hósdagur 11. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 118
8
hann avgjørdi at seta kós heimeftir.
Men heldur enn at seta beina kós
móti Vestmanna, avgjørdi hann
at royna at fáa okkurt burturúr
túrinum hendan dagin í september.
- Vit hava eitt fiskimið, ið vit
kalla úti á Skriftinum. Tá tað er
fiskur at fáa, so er tað oftani góður
fiskur at fáa har. Eg tonkti við mær
sjálvum, at um tað rullaði illa, so
fór eg kortini at royna at koyra
snelluna niður. Eg so gjørdi, og jú
har var fiskur at fáa hendan dagin,
greiðir vestmenningurin frá.
Veðrið var tó ikki av tí besta
hendan dagin og vestfallið gjørdi,
at báturin í heilum rak burtur frá
fiskimiðinum, so at hann mátti
sigla aftur á fiskimiðið.
- Tí einu ferðina, tá eg skuldi
kasta aftur, hendi óhappið. Tað
rullaði illa og havi eg helst traðkað
á okkurt á dekkinum, tí brádliga
fór tað eina beinið frameftir,
meðan hitt gleið aftureftir. Eg kom
at hugsa um, at tað er akkurát sum
tá tey ungu liggja og venja at fara
niður í spagat. Tað hendi nokk
so skjótt, so eg datt og smekkaði
knæið í dekkið, greiðir hann frá.
Har var galið
Av tí, at hann var einsamallur
umborð á bátinum hendan túrin,
var eingin annar har at veita
honum eina hjálpandi hond, tá
hann endaði á dekkinum. Og líka
skjótt sum hann brast í dekkið,
visti hann, at har var okkurt
óvanligt áfátt.
- Eg føldi beinanvegin, at her
var alt ikki í ordan. Har var galið
hjá mær. Eg lá so eina løtu har á
dekkinum og royndi at sleppa upp,
men varnaðist skjótt, at har nyttaði
einki at stíga beinið til, sigur Agnar
Nielsen, sum hevði brotið knæið í
fallinum.
Nú vóru góð ráð dýr, har 89
ára gamli vestmenningurin lá
einsamallur á dekkinum. Men við
eitt rann honum í huga nakrar
tablettir, ið hann hevði lagt í eina
skuffu umborð á bátinum fyri
sekstan árum síðan.
- Tað eru sekstan ár síðan, eg
keypti bátin úr Norra. Tá eg keypti
hann, var hann innilokaður, men
eg gjørdi restina sjálvur. Tann eina
dagin eg arbeiddi upp á hann, hevði
eg ilt í høvdinum, so eg hevði tikið
nakrar pínutablettir við mær, ið
eg legði í eina skuffu umborð
á bátinum, um eg hevði tørv á
teimum. Men heilsan hevur verið
so mikið góð, at eg aldrin havi tikið
tær framaftur síðan, men hava tær
bara ligið har í sekstan ár, sigur
Agnar Nielsen.
Slapp upp á beinkin
Tað vóru hesar tablettir, ið
vestmenninginum nú kom í tankar
um. Hóast pínuna fekk hann eisini
flutt seg so mikið, at hann slapp
framat skuffuni.
- Í fallinum breyt eg knæið.
Slitbandið helt, men pettið har
tað var fast í beininum brotnaði.
Tíbetur lógu tablettirnar har, ið eg
hevði lagt tær fyri sekstan árum
síðan. Eg tók nakrar av teimum og
gjørdi síðan eina roynd at grulva.
Tað eydnaðist og fekk eg grulva
soleiðis, at eg at enda slapp upp
á beinkin har frammi í bátinum,
greiðir hann frá.
Kósin bleiv nú sett móti
Vestmanna og eina góða løtu aftaná
kom 89 ára gamli vestmenningurin
við brotna knænum siglandi inn
- Tann eina dagin
eg arbeiddi upp á
hann, hevði eg ilt
í høvdinum, so eg
hevði tikið nakrar
pínutablettir við mær, ið eg legði
í eina skuffu umborð á bátinum,
um eg hevði tørv á teimum. Men
heilsan hevur verið so mikið
góð, at eg aldrin havi tikið tær
framaftur síðan, men hava tær
bara ligið har í sekstan ár
PERSÓNSSØGA