týsdagur 9. oktober 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. oktober 2018 · Nr. 117
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
er við í uppspælinum til flestu av
álopunum hjá okkum móti Malta.
Sá nakað viðtikin út í seinna
dystinum, men hevur spælt flestu
minuttirnar fyri FH, nú kappingin
er komin at enda. Er í spæl til báðar
dystirnar.
Pól Jóhannus
Justinussen, NSÍ
Er komin við fyri Sølva Vatnhamar,
sum er skaddur. Hann hevur verið
partur av landsliðnum fyrr, so
hann kennir spælið. Passar ikki
heilt inn í spælið, sum nú er blivið
meiri tekniskt. Tó kann úttøkan
eisini síggjast sum, at Lars Olsen
leitar eftir eini ”Plan-B”. Sær út til,
at hann kann blíva eitt kort, sum
skal spælast móti endanum, um vit
hava brúk fyri styrki.
Eli F. Nielsen, B36
Miðvallarin hjá B36 hevur verið
rundanum landsliðið í eina tíð nú.
Er innkallaður, eftir at Tróndur
Jensen mátti geva avboð vegna
skaða. Tykist ikki verða nær við
spælitíð hesaferð, tá eitt nú Rógvi
Baldvinsson og Heini Vatnsdal eru
við í hópinum.
Rógvi Baldvinsson,
Bryne (Noreg)
Enn ein “alt mulig mand” hjá Lars
Olsen. Kann spæla í miðverjuni,
vinstra bakki og á vejrukenda
miðvøllinum, umframt at hann
passar væl til miðverjuna, tá vit
spæla við trimum í miðverjuni.
Í løtuni tykist hann vera ein
spælari, sum Lars Olsen hevur
brúk fyri, tá okkurt ikki riggar.
Kann bæði byrjar og skiftast inn, og
tað á fleiri plássum. Væl møguligt
at hann fær minuttir á vøllinum,
eins og hann gjørdi móti Kosovo.
Gilli Rólantsson Sørensen,
Brann (Noreg)
Sat uttanfyri seinast hjá Brann
Bergen, men hevur fingið væl av
spælitíð í hesum kappingarárinum.
Venjingarnar benda á, at Gilli skal
spæla á høgra
bakki
hesaferð.
Avrikið á vengrunum hava verið
misjøvn, men sum høgri bakkur
aftanfyri Jóan Símun Edmundsson,
verða fleiri møguleikar at koma
framvið.
Spælir
helst
báðar
dystirnar.
Kaj Leo í Bartalsstovu,
ÍBV (Ísland)
Hevur spælt fast alt árið hjá ÍBV,
men hevur enn ikki fingið álitið
frá Lars Olsen í fleiri dystum á rað.
Kom inn móti Malta, og byrjaði
móti Kosovo, har avrikið ikki var
sannførandi. Við Sølva Vatnhamar
uttanfyri
og
Gilla
Rólantsson
á bakkinum, so er líkt til, at
gøtumaðurin fær ein møguleika at
sannføra eina ferð afturat. Byrjar
helst fyrra dystin, og er í spæl til
seinna dystin.
Álop:
Jóan Símun Edmundsson,
Arminia Bielefeld
(Týskland)
Stórtrívist í 2. Bundesliguni, har
hann bleiv kosin til besta spælaran
hjá Arminia Bielefeld í august
mánaði. Spælir fast á høgra vongi,
har hann eisini leggur upp til
mál. Nú er líkt til, at Lars Olsen
umhugsar at brúka toftamannin á
vonginum, heldur enn í álopinum
–
hvørtfall
til
dystin
móti
Aserbadjan. Spælir heilt víst báðar
dystirnar.
Finnur Justinussen,
Næstved (Danmark)
Hevur
skotið
níggju
mál
fyri
Næstved
í
hesum
kappingarárinum, og hevur lyft
seg upp á eitt hægri stig. Nú er líkt
til, at gøtumaðurin fær møguleikan
frá byrjan móti Aserbadjan. So er
væl spurningurin, um hann tekur
av.
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Stendur
klárur,
um
Finnur
Justinussen ikki tekur av. Hóast
hann ”bara” hevur skotið 11 mál í
ár, so hoyrir við til søguna, at hann
hevur verið skaddur, og skotið
hattrik í Europa League. Um Jóan
Símun spælir á vonginum, so er
sannlíkt, at liðskiparin hjá NSÍ fær
nakrar minuttir.
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
OKKUM?