Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 4 Hendan vikan er í stóran mun brúkt til at varpa ljós á sálarheilsu. Sum fleiri hava nevnt, so er tað lættari at fyrihalda seg til eitt brotið bein enn til at onkur hevur ilt í sálini. Men tað finst eitt skilagott føroyskt orðatak, sum sigur, at “ongin kennir mein í annans bein”. Hetta minniur okkum á, at vit eiga at skilja, at onnur hava ilt í likami ella sál, sjálvt um tað ikki sæst. Í Føoyum eru tað mong, sum alla tíðina ella í tíðarbilum hava ilt í sálini. Tey eru minst lika sjúk, sum tey sum feila okkurt likamliga og tað mugu vit royna at skilja. Almenna skipanin eigur eisini at veita teimum so nógva hjálp sum til ber og helst skipa so fyri, at tey kunnu taka lut í vanliga samfelagslívinum. Ája! Løgtingið er farið í heystfrí, so ting­ menn kunnu ganga fjøllini og fáa slaktið til høldar. Enn vita vit ikki hvussu long hendan tingsetan verður. Í tíðindastreyminum síggja vit, at tað prutlar undir lokinum nógva staðni. Spurningurin er bara um Aksel V. Johannesen, løgmaður, megnar at halda samgonguni saman, tað sum eftir er av valskeiðnum – ella hann noyðist at geva skarvin yvir. Sum altíð seinasta árið í einum val­ skeiði eru tað nógv tingfólk, sum hava tørv á at markera seg, so veljarin minnist til tey uppá tann eina dag, tá ið krossuin skal setast. Tey sum ikki hava fingið okkurt í gjøgn­ um hini trý árini, brúka ofta seinasta árið í valskeiðnum til at pressa á fyri at fáa okkurt hjartamál ígjøgnum. Tað er slíkt, sum bæði løgmaður og hinir báðir samgonguleiðararnir skulu fyrihalda seg til hesa tíðina. Hvussu nógv er hvør einstakur flokkur noyddur at svølgja fyri at samgongan kann halda fram. Ája! Vit eru komin inn í myrku tíðinda, hóast klokkan enn ikki er flut til vetrartíð. Kortini er hetta tann tíðin, tá ið vit sum koyra bil mugu ansa uppaftur betur eftir í ferðsluni. Tað er myrkt og fólk er framvegis til gongu á vegunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd roynnir at minna á endurskin og bilførarar á at hava fokus á tí at koyra bil. Ikki at tosa í telefon og stilla knappar með­an koyrt verður, men hyggja at vegn­ um og hvat har hendir. Ája! Tá ið hetta verður skrivað hava vit tveir A-landsdystir fyri framman á Tórs­vølli. Tað ber sjálvandi ikki til at siga nakað um úrslit­ ini, men eg haldi tað er stórt, at føroysk ít­rótt­ ar­fólk – ikki bara fót­ bólts­leikarar – sleppa at luttaka í al­tjóða kapp­ingum. Tað gera at vit av og á kunnu bretta okkum á og smílast. Kanska eru vit smá, men kná eru vit kortini. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Ikki at unna dalbingum ein tunnil er tann reini Fámjinsskapur. Tórmóður Stórá, serlækni, handaði Sirið Stenberg Heildarætlanina fyri sálarligari heilsu mikudagin. Løgreglan hevur hesa vikuna aftur klipt nummarplátur av bilum Handverkarafeløgini og Arbeiðsgevara- og meistarafeløgini blivu mikudagin samd um nýggjan sáttmála. Leygardagin bleiv Nikoba í Gong danmarksmeistari í rógving í tvískullara fyri u17 gentur. Føroysk børn brúka fleiri barsnlig orð enn børn í øðrum londum, sigur føroysk ph.d.-verkætlan. Nýrumørur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av løntakarunum í arbeiðsstyrkini í Føroyum eru útlendingar. 4% tálgin um nýruni, nýrumørurin varð roknaður at vera besta tálg; tað var sum at skera í nýrumør (um smakkgóðan mat). Fjøllini verða gingin í hesum døgum og í mongum kjallarum í landinum verður flett í hesum døgum. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Útlendingarnir í Føroyum arbeiða fyrst og fremst í láglønaryrkjum. Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi við hørðum hvirlum, 13 til 20 m/s. Samdrigið og regn og hitin millum 10 og 12 stig. Seinnapartin og í kvøld lækkar hann í ein sunnan og útsynning og øtlar í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í 28 m/s. Tað klárar í og møguliga ælaveður. Út á náttina makar hann vindin. Hitin millum 7 og 10 stig. 18-23 m/s 13-18 m/s 5-13 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl, men út á kvøldið og náttina yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.