Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SJÚKRARØKT Sjúkrarøktarfrøðingar skulu duga at seta seg inn í støðuna hjá øllum menniskjum óansæð aldur, uppruna og átrúnað. Og tað krevur eitt stórt arbeiði at útbúgva fólk soleiðis, at tey megna tað. Tað arbeiðið hava undirvísarar á føroysku útbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tikið á seg, og tað gongur væl - so væl, at uttanhýsis eftirmetingarbólkurin, sum eftirmetti Fróðskaparsetrið seinast, mælti leiðsluni til at heita á undirvísararnar um at leggja øðrum deildum á Setrinum lag á viðvíkjandi námsfrøðiliga leistinum Tað er úti á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøkt at útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fer fram. Í 2015 vórðu 22 lesandi tikin inn á hesa útbúgvingina, og síðan tá er hetta talið hækkað upp í 30 lesandi. Talan er um eina útbúgving, sum tekur fýra ár, og hon er bygd upp soleiðis, at tey lesandi hava ein ástøðiligan part, sum svarar til 150 ECTS, og ein praktiskan ella kliniskan part sum svarar til 90 ECTS. Útbúgvingin er skipað við jøvnum skifti millum hesar partarnar. Meðan tey lesandi læra hvussu, tá tey taka tann praktiska partin av útbúgvingini – á millum annað sjúkra­húsi, í heimarøktini og á ein­ um ellisheimi – so læra tey hví, tá tey sita á skúlabeinki á Fróð­skap­ ar­setrinum úti í nýggju hølunum á Vest­aru Bryggju í Havn. »Endamálið við útbúgvingini er ásett við lóg«, byrjar útbúgv­ing­ arleiðari Annemi Lund Joen­sen, áðr­enn hon fer undir at greiða nærri frá endamálunum í útbúgv­ ing­ini. »Yvirskipað kann sigast, at út­ búgv­ingin til sjúkrarøktarfrøðing skal geva teimun lesandi førleika til at virka sjálvstøðugt sum sjúkra­røktar­frøðingur og at vera við í fak­ligum og tvørfakligum sam­starvi. Í samsvari við ta sam­ felags­ligu, vísindaligu og tøkni­ ligu menn­ingina, og við tørvin á sjúkrarøkt, skal útbúgvingin geva teimum les­andi førleika í ástøði­ lig­um og klin­iskum sjúkra­røktar­ kunn­skapi. Tað vil millum annað siga, at sjúkrarøktar­frøð­ing­arnir bæði skulu kunna útinna, leiða og menna sjúkra­røkt«, greiðir Annemi Lund Joen­sen frá. Teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hvørt ár verða útbúnir í Føroyum, skulu sostatt ikki bara vita hvussu teir skulu útinna sjúkrarøkt – teir skulu eisini vita hví. Og tað vil eisini siga, at teir skulu vera førir fyri at grundgeva fyri tí sjúkrarøkt, sum verður útint. Og grundgevast skal bæði við vitan frá praksis, ástøði og gransking, sambært Annemi Lund Joensen. Fyriuttan praktiskt handa­lag, fevnir útbúgvingin í sjúkra­røkt­ar­ frøði tí eisini um alt frá heilsu- og nátt­úruvísindalig fak til hug­vís­ inda­lig- og samfelagsvísindalig fak. Hesi fak eru millum annað sam­skifti, námsfrøði, siðfrøði, átrúnað, sosiologi, lívvirkisfrøði, sjúku­læru, ergonomi, fysioterapi, fólka­heilsuvísind, farmakologi, epi­ demo­logi og mangt annað. »Sum sjúkrarøktarfrøðingar skulu vit røkta øll menniskju í øll­ um teirra tíðarskeiðum og øllum teim­um støðum, tey kunnu koma í, sam­stundis sum atlit skal takast til tann kontekstin, tey eru í. Tí er neyð­ugt at taka øll aspektini við í røkt­ina, soleiðis at fólkini, sum tørva hjálp, fáa allar sínar tørvir nøkt­aðar í tráð við tí kontekstinum, tey nú einaferð eru í«, greiðir Ann­ emi Lund Joensen frá og leggur aftr­at: »Sjúkrarøktin fevnir um alt frá teirri løtu, kvinnan er gitin – teir tørv­irnar hon hevur og broyt­ing­ arnar hon fer ígjøgnum - til tað nýfødda ella ov tíðliga fødda barnið verður borið í heim og til menn­ iskjað er farið í grøvina«. Sjúkra­ røkt­arfrøðingar skulu sostatt vera førir fyri at arbeiða innan alt lívs­ spektrið og arbeiða við øllum teim­ um aspektunum, sum kunnu hava týdning í einum og hvørjum lívs­ skeiði.  At læra menniskju at handfara allar hesar støður, fyriuttan at hjálpa teimum, sum ikki megna hett­ar sjálvi, krevur eitt stórt ar­ beiði. Sambært útbúgvingar­leiðaran­ um kann tað vera ein avbjóðing at fáa alla hesa vitanina at passa inn í eina fýra ára langa útbúgving, har tey lesandi jú eisini skulu læra um heilivág og nógvar ymiskar við­gerð­ ir. Men hvussu tryggjar tú tær, at tey lesandi fáa bestu lærukarmar? Námsfrøðiligi leisturin er lykilin Tað er her, tann serligi námsfrøðiligi leisturin kemur upp í myndina. Tí deildin hevur valt ein leist við skifti millum fyrilestrar, bólkaarbeiði og undirvísing í venjingarstovum. »Fyrst hevur tú til dømis ein blokk um anatomi og fysiologi – so siga vit punktum. So kemur sjúku­ læran – punktum. Síðan heili­vág­ur og farmakologi – enn eitt punkt­ um. So kemur átrúnaður – punkt­ SJÚKRARRØKTA ÚTBÚGVINGIN F