Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 118 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að vóru eingi serlig líkindini at fara eftir havhestum, tá 89 ára gamli vestmenningurin Agnar Nielsen fyri fýra vikum síðan settist í bátin í heimbygdini. Tað var fitt av vindi og rullað illa á sjónum, men tað forðaði kortini ikki honum at gera eina roynd. Hóast hann vanliga plagar at hava onkran við sær, tá hann fer eftir havhesti, so var hann einsamallur hendan dagin, tá hann setti kósina úr Vestmanna og vestureftir. Hetta var ikki fyrstu ferð, at hann fór einsamallur eftir havhestum, og hann visti eisini hvar hann skuldi fara fyri at finna fuglin, ið føroyingar eru so glaðir fyri at veiða, tá summarið er farið at halla. - Eg fór vestur móti Barðinum á Vágoynni, tí eg hugsaði, at kanska vóru nakrir foknir innum Barði vestur í Víkum. Men nei, har var eisini vindur, so eg fór eitt sindur út frá og sigldi heimaftur, greiðir 89 ára gamli vestmenningurin frá í nágreiniligum detaljum um túrin fyri nøkrum vikum síðan. Úti á Skriftunum Túrurin vesturum Vágoynna eydnaðist einki serligt, og hevði hann bara fingið ein havhest, tá AGNAR BREYT KNÆIÐ Á ÚTRÓÐR­ AR­VEIÐU - Í fallinum breyt eg knæið. Slitbandið helt, men pettið har tað var fast í beininum brotnaði. Tíbetur lógu tablettirnar har, ið eg hevði lagt tær fyri sekstan árum síðan. Eg tók nakrar av teimum og gjørdi síðan eina roynd at grulva. Tað eydnaðist og fekk eg grulva soleiðis, at eg at enda slapp upp á beinkin har frammi í bátinum. Soleiðis greiðir 89 ára gamli vestmenningurin Agnar Nielsen frá løtuni, tá hann í farna mánað breyt knæið, tá hann var einsamallur í báti. Agnar Nielsen: - Eg føldi beinan­ vegin, at her var alt ikki í ordan. Har var galið hjá mær. Eg lá so eina løtu har á dekkinum og royndi at sleppa upp, men varnaðist skjótt, at har nyttaði einki at stíga beinið til Framhald á síðu 8