Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 5 ÚR TINGINUM Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Aksel Berg, 22 ár Giftur, 1 barn, Læknalesandi. Fyri meg, sum kristin, er Miðflokkur einasti flokkur, sum eg kann hava fult álit á í Løgtinginum. Sum kristin er tað okkara ábyrgd at vera eitt ljós og at ávirka okkara samfelag, har vit kunnu. Eg meini greitt, at um vit ikki taka okkara kristnu virðir við okkum, tá vit fara at atkvøða til Løgtingsvalið, so hava vit svikið okkara ábyrgd. Tí hevur tað alstóran týdning, at tú ikki setir krossin við ein av hesum samgonguflokkunum, sum hava broytt hjúnabandslógina, arbeiða fyri fría fosturtøku í Føroyum og ynskja at LGBT og Amnesty skulu hava meira ávirkan í fólkaskúlanum, meðan kristindómurin fær minni ávirkan. Tí fari eg sjálvandi at atkvøða fyri Miðflokkinnum til komandi løgtingsval. Eg valdi at gerast virkin í Ung fyri Miðflokkin í 2013, tí eg ynski at verða ein partur av einum felagsskapi, sum arbeiðir fyri góðum politiskum virðum og sum lærir onnur ung trúgvandi, at tað er OK at standa upp móti nútíðar rákinum. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN SITAT Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! (Bíblian) Hvat er UfM? Ung fyri Miðflokkin (UfM) er ungmannafelagið hjá Miðflokkinum. UfM grundar sína politiska hugsjón á kristnu virðini og arbeiðir støðugt fyri, at tann kristna lívsáskoðanin skal eyðkenna samfelagið. Vit ynskja, at: • Verja ófødda barnið • Verja hjúnabandi millum mann og kvinnu • Tryggja eitt sterkt heilsuverk í Føroyum • Geva barnafamiljum best møgulig kor at liva og búsetast undir í Føroyum • Arbeiða fyri at neyð- og menningarhjálpin veksur støðugt • Minka um rúsdrekkamisnýtslu í Føroyum UfM mangla fólk til at hjálpa við at dríva okkara virksemi. Her er pláss fyri øllum; óansæð um tú ert til vinstru ella høgru, til loysing ella samband, royndur ella óroyndur. Sum ein partur av UfM fært tú ein pall til at mynda politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum, og arbeiða við at ávirka tað politiska kjakið millum tey ungu. Arbeiðið hjá UfM umfatar m.a., at: • Skipa fyri politiskum tiltøkum • Mynda valskránna hjá Miðflokkinum • Framleiða tilfar til sosialu miðlarnar • Luttaka í og ávirka tað almenna kjakið • Læra ung trúgvandi at standa ímóti tíðarrákinum Hevur tú áhuga í at verða ein partur av UfM ella at læra meira um UfM og Miðflokkin? So kom við til almennan fund hjá UfM á Hotel Hafnia mánadagin 5. november kl. 19! Vangamynd ÁKI BERTHOLDSEN Verður upp­skot­ið hjá Kristinu Há­foss samtykt, fer tað at fáa álv­ar­s­lig­ar fyri ferð­a­vinn­una. Tað sig­ur Vinnu­hús­ið, nú ætl­ anin er at broyta treyt­irnar, tá ið bilar, sum bil­a­sølur, ferðavinnufeløg, og onn­ur, keypa at leiga út til við­skift­a­ fólk, selja teir aftur. Í teimum førum, har bil­ar, sum verða keyptir sum leig­u­ bil­ar, og leigaðir út í seks mán­ að­ir, til mist 10 ymsar leigarar, og síð­ani verða seldir, rindar eig­ar­in ikki mvg av øllum sølu­prí­sinum, men einans av vinn­in­g­inum, og sostatt verða teir seld­ir lutfalsligu bíliga. Men nú er ætlanin, at broyta lóg­ina so at mvg skal rindast sum vanligt. Fíggjarmálaráðið hevur ikki sent uppskotið til hoyr­ ing­ar, áðrenn tað var borið í Løg­ting­ið, tí Kristina Há­foss, lands­stýriskvinna í fíggj­ar­mál­ um, hevur sagt, at tað er ikki van­ligt í slíkum málum. Verður tað sent til hoyringar, kann tað elva til speculation, soleiðis, at nógv­ir bilar verða keyptir til lóg­in kemur í gildi. Tí fær lógin gildi frá tí degi, uppskotið varð lagt fyri Løgtingið. Men nú ger Vinnuhúsið vart við, at tey í Ferð­a­vinn­u­ fel­ag­num vilja fegin sleppa á fund at greiða frá, hvørjar av­ leið­i­ng­ar hetta fer at fáa fyri ferða­vinnuna. Og avleiðingarnar verða álv­arsamar, sigur Vinnuhúsið. Í løg­ting­i­num varð nevnt, at nú­ver­andi lóg gjørdi, at tey, sum leig­aði bilar til ferðafólk, og høvdu brúk fyri nógvum bil­um í summ­arhálvuni, kundi selja teir um veturin fyri at skerja út­reiðslurnar, fyri síð­ ani at fáa nýggjar bilar, tá ið summ­ar­ið nærkast aftur. Verður ætlaða lóg­ar­upp­ skot­ið samtykt, fer tað at av­ marka hendan møguleikan og fer at elva til, at tað vera ov fá­ir leigubilar, og teir, sum eru, verða gamlir. Samstundis verða allir leigubilar, sum verða seldir, 25 prosent minni verdir, tí nú skal mvg rindast av søluni, og tað kann vera møn­u­stingurin hjá nógvum í ferða­vinn­uni, sum leiga bilar út. Onkur førdi fram, at longu nú er tað so stórt trot á leig­u­ bil­um, at tey høvdu sæð ferð­ a­fólk, sum ongan bil fingu til leigu, uttan ein gamlan pick- up. Verður hetta samtykt, fer út­boð­ið av leigubilum at minka munandi. Tingfólk halda, at eru tað bila­sølur, sum gera sær dælt av skip­anini, og misbrúka hana til at selja bíligar bilar, er tað eitt mál fyri Taks og fyri løg­regl­una. Kristina Háfoss sigur, at hetta fer ikki at ávirka ferða­ vinn­una, tí tey kunnu út­ vega sær leigubilar sum vant. Einasti munur er, at tá ið bul­ ur­in verður seldur, skal keyp­ arin nú rinda mvg av prísinum. Fær álvarsligar avleiðingar fyri ferðavinnuna Í fyrrakvøldið varð løgreglan boðsend tí tveir partar í parlagi vóru komnir til ilnar, og avleiðingin var, at tann kvinnuligi parturin varð skuldsettur fyri harðskap. Báðir partar endaðu á sjúkrahúsi, men eru útskrivaðir aftur. Løgreglan sigur, at harðskapurin var ógvusligur og samstundis vóru tað onnur viðurskifti ið gjørdu seg galdandi, men sum løgreglan ikki kann siga meiri um. Men samanlagt varð úrslitið, at málið varð lagt fyri rættin í gjár, har grundlógaravhoyring var. Og úrslitið av tí var, at kvinnuligi parturin skal í varðhald í tvær vikur ímeðan løgreglan lýsir málið til tað kemur endaliga fyri rættin. Fongsul í tvær vikur fyri harðskap Tingfólk halda, at eru tað bila­sølur, sum gera sær dælt av skip­anini, og misbrúka hana til at selja bíligar bilar, er tað eitt mál fyri Taks og fyri løg­regl­una