týsdagur 9. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
FEKK HÆGSTA SIVILA
TÝSKA HEIÐURSORDANIN
Annfin Vitalis Hansen, týskur aðalkonsul í
føroyum, hevur fingið hægsta týska, sivila
heiðursordanin
Árni Gregersen
Í 10 ár hevur Annfinn Vitalis Han
sen, advokatur, verið týskur konsul
í Føroyum.
Tað hevur týski forsetin valt
at lata honum ordanin “Order of
Merit of the Federal Republic of
Germany”.
Tað var týski sendiharrin í
Keypmannahavn, Andreas Metzn
er, sum á Panorama á Hotel Hafnia
handaði heiðurin og festi hann á
bringuna á Annfinni V. Hansen.
Hetta hendi á einari móttøku,
sum týski staturin helt í Føroyum.
Sendiharrin Andreas Metzner
takkaði Annfinni V. Hansen fyri
trúgva tænastu seinastu 10 árini.
Hann undirstrikaði, at hetta er
ein tænasta, sum týski staturin
setir stóran prís uppá. Hann segði
seg eisini vita, at arbeiðsbyrðan
hevur verið vaksandi seinastu ár
ini, serliga tí fleiri og fleiri týsk
ferðafólk nú sóu Føroyar, sum eitt
spennandi ferðamál.
Týski sendiharrin segði, at hes
ar dagarnar hann hevur verið í Før
oyum, hevur hann fingið eitt gott
innlit í føroyska samfelagið og at
hann hevur havt fund við føroysk
ar myndugleikar og føroyskar pol
itikarar, sum hava sett hann inn í
støðuna hjá Føroyum.
Á hátíðarløtuni á Hotel Hafnia
seinnapartin mánadagin vóru so
at siga allir teir útlendsku konsul
arnir í Føroyum til staðar, umframt
at landsstýrismaðurin við uttan
ríkismálum, Poul Michelsen, eisini
var til staðar.
Annfinn Vitalis Hansen tók við
sum týskur konsul eftir Ásu á Dul
Jacobsen, sum var týskur konsul í
mong ár og sum eisini hevur týska
heiðurskrossin fyri sítt arbeiðið.
Tá ið hon skuldi gevast sum
konszxul, bóðu týskarar hana vísa
á møgulig evnir, sum kundu taka
við eftir hana.
-Eg mælti teimum til at lata
Annfinn Hansen, men teir søgdu, at
teir helst vildu hava fleiri at velja
ímillum. Eg segði bara kortanei og
so tilnevndu teir Annfin, sigur fyrr
verandi konsulin við einum smíli.
Undir hátíðarløtuni sang Driva
Hansen, operasangari og bróðurin
Gunnar Hansen spældi undir.
Týski sendiharrin festir týska ordanin á bringuna hjá Annfinn V. Hansen
Driva Hansen, operasangari og bróðurin Gunnar Hansen
undirhildu. Tey eru børn Ásdis og Annfinni Hansen.
Landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum, Poul
Michelsen, hittir týska sendiharran og konsulin.
Týski sendiharrin, Ása á Dul Jacobsen, fyrrverandi
konsul, og Annfinn Vitdalis Hansen.
Væl av fólki var til móttøkuna, tá í týski konsulin í Føroyum, varð heiðraður