síni skinn inn. - Ikki eitt vanligt arbeiði Rannvá Magnadóttir ætlar sær at standa klár á Drelnesi kom­andi vikurnar at taka ímóti skinnum. Tað krevur bæði tíð og orku at salta skinn, og so skal hon eisini vera klár á telefonini, um onk­ur ringir fyri at sikra sær, um hon er stødd á Drelnesi. Hóast tað ikki eru nógvar á hennara aldri, sum fáast við tílíkt, so trívist hon væl í roka­liga arbeiðnum. - Hetta er ikki eitt vanligt ar­beiði hjá einari 21 ára gamlari damu, men hetta er nak­að, sum eg tími væl, og av tí at eg altíð havi fingist nógv við seyð, so er hetta arbeiðið mær ikki heilt fremmant, sig­ur Rannvá Magnadóttir, sum dagliga gongur á Heilsu­ skúlanum í Hovi. Tað er hart arbeiði at salta skinn, og tí er tað gott við góðari hjálp. - At salta fleiri túsund skinn er sera hart og drúgt ar­beiði. Eg fái góða hjálp frá systir mínari, Maritu Magna­ dóttir, sum hjálpur mær at salta, og hetta ger arbeiðs­ hugin betri, sigur hon. Nakað fyri nakað Rannvá Magnadóttir vísir á, at tað er gott fyri allar partar at lata skinnini inn til Oikos og bingjurnar hjá teimum kring landið. Tað fungerar sum ein býtishandil, tí tá mann letur skinnini til Oi­ kos, fær mann eina sam­ sýn­ing afturfyri. Tað er ym­ iskt, hvat mann fær á ym­su móttøkunum kring land­ið, men á Drelnesi fær mann seyðafóður afturfyri skinn­ ini. - Frá mær fáa tey 15 kilo av seyðafóðri fyri 10 skinn. Eg havi tað í bingjuni, so um onkur blakar mær 10 skinn, so blaki eg teimum ein sekk, sigur Rannvá Magnadóttir. Tað einasta kravið er, at skinn­ini eru fesk og einki hol er á teimum. Tá tey koma í bingjuna verða skinnini fyrst snøggað eitt sindur við knívi, og so verða tey løgd omaná hvørt annað saltað. - Synd at brenna skinnini Rannvá Magnadóttir heldur tað hava stóran týdning, at mann ger sítt fyri at dálka minni og ansa eftir um­ hvørvinum. At lata vera við at blaka seyðaskinn burtur, so at tey heldur kunnu gagn­ nýtast, er ein góður máti at gera ein mun. - Tað góða við hesum er, at vit útnytta tann kjansin at gera okkurt burturúr øll­ um seyðaskinnunum, sum annars vanligt høvdu endað uppi í eldi og royki. Í staðin fyri at lata øll seyðaskinnini enda í ovninum hjá KOB ella hjá IRF í Leirvík hava bøndur og fólk, sum annars eiga og fletta seyð, møguleikan at lata skinnini inn og fáa okkurt burturúr tí, forklárar Rann­vá Magnadóttir. Hon vildi ynskt, at allir før­oyingar hugsaðu meira um hetta, tí hon heldur tað vera synd at blaka so nógv skinn burtur. - Vit hava so øgiliga nógv­ an seyð í Føroyum, so tað er synd, um øll hesi vøkru skinn­ini bara enda í einari bingju og fara upp í royk. Tí er spurningurin bara, um fólk tíma at lata tey inn, ella um tey heldur vilja blaka tey vekk. Rannvá Magnadóttir ætl­ ar sær tí at salta so nógv skinn sum gjørligt komandi vikur­nar. - Eg ætli at salta so nógv seyða­skinn, eg fái hendur á, og eg gleði meg til at standa við kensluni, tá bingjan verð­ur útflutt til Pólands, at mann hevur gjørt náttúruni og um­hvørvinum eina góða tænastu, sigur Rannvá Magna­dóttir. pature@sosialurin.fo RANNVÁ TEKUR ÍMÓTI SKINNUM Á DRELNESI: - EG VIL SALTA SO NÓGV SKINN EG FÁI HENDUR Á - Hetta er ikki eitt vanligt arbeiði hjá einari 21 ára gamlari damu, men hetta er nakað, sum eg tími væl, sigur 21 ára Rannvá Magnadóttir, sum annað árið á rað saltar seyðaskinn