týsdagur 9. oktober 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
Áðrenn eg sum 15 ára gam
al, saman við foreldrum og
systkjum, flutti av Eiði til
Havnar, í august mánaði
1955, var eg longu limur
í losjuni »Statt fast« har
norðuri. Eg gekk eisini á
møti í samkomuhúsinum
Mizpa á Eiði, saman við for
eldrum mínum.
Tí var tað natúrligt, tá
ið eg kom til havnar, at eg
leitaði upp bæði Ebenezer
og losjuna í Havn. Millum
losjufólkið í Havn fekk
eg vinir, sum eisini vóru
skyldmenn mínir: Johs. C.
Michelsen »Lill«, brøðurnir
Dia, Hannis og Regin Jac
obsen, tí langabbi mín, Poul
Michelsen, var ættaður úr
Stórustovu í Havn.
Umframt vóru har í
losjuni menn sum Tórbjørn
Mikkelsen, sum eg seinni
eisini kom at kenna frá
fótbólti í B36, Hansemann
Tórgarð, Jákup Lindenskov,
Almu Brend og Harry
Johansen, sum eg einaferð
minnist hava vitjað í losjuni
á Eiði, saman við øðrum
losjufólki úr Havn.
Vinskapurin millum
losjufólkið hevur verið
varðveittur fram gjøgnum
árini, við heilsan tá ið vit
hava hitst á havnargøtum
og ikki so sjáldan við práti.
Jákup Lindenskov var ein
av teimum sum eg varð
veitti vinskapin við alla
tíðina.
Minnist sera væl, tá ið
hann varð valdur í løgting
ið og í landsstýrið. Hugsaði
hvussu hesin stillføri
maðurin fór at trívast í tí
umhvørvinum. Men Jákup
varðveitti sítt stillføri, sína
siðiligu atferð í orði og
talu og sínar sannføringar.
Sannføringar hansara
vóru at stuðla teim minni
mentu og veiku í samfelag
okkara og at varðveita eitt
so rúsfrítt samfelag sum
gjørligt. Hjálparstaðið
Heilbrigdið á Velbastað fyri
rúsrakt, sum hann stovnaði,
saman við øðrum, prógvar
fráhaldsannføring hansara
í verki. Hóast farin úr losj
uni, varðveitti eg fráhalds
hugsjónina eins og Jákup
– og í hesi hugsjón fylgdust
vit báðir – til hann nú fór av
foldum.
Fyrst í nítiárunum,
tá ið løgtingið viðgjørdi
broytingar í rúsdrekka
lógini, funnu Jákup og eg
saman aftur í stríðnum
móti rúsdrekka og ætlaðu
broytingunum, sum vit
vóru sannførdir um, fóru
at verða til tað verra fyri
ungdóm og landsmenn
okkara. Tá stóðu vit báðir
aftur lið við lið saman við
øðrum fráhaldsfólki, at
skriva til Føroya Løgting
við inniligari áheitan um
ikki at broyta rúsdrekkalóg
ina. Tíverri vann áheitanin
hjá Jákupi, mær og hinum
ikki frama á tingi.
Eg vil fegin – nú hann
er farin – geva Jákupi tað
ummælið, at hann var
hjartagóður maður. Hetta
merkti eg meiri enn eina
ferð. Eg minnist, at eg
skrivaði til hansara, tá ið
hann var landsstýrismað
ur, um hann kundi hjálpa
einum brekaðum vini
mínum fíggjarliga í einum
serstøkum føri. Eg fekk
sera vakurt svarskriv frá
Jákupi, ið ikki einans var
eitt vanligt skriv, men eitt
hjartaligt skriv, ið prógvaði
hansara inniligu samkenslu
við vini mínum, sum Jákup
eisini kendi. Seinastu árini
havi eg saknað hugfarligu
minnislýsingar hansara av
havnarfólkum, sum fóru
undan handan sýnina, sum
hann plagdi at umrøða
so væl í stuttu, men sera
viðkomandi minnisorðum
sínum.
Nú Jákup Lindenskov
sjálvur er farin kann eg
siga, at Jákup var hin
sami Jákup, sum eg kom
at kenna í losjuni í Havn
fyri meiri enn seksti árum
síðani, hann var hin sami á
tingi og landsstýri. Jákup
var eisini hin sami, eftir at
hann var farin úr politikki.
Mær untist at vitja hann tá
ið hann var likamliga vikn
aður – tó bar hann framveg
is sama eyðkenda brosið.
Eg fari kanska ikki at
minnast hann so nógv sum
politikaran, Jákup Linden
skov, men eg fari at minn
ast hann sum hin vinsama
og hóvsama havnarmannin
og stríðsmannin, Jákup
Lindenskov.
Í eini umskiftandi og
farandi tilveru her á fold
er gott at eiga vissuna um
hina ævigu lívsvónina, sum
fólkakæra skald okkara,
Mikkjal á Ryggi, gevur ljóð
fyri í hesum sangi:
Jákupi Lindenskov til minnis
Jesus besta navnið er
tungur kunnu nevna.
Tann, sum sorg i barmi ber
kann til Jesus stevna.
Gerst á foldum trong mín leið
Jesus veit eg svíkur ei,
hann vil síni fevna.
Renna burt tey røsku ár;
mangt vit mundu tráa;
heysta væl tey hvítu hár,
tá ið væl var sáað;
hvør, sum Jesus fevndi her,
sælur til Gud faðir fer,
har skal frið hann fáa.
Svenning av Lofti
ára gamal. Her kann verða
lagt afturat, at Sjúrður var
fjølgávaður ítróttarmaður.
Hann spældi flogbolt við
Fleyr, og vóru teir føroya
meistarar fleiri ferðir.
Sjúrður hevði ymisk
størv, áðrenn hann fór
undir at lesa til sosialráð
geva, sum gjørdist hansara
lívsstarv.
Hann starvast sum
sosialráðgevi í 29 ár. Fyrst
á Almannastovuni. Síðan
hjá Tórshavnar Kommunu í
barnaverndartænastuni í 11
ár. Hann var fyribyrgingar
leiðari á Bláa Krossi. Leiðari
fyri tveimum bústovnum
fyri ung sálarsjúk og ar
beiddi síðan hjá Ríkisum
boðnum, millum annað
sum serkønur í hjúnaskiln
aðarmálum og arbeiddi við
ættleiðingarmálum.
Seinastu árini starvaðist
hann á Barnaheiminum,
har hansara starvsøkið var
at vera leiðari fyri børn og
ung.
Sjúrður var eisini
formaður í Sosialráðgevara
felag Føroya í nøkur ár.
Sjúrður var umhugsin,
dugnaligur og nærlagdur
persónur, sum vildi fremja
tað góða í sínum starvi.
Hann arbeiddi við nógvum
sera truplum málum innan
sítt yrki, har serliga børn og
ung vóru komin í eina ringa
støðu, og hjálpti Sjúrður
teimum alt tað, hann var
mentur.
Hann kundi fingið sær
okkurt fittligt starv, men
valdi at hjálpa teimum
veikastu í verki.
Sjúrður var ein rúmligur,
tolerantur, stuttligur og
vinarligur persónur. Hann
vildi fólki væl og var ein
fittur fýrur.
Jóna og Sjúrður fingu
nógv ár saman. Sjúrður
elskaði Jónu, teirra børn og
ommu- og abbabørn, og rey-
paði ikki sørt av síni flottu
familju. Hann hevði størstu
umsorgan fyri teimum
og var sera góður við síni
foreldur og systkin.
Jú Jóna og Sjurður vóru
rík, signaði við eini góðari
familju, sum helt saman
og dugdi at hugna sær. Tey
ferðaðust ofta og upplivdu
nógv.
Nú Sjúrður gjørdist
sjúkur, gjørdi Jóna alt, fyri
at hann skuldi hava tað so
gott sum gjørligt. Saknurin
er stórur, nú Jóna hevur
mist sín elskaða mann.
Børn og ommu- og abba
børn hava mist ein góðan
pápa og abba. Pauli og Anna
hava mist sín lítlabeiggja,
og Ásmundur og Elin hava
mist sín yngsta son. Vit
hugsa um tykkum øll.
Vónandi kunnu tey góðu
minnini verða ein troyst í
hesu sváru tíð. Má Harrin
vera við tykkum og styrkja
tykkum øll.
Friður veri við minni
num um álitismannin, Sjúrð
Vágsheyg Johannesen.
Havnar Fimleikafelag
Johannesen