týsdagur 9. oktober 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
KJAK
Johan Mortensen
Komandi fríggjadag verður
áhugaverd ráðstevna í Nord
urlandahúsinum um sjálvs
avgerðarrætt hjá tjóðum, og
har verður eisini umboð fyri
Catalania, tí hesi orð:
Í mai mánaði í fjør vitjaði
okkara
løgtingsformaður,
Páll Á Reynatúgvu, catalans
ka parlamentið. Endamálið
við vitjanini var at menna
og knýta politisk, vinnulig
og mentarlig sambond við
Catalania. Eg var so heppin
at vera við í ferðalagnum.
Vertur okkara var løg
tingsforkvinnan
í
cata
lanska parlamentinum Car
men Forcadell. Vit vóru sera
væl móttiknir, vit vitjaðu
parlamentið og hittu politik
arar, og tað var sera stórur
áhugi fyri Føroyum, okkara
Tjóð, bacalao og ikki minst
okkara
fótbóltslandsliði,
okkara bestu sendimenn.
Fyrraparturin gekk skjótt,
og so vóru vit bodnir til
døgurða,
har
Carmen
Forcadell var vertur.
Carmen Forcadell visti
sera nógv um Føroyar, hon
hevði sjálv vitjað í Føroyum
og helt, at Føroyar á nógvum
økjum var framman fyri
Catalania.
Hon
fegnaðist
um tað góða samband, sum
er millum Barcelona og Før
oyar, og sum Atlantic Air
ways eigur heiðurin av, og
var hon sannførd um, at enn
betur samband millum Før
oyar og Catalania vil verða
báðum pørtum at gagni.
So greiddi hon frá støðu
ni í Catalania. Hóast hetta
økið er best fyri fíggjarliga í
Spania, og har tað er demo
katiskur
meiriluti
fyri
loysing, so var hon rædd
fyri framtíðini og komandi
valinum og, legði hon syrgin
afturat, hon væntaði at
koma í fongsul!
Tíðanverri gekk júst sum
hesin vinarligi og gløggi
Løgtingsformaðurin spáddi.
Spanska Stjórnin bardi alt
niður við harðari hond og
ídag sita Carmen Forcadell
og fleiri við henni í sponsk
um fonglsum uttan rættar
gongd, bert tí tey vildi fremja
fólksins vilja um fullveldi og
loysing.
Hvat
viðkemur
hetta
okkum, kann ein spyrja?
Spania er ein av okkara stóru
handilspartnarum og eitt av
okkara yndis ferðamálum,
kunnu vit bara sita tigandi
til hetta órættvísi, eiga vit
ikki at mótmæla? Hvat sigur
løgtingsformaðurin, Vinnu
málaráðið, og Føroya deildin
av
Amnesty,
hvat
sigur
Atlantic Airways?
Skulu vit Føroyingar ikki
tora at hava eina meining
um órættvísi í londonum vit
handla við t. d. Kina, Turka
land og so nú Spania - ella
skulu vit bara lata sum onki
næstu ferð vit sóla okkum í
Barcelona við einum stórum
gin og tonici, meðan Carmen
Forcadell rotnar upp í einum
fongsli hinumegin gøtuna?
Hon sum bara vildi fremja
folksins demokratiska vilja
til frælsi og fullveldi, sami
spurningur sum vit Føroy
ingar vónandi skjótt taka
støðu til, uttan at nakar fer
í fongsul...
Almennu Føroyar hava
eina moralska skyldu til at
hava eina meining!
Aksel V. Johannesen,
løgmaður og formaður
Javnaðarfloksins
Í januar 2019 hava pensjón
istar, sum bert hava fólka
pensjón og Samhaldsfasta,
omanfyri 1.500 krónur meira
at liva fyri um mánaðin ella
meira enn 18.000 krónur
meira árliga enn tey høvdu,
áðrenn vit tóku við leiðslu
landsins.
Og hjá teimum, sum hava
hug og orku til at arbeiða
eitt sindur við síðuna av,
liggur enn meira eftir. Vit
hava lækkað landsskattin úr
20 % niður í 15 %. Tað merkir,
at allir pensjónistar, sum
bara hava fólkapensjón og
Samhaldsfasta at liva fyri,
rinda minni í skatti. Og um
ein pensjónistur til dømis
forvinnur 10.000 krónur um
mánaðin við síðuna av pen
sjón og Samhaldsfasta, so
rindar hesin í dag 6000 krón
ur minni í skatti árliga.
Í 2015 var Samhaldsfasti
3.010 krónur um mánað
in og í 2019 verður Sam
haldsfasti 5.590 krónur um
mánaðin. Tað er rætt, at
grundupphæddin
lækkaði
við 580 krónum í 2016,
men samlaða útgjaldið er
hækkað. Viðbótin er hækk
að við 150 krónum, kring
varpsgjaldið er lækkað úr
3.600 krónur um árið fyri
hjún niður í 600 krónur um
árið pr. pensjónist. Við øllum
batum fær pensjónisturin
omanfyri 1.500 krónur meira
at liva fyri um mánaðin hetta
valskeiðið. Tað er ein søgu
liga góður bati.
Bulurin í pensjónshugs
anini hjá okkum í Javnað
arflokkinum
hevur
altíð
verið, at vit skulu kun
na liva væl og virðiliga á
ellisárum.
At
fíggjarligt
frælsi gevur satt lívsfrælsi.
Tí eri eg sum formaður fyri
Javnaðarflokkin sera fegin
um, at vit megnaðu at geva
pensjónistunum hesar batar.
Hetta er samhaldsfesti mill
um ættarlið.
18.000 skattafríar krónur
um árið til pensjónistarnar
Catalanska løgtingsforkvinnan og Føroyar