týsdagur 9. oktober 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Føroyska landsliðið skal komandi dagarnar
spæla móti Aserbadjan og Kosovo á
Tórsvølli í Nations League. Eftir frálíka
sigurin á Malta, so var vónin, at vit kundu
fara til Kosovo og fáa stig. Vit stóðu eftir
við ongum, og skulu nú reisa okkum
Støðumeting:
Tróndur Arge – Hoyvíksvøllurin
Undan hvørjum landsdysti seinnu
árini, hevur Sosialurin gjørt eina
støðumeting av landsliðshópinum.
Flestu spælararnir eru í viðgongd,
meðan onkrir eru komnir at enda í
síni landskapping í Íslandi.
Málverjan:
Gunnar Nielsen, FH (Íslandi)
Hann er okkara fyrsta val millum
stengurnar,
men
skal
nú
til
samráðast um nýggjan sáttmála.
Tað ljóðar, at KR er eftir honum.
Hann spældi væl móti Malta, men
er ikki gott út í seinna málinum hjá
Kosovo. Ongin ivi um, at Gunnar
Nielsen stendur í mál hjá okkum
hesa báðar dystirnar.
Teitur M. Gestsson, HB
Er annað val á landsliðnum í løtuni.
Hevur havt eitt gott kappingarár
við HB, sum longu er FM-vinnari.
Tað er ongin ivi um, at hann er
eykamálverji á landsliðnum, men
hóast hann er 26 ára gamal, so er
talan um ein royndan málverja.
Kristian Joensen, KÍ
Hevur fingið afturval, eftir at
hann hevur vunnið sær fast pláss
á liðnum hjá KÍ. Hevur havt nøkur
javnt góð avrik í ár, men seinastu
dystirnar hevur KÍ spælt illa.
Hevur eisini verið á landsliðnum
fyrr, og dugur tí eisini spælið
rundanum landsdystirnar.
Verjan:
Atli Gregersen, Víkingur
36 ára gamli liðskiparin stendur
fyri fyrstu ferð í fleiri ár uttan
heiðursmerki, eftir eitt minni
gott
kappingarár
hjá
Víkingi.
Um
vikuskiftið
endaði
hann
sum áleypari seinasta partin av
dystinum. Hetta er nokk ikki
ein uppgáva, sum hann fær á
landsliðnum, men hann verður í
miðverjuni, har hann helst spælir
báðar dystirnar.
Sonni Ragnar Nattestad,
AC Horsens (Danmark)
Hevur leikbann til fyrra dystin,
sum
verður
móti
Aserbadjan.
Hann hevur fingið tvey gul kort.
Tí verður hann ikki tøkur til fyrra
dystin, meðan hann verður helst í
miðverjuni aftur til seinna dystin,
sum er móti Kosovo. Hevur fingið
væl av spælitíð seinastu vikurnar.
Odmar Færø, B36
Hevur havt eitt framúr ár fyri
B36, har hann javnan er besti
maðurá vøllinum. Prógvaði í HM-
undankappingini, at hann er til
reiðar at spæla á landsliðnum.
Nógv bendir á, at hann byrjar
móti Aserbadjan, tí Sonni Ragnar
Nattestad hevur leikbann.
Heini Vatnsdal, Fremad
Amager (Danmark)
Miðverjin spælir í Fremad Amager,
men vit hava enn ikki fingið hann
at sæð í føroyskum landsliðshøpi,
tí avboðini hava verið nógv. Nú
er hann við aftur, men helst sum
triðja ella fjórða val í verjuni. Eitt
sindur ivasamt, um vit síggja hann
á vøllinum.
Viljormur Davidsen,
Vejle BK (Danmark)
Hevur tikið stigið úr næstbestu
deildini upp í Superliguna saman
við Vejle. Hevur spælt hvønn
tann einasta minutt fyri Vejle BK
í hesum kappingarárinum, inntil
hann bleiv útvístur í fara umfari
í Superliguni. Eitt reytt kort, sum
tey flestu eru samd um, ikki var
rætt. Helst spælir hann allar 180
minuttirnar.
Alex Mellemgaard, B36
Kappast við Magnus Egilsson um
at verða annað val á vinstra bakki.
Hevur verið rundan um landsliðið
í ár. Hevur havt trupulleikar við
skaðum, men hevur sæð gott út
hetta kappingarárið. Hevur spælt í
Evropa fyri B36, umframt at hann
fekk ein landsdyst á Marbella
fyrr í ár. Tað telur alt upp í altjóða
royndum, men hann fekk ikki
møguleikan
seinast
í
Nations
League dystunum.
Magnus Egilsson, HB
Hevur
fingið
afturval
á
landsliðnum, men er helst aftanfyri
Alex í røðini av vinstri bakkum.
Hevur ein fyrimun í hæddini og
styrkini. Hevur havt eitt framúr
kappingarár við HB, har hann
passar væl inn í stílin hjá Heimi
Guðjónsson.
Gunnar Vatnhamar,
Víkingur
Spældi báðar dystirnar frá byrjan
seinast. Hevur ikki havt sítt besta
kappingarár
fyri
Víking,
men
hann kom væl frá uppgávuni á
landsliðnum. Tað er hugsandi,
at hann fær afturval, men tað
er ikki vist at hann fær allar 180
minuttirnar
Jógvan Rói Davidsen, HB
Liðskiparin hjá HB hevur fingið
afturval á landsliðnum, eftir at
hann bleiv úttikin fyri fyrstu ferð
seinast. Hann hevur gjørt stór
framstig seinnu árini og verður nú
vigaður av Lars Olsen, sum leitar
eftir eini loysn á høgta bakki.
Miðjan:
Hallur Hansson, AC
Horsens (Danmark)
Miðvallarin er sjálvskrivaður á
miðvøllinum
hjá
landsliðnum.
Hann hevur langtsíðani funnið seg
til rættis hjá AC Horsens, so hann
spælir á sama stigi, sum vit hava
sæð seinastu landsdystirnir. Kom
væl frá báðum dystunum seinast,
og byrjar heilt víst inni báðar
dystirnar.
René Shaki Joensen,
Grindavík (Ísland)
Spældi
báðar
dystirnar
á
miðvøllinum seinast, har hann kom
væl frá uppgávuni. Hevur rættiliga
funnið sítt pláss á miðvøllinum, har
hansara ferð, skjótleiki og ágrýti
eftir bóltinum kemur okkum til
góðar. Er eitt gott boð upp á at byrja
báðar dystirnar.
Brandur Hendriksson,
FH (Íslandi)
Hevur
gjørt
framrættaða
miðvøllin til sín egna, har hann
KUNNU VIT REISA