Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føddur 25. oktober 1932 – andaðist 5. oktober 2017 Í dag er 1 ár, síðani babba fór til grav­ar. Babba bleiv 84 ára gamal. Hann var son­ur Hjørdis og Håkun Djurhuus. Tey vóru sjey syst­k­in, og var babba elstur av teimum. Systkini vóru Tor­móður, Annika, Malan, tví­burð­ar­nir Jógvan og Krist­in og Kristin. Babba og mamma gift­ust í 1955, og fóru tey til Dan­markar at fáa sær út­búgving. Babba lærdi fyrst til motorpassara í Klaks­vík áðrenn tey fóru til Dan­mark­ar at lesa víðari til mask­in­verk­ frøði­ng. Eftir at hava búð í Dan­mark í nógv ár, vildu tey heim aftur til Føroyar at búgva og fluttu tey heim í 1968. Babba byrjaði at arbeiða á Dansk Shell, áðr­enn tey fluttu heim og helt áfram at arbeiða á Shell her í Føroyum. Hann bleiv stjóri á Shell fyrst í sjeyti áru­num og var tað, til hann fór frá í desember 1997. Tá hevði hann arbeitt á Shell í 30 ár. Haldi ikki, at eg sigi ov nógv um, at “Shell seinni Føroya Shell” var hans­ara hjartabarn, tá hugs­að verður um arbeiði. Mang­an, tá hann tosaði um sítt arbeiði, segði hann bara VIT, sum um hann átti fyri­ tøk­una. Tá hann var givin á Shell, bleiv hann spurdur, um hann kundi arbeiða í sam­bandi við oljuleiting fyri olju­fel­ag­ið Shell og síð­ani fyri BP. Hann skuldi bara vera har eitt stutt skifti. Tað blivu 11 ár íalt innanfyri oljuleiting. Babba og mamma bygdu sær síni dreymahús á Dala­ veg­num, har babba sjálvur var við til at “designa” hús­ini, og fluttu vit trý inn í hús­i­ni jólaaftansmorgun 1972. Babba hevur altíð ar­ beitt nógv. Tá hann kom heim frá arbeiði, vildi hann sleppa út at velta og drena, so alt stykkið skuldi blíva til bø, laga garð, velta epli og røt­ur. Eg slapp altíð at vera við og hjálpa honum. Hann vildi, at alt skuldi vera snøgt rundan um seg, hann var “perfektionist”. Hóast babba ar­beiddi nógv og ofta var utt­an­ lands í arbeiðsørindum, so var hann altíð har fyri meg, og al­tíð var hann klárur at hjálpa, hann setti alt ann­að til viks, tá eg hevði brúk fyri honum. Hann gav mær allan tann kærleika, nær­leika og tryggleika, sum hugs­ast kann. Eg var ein ord­ans pápagenta, og longd­ist mær so illa eft­ir honum, tá hann var utt­an­ lands. Tórður, maður mín, hevu­r altíð verið sum ein son­ur hjá babba og mammu. Babba og Tórður høvdu somu áhugamál, serl­iga tá tað kom til at fá­ast við jørð, at velta, hoyggja, fletta o.a. Tórður føl­ir, at mítt barnaheim er sum sítt egna heim. Tórður og eg fingu fýra børn, Hjarnar, Svannu, Magnu og Olgu, og var babba besti abbin, sum hugs­ast kann. Hann ringdi hvønn einasta dag fyri at vita, hvussu vit høvdu tað og ikki minst at hoyra, hvussu abbabørnini høvdu tað. Babba fekk altíð hjálp frá teim­um, um tað var eitt­hvørt, serliga at seta epli niður og at taka tey upp aftur. Okkara Hjarnar segði ongantíð nei, um abbin bað um hjálp til eitt­hvørt, tað kundi vera til at velta, drena, laga garð, klippa greinar. Sum smá­drong­ur elskaði hann at vera hjá abba, tí hann slapp út at arbeiða við abba. Abbin keypti honum ketils­drakt, gummistylvar, arbeiðshanskar, spakar og trill­u­børur, haldi hann hev­ur átt allar støddir av trillu­bør­um. Tað var serliga Hjarn­ar, sum tímdi at vera úti og rokast við abbanum. Babba og Hjarnar høvdu eitt serligt forhold, kanska tí hann var einasti abba­ son­ur­in. Einaferð spurdi Svanna abba um at lána peng­ar, tí hon átti ikki nokk av pengum til eitt ross, sum hon ynskti sær. Abbi keypti henni rossið við teirri treyt, at hon mátti hjálpa við hoyggja til rossi. Tá Svanna skuldi skriva høvuðsuppgávu í 3.g um Læknastríðið, var abb­in ein hollur stuðul til upp­gáv­una. Hann var eis­ ini ofta og hugdi at hond­ bólt­s­dystum, tá Magna spældi, ofta tosaði hann við hana eftir dystirnar og eggjaði henni til at betra eitthvørt. Tá Magna skuldi til Holbæk í skúla, kom abbi við okkum, tí hann mátti tryggja sær, at um­ støð­ur­nar vóru ílagi hjá henni. Soleiðis var hann bara. Hann hevur eisini hugt eft­ir øllum leikunum, sum Olga hevur framført á Dram­a­verk­staðnum. Børnini vóru so góð við abba, hann var teirra abbi. Hann gleddist altíð um, at tað gekk okkum væl. Babba hevði eina sera góða grann­a­konu. Hon hev­ur altíð verið har fyri babba og mammu, ein sera góð­ur stuðul og altíð klár at hjálpa, ikki minst nú, eftir at babba var bliv­in einkjumaður. Hon hev­ur givið babba nógvar drekk­a­ munn­ar og nógv gott prát, og hann hevði sínar føstu dag­a­r at koma á gátt hjá teim­um. Eitt systkinabarn babba og babba vóru sera góð­ir vinir, høvdu nógv av somu á­hugamálum, teir veltu saman, hugdu at bygn­ingum sum stóðu í ger, prátaðu um lívsins við­ur­skifti. Eisini vitjaði hann javnan tey ungu í fam­ilj­uni. Sjálv havi eg eina sera góða vin­k­onu, og hon hev­ur verið mær ein góð­ur stuðul ikki minst í hesi sváru tíð. Eisini var hon ein góður vinur hjá babba. Babba vitjaði hana javn­an ella ringdi hann til hana um tað var okkurt við henn­ara arbeiði, ið hevði hansara áhuga. Eis­ini var babba í hvørjum føð­ing­ar­ degi hjá henni og hennara børn­um. Eg haldi, at babba helt seg næstan vera abbi at børn­unum hjá henni eisini. Babba ynskti altíð at hjálpa og hevur hjálpt nógv­um. Hann var altíð klár­ur óansæð, hvat tað var. Babba vildi ikki vera til ampa ella stríð fyri nakran. Tað var hann heldur ikki. Hann segði seg hava havt eitt sera ríkt, aktivt og spenn­andi lív. Hann var ak­tiv­ur, líka til vanlukkan hendi. Vit vóru øll hjástødd hjá babba teir dagarnar á Lands­sjúkr­a­húsinum, eftir at hann koyrdi á garðin vegna dán­ilsi, ið hann fekk, með­an hann koyrdi heim, eftir at hava verið á Stykk­ i­num og vitjað Svannu og Mour­its. Til jarðarferðina hjá babba sang Peter Hentze Nicla­sen henda sangin, sum eina tøkk frá mær, og vil eg við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um mín elskaða pápa. Minningarorð um babba Hjarnar Djurhuus Heitari sló einki faðirhjarta, Kæri faðir, nakrantíð enn títt, horvin er hon, barndómstíðin bjarta, aldar tó í minni mínum blítt. Fyri minni mong eg takki tær av hjarta, goymi tey sum rama reyðagull, mínum leiðum á sum sólin bjarta brosa tey so blítt og loyndarfull. Kendi bara kærleika og gleði, sum í stríðum streymum til mín røkk, fyri tað eg vil á sorgardegi bera tær, o, faðir hjartans tøkk. Góði babba! Takk fyri alt. Dóttir tín Katrin Sjúrður var føddur 15. juli 1961, og doyði 19. septembur 2018. Hann vaks upp í Hoy­døl­ um, í náttúruvøkrum um­ hvørvi. Foreldrini, Ás­mund­ ur og Elin Jo­hann­e­sen, arbeiddu á Stud­ent­a­skúl­a­ num og vóru fyristøðufólk á kost­deildini. Systkini eru Pauli í Sandagerði og Anna Jo­hann­e­sen. Sjúrður kom sum ung­ur drongur í Havnar Fim­leik­ a­felag, og tað sást bein­an­ veg­in, at hann hevði góð evnir. Hann kom á úr­v­als­ liðið, sum Bynne Lamhauge stovnaði í 1975, sum var fyrsta kappingarlið við bæði gentum og dreingjum. Har møtti hann Jónu Jo­ hann­e­sen (Clementsen), sum eisini var á úrvals­ lið­num. Jóna var eisini góð­ur fimleikari, vøkur og vin­ar­lig, og tað er hon enn. Tey gjørdust par sum 16 – 17 ára gom­ul og hildu saman í 40 ár, inntil Sjúrður doyði. Tey vóru gift í 35 ár og vóru sum ein. Har annar var, var hin eisini. Jóna og Sjúrður fingu trý børn. Tey eru Elin Sjúrð­ar­dóttir Trier, sum er gift við Ragnar Trier, Lill­i­an Sjúrðardóttir, sum er gift við Torkil Jonsson, og Tór­ur Sjúrð­arson. Ommu og abba­børnini eru 6 í tali: Silja, Ronja, Lóa og lítli Sjúrð­ur, sum Elin og Ragnar eiga, og Samuel og Ísak, sum Lillian og Torkil eiga, og fáa tey skjótt eitt barn aft­urat. Sjúrður livdi eitt gott og hend­ing­aríkt lív, og stórt var tað fylgið, sum fylgdi Sjúrði Johannesen til hansara síðsta hvíldarstað, familja, vinir, starvsfelagar, og sera nógv fólk úr Havnar Fim­leika­f­elag. Tað var ein syrgilig løta, men eisini há­ tíð­ar­ligt í Hoyvíkar kirkju. Ann Dahl Hansen, prestur, præd­ika­ði, og Pau-li í Sand­ a­gerði, beiggi Sjúrð, stjórn­ aði kóri og framførdi eitt ynd­is­ligt lag. Vit í Havnar Fim­leik­a­ fel­ag drýpa høvur í sorg, nú Sjúrður er farin inn í ævinleikan, og vilja inni­ liga takka honum fyri tað veldiga arbeiðið, hann gjørdi fyri Havnar Fim­leik­ a­felag. Sjúrður var millum teir bestu fimleikararnar í Før­ oy­um í fleiri ár, herímillum eis­ini føroyameistari. Hann var ein fyrimynd fyri mong sum íðkari. Hann var venjari í nógv ár hjá fleiri fimleikaliðum, eis­ini kappingarliðum inn­an amboðsfimleik. Eitt tíð­ar­ skeið var hann venjari hjá lands­l­i­ðnum. Sjúrður var nevnd­ar­lim­ ur í Havnar Fimleikafelag. Hann var dómari í fimleiki. Skip­aði fyri fimleika-skeið­ um, og undirvísti eisini sjálvur. Hann var við til at skipa fyri fram­sýn­ing­um, kappingum og fim­leik­a­ ferðum, eisini í útlondum. Hann var kveikjandi, stim­ b­r­andi og eldhugaður. Altíð vin­ar­ligur og við tí góða orð­i­num. Eitt, sum Sjúrður ofta tosaði um, var tíð­ars­keiðið tá úrvalsliðið hjá Bynna, síðan Finnbjørn Just­inus­ sen, var virkið. Fim­leik­ a­liðið varð “heimskent” í Før­oy­um við sera góðum fim­leik­ar­um. Altíð millum tey fremstu í kappingum, og har bæði skemt og álv­ari var á skránni til fram­sýn­ in­g­ar. Enn verður tosað um eitthjólaðu súkklurnar, sum dreingirnir súklaðu á til fram­sýningar. Tað var eitt lið, sum var nógv saman. Tey høvdu tað stutt­ligt, fóru útferðir og hugn­aðu sær heima hjá hvør øðrum. Mangan hava vit hoyrt um hugnaligu løt­ur­nar heima hjá Sjúrði í Hoy­døl­um, har Sjúrður legði plátur á. Spældi altíð tað nýggj­asta og besta, sum var kom­ið út. Sjúrður hevur á onkran hátt havt tilknýtið til Havn­ar Fimleikafelag, frá tí hann var heilt ungur, og til hann nú doyði, einans 57 Minningarorð um Sjúrð Vágsheyg